týsdagur 12. august 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 152 - 12. august 2008
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Pól Martin Abraham
sen á Strondum fer til
gravar úr Sjóvar kirkju
mikudagin klokkan 14.
Tey, ið vilja minnast Pól
Martin kunnu lata eina
peningagávu til nýggja
Missiónshúsið á Strond
um. Konta í peninga
stovnunum.
Sylvia Hansen, fødd
Olsen, ættað av Húsum,
búsitandi í Havn andað
ist á Landssjúkrahúsi
num mánamorgunin 11.
august, 86 ára gomul.
Eliesar Berg Kvann
hauge, Hvítanes Tvør
oyri, vanliga nevndur
Eli, andaðist leygardag
in, 78 ára gamal. Jarðar
ferðin
verður
lýst
seinni.
Birgit Hendriksdóttir
Jacobsen, ættað úr Tórs
havn, búsitandi í Keyp
mannahavn, andaðist á
Hvidovre
Hospital
fríggjadagin 8. august,
51 ára gomul. Jarðar
ferðin verður kunngjørd
seinni.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
13. august. Hippolytos, deyður í umleið 235.
Helst ein grikki, sum gjørdist ein av teimum best
kendu kristnu rithøvundunum í Róm í 3. øld. Hann
var tikin av døgum við at verða slitin millum
hestar, sum navn hansara sipar til. Rasmus
Rasmussen (á Háskúlanum) varð føddur hendan
dagin í 1871.
Vit hava seinastu dagarnar
hoyrt fleiri góðar grundgev
ingar fyri, at løgtingið
eigur at minka fiskidaga
talið og harvið veiðitrýstið
á Føroyaleiðini. Ein grund
geving er, at vandi er fyri
at vit fiska toskastovnin so
langt niður, at hann ikki
kemur fyri seg aftur. Ein
onnur grundgeving er, at
vit ikki fáa so nógv fyri
fiskin, um vit ikki veiða
burðardygt. Ein triðja
grundgeving at minka
veiðitrýstið er, at fesk
fiskaflotin ikki kann geva
nakað munandi avkast, so
stórur sum hann nú er.
Økt veiðitrýst førir til
minni avkast og lægri
hýrur
Vit hava øll áhuga í, at
veiðitrýstið minkar. Við
einum minni veiðitrýsti
økist veiðan pr. mann og
hýran pr. dag økist. Veiðan
pr. skip verður størri, og
flotin fer at geva yvirskot.
Tað, at høvuðsvinnan
gevur yvirskot, og rindar
skatt er ein sjálvfylgja í
øllum øðrum londum. Tí
hava vit øll áhuga í, at
feskfiskaflotin aftur verður
avkastgevandi.
Flotin gav yvirskot, men
landsstýrið økti
veiðitrýstið
Feskfiskaflotin hevði stóra
veiðu og gav stór yvirskot í
2001. Hýrurnar vóru eisini
methøgar. Men veiðitrýstið
var í stórari øking. Ein
øking stavaði frá, at flotin
altíð gerst meir og meir
effektivur. Men harum
framt økti landsstýrið
(fólkaflokkurin)
veiðitrýstið í stórum við at
býta gomul, lítil og
óeffektiv skip um við
nýggj og størri, sum høvdu
nógv størri veiðiorku.
Størri floti gevur størri
hall
Úrslitið sást skjótt. Flotin
fiskaði 38 túsund tons av
toski í 2002. Í 2007 var
veiðan komin niður á 12
túsund tons. Línuskipini
høvdu 19 milliónir í avlopi
í 2002. Í 2006 var úrslitið
13 milliónir í halli. Økta
veiðitrýstið eftir upsa
hevur enn ikki ført til
minni veiði, men til nógv
verri fíggjarligt úrslit. Í
2002 høvdu partrolararnir
74 milliónir í avlopi, men í
2006 høvdu teir bert 9
milliónir í avlopi.
Minni floti fiskar líka
nógv og gevur nógv betri
fíggjarlig úrslit
Í 1993 fór so gott sum allur
feskfiskaflotin á húsagang,
og eini 3040 prosent av
flotanum vóru seld av
landinum. Studningarnir til
fiskivinnuna vóru avtiknir.
Trý ár seinni vóru
fiskastovnarnir komnir fyri
seg aftur. Sjálvt um flotin
var nógv minni, fingu vit
framvegis um 100 túsund
tons av botnfiski.
Tað ótrúliga hendi. Í
1996 gav feskfiskaflotin
yvirskot uttan studning fyri
fyrstu ferð í 30 ár.
Ein minni floti verður
best í longdini
Alt bendir tí á, at ein lítil
og effektivur floti er tað,
sum gagnar fiskimonnum,
reiðarum og samfelagnum
best í longdini. Tí fari eg
við hesum at heita á
løgtingið um at halda fast
við eina munandi skerjing
av fiskidøgunum og
veiðitrýstinum.
Um miðjan august 1973 komu 9 hekkutrolarar til Føroya, sum Skipafelagið Føroyar hevði keypt úr Kuba.
Trolararnir vóru keyptir fyri 8 mlliónir krónur frá eysturtýsku skipasmiðjuni, sum hevði latið teir bygt.
Trolararnir vórðu bygdir í 197071 til kubansku myndugleikarnar, men teir vórðu ongantíð yvirtiknir av kubansku
myndugleikunum.
55 mans vórðu sendir úr Føroyum eftir skipunum. Teir høvdu góðar tríggjar vikur um at sigla skipini úr Havanna á
Kuba til Føroyar.
Kelda: Myndaárbókin árið ið fór 1973
Minni veiðitrýst gevur størri avkast
Kári
Petersen
Fyri 35 árum síðan:
Kubatrolararnir
viðmerkingar