Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-12, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. august 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 152 - 12. august 2008 31 tíðindi - Hetta er í fyrsta lagi ein familjudagur, har fokus verður sett á sjóvinnu og tað arbeiði, sum okkara sjófólk gera. Tað kostar einki at koma inn á økið og fylgja við og uppliva tað, sum fer fram og annars hugna sær saman hendan dag. Vit hava einki tilvoli ella aðrar stevnuaktivitetir, sum noyða foreldur at brúka pengar saman við børnunum, sigur John William Joensen Sjómannadagur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Árligi sjómannadagurin, sum nú verður hildin á fjórða sinni í okkara fiski­ vinnuhøvuðsstaði – Klaks­ vík – verður settur leygar­ morgunin klokkan 10.30 av fiskimálaráðharranum, Tór­ bjørn Jacobsen. Undan setanini bjóðar borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, øllum vælkom­ num. Eina løtu eftir væl­ komstrøðuna og setanarrøð­ una, byrja ymisku kapping­ arnar, sum eru á skránni hendan dagin. Eins og undanfarin ár, verða ein hópur av kapping­ um leygardagin í ymiskum arbeiði og virksemi, sum hevur við sjóvinnu og ann­ að at gera. Úr rúgvuni av kappingum er eitt nú agn­ skering, egning, trolbøting, og høvið verður eisini hjá pørum at kappast í at vinda upp í noða. Norðmaðurin, sum er heimsmeistari í egning, kemur eisini til Klaksvíkar hendan dagin at kappast ímóti okkara bestu og dugnaligastu, sum eru til reiðar at geva heimsmeistar­ anum ein skarpan gang. Familjudagur Fyrireikingarnar eru í gongd, og klaksvíkingar plaga at duga væl at gera dagin sera áhugaverdan, sum ein familjudag, har eisini verður høvið hjá børn­ um og vaksnum at síggja livandi fiskar, krabbar, krossfiskar og annað í kør­ um á bryggjuni. Tað eru eini átta fólk, sum beinleiðis standa aftan fyri sjómannadagin, og millum hesi eru Niclas Heri Joensen og John William Joensen. Uppundir endan av fyrireikingunum eru nógv fólk í sving, og í morgun sigur John William, at fyrireikingarnar ganga sum ætlað. ­ Hetta er í fyrsta lagi ein familjudagur, har fokus verður sett á sjóvinnu og ymiskt, sum hevur tilknýti til hesa. Tað kostar einki at koma inn á økið og fylgja við og uppliva tað, sum fer fram og annars hugna sær saman hendan dag. Vit hava einki tilvoli ella aðrar stevnuaktivitetir, sum noyða foreldur at brúka pengar saman við børnunum. Hann vísir á, at nú sjó­ mannadagurin verður hildin saman við 100 ára degnum hjá Klaksvíkar kommunu, verður kortini ein kabarett sýnd á nýggju brandstøðini hjá kommununi, sum at­ gongugjald verður tikið. Kabarettin er ein gjøgnum­ gongd av mentanarsøguni hjá Klaksvíkini. ­ Vit plaga eisini at enda leygarkvøldið við bryggju­ dansi, men nú dagurin verð­ ur hildin saman við 100­ára degnum, verður í staðin ein 100­ára konsert í Badmin­ tonhøllini, ið endar við 100­ára dansi, sum eisini verður í Badmintonhøllini út á náttina. John William leggur dent á, at tiltøkini, sum beinleiðis verða hildin í sambandi við sjómannadagin, eru øll ókeypis, meðan nøkur av tiltøkunum, sum eru reist á føtur í sambandi við 100­ ára dagin, kosta atgongu­ merki. Hol verður sett á sjó­ mannadagin í Klaksvík hósdagin, tá skipað verður fyri fiskikapping á bryggj­ uni. Síðan verður farið í tveimum skipum út á fjørð­ in at kasta út fløskupost, og tá skipini koma innaftur, verður sjórænarakríggj, sum tey rópa tað. So longu hósdagin sleppa børnini at uppliva tær fyrstu stuttligu løturnar í sambandi við tiltakið. Stórur áhugi Sjómannadagurin endar við sjómansgudstænastu í Christianskirkjuni í Klaks­ vík sunnudagin, har Hanus Simonsen, prestur, prædik­ ar. Tað eru Klaksvíkar kommuna og Norðoya Sparikassi, sum eru fíggjar­ ligir høvuðsstuðlar aftanfyri sjómannadagin í ár. John William Joensen sigur, at í fjør mettu fyrireik­ ararnir, at eini 4.000­5.000 fólk vóru til dagin í Klaks­ vík, og alt bendir á, at stórur áhugi er fyri degnum aftur í ár, tí fleiri hava spurt seg fyri um dagin. ­ Hetta hevur verið eitt gott og væleydnað tiltak, og vit halda, at fólk enntá eru farin at leggja sær frídagar um hetta mundið, tá dagurin verður hildin her norðuri. Ein fastur táttur á sjó­ mannadegnum er seglskip­ ini og træbátarnir við segl­ um umframt aðrir bátar, sum leita sær norður til Klaksvíkar at verða við til hetta forvitnisliga tiltak, sum nú hevur fest røtur í okkara fiskivinnuhøvuðs­ staði. Leygarmorgunin byrjar sum áður við stórum morg­ unmatarborði á bryggjuni í Klaksvík. Ert tú dugnaligur timburmaður/snikkari ella hevur royndir innan fakið, set teg so í samband við okkum. Ring á tel. 565600 ella send teldupost til viking@viking.fo. Løn sambært avtalu. timburmanni/snikkara STARVSFÓLKALÝSING Vit sóknast eftir at byrja skjótast gjørligt Viking Smíð átekur sær alt timbur- og snikkaraarbeiði, stoyping og elementframleiðslu. www.viking.fo KERN.fo Klaksvíkin setir fokus á lívið hjá okkara sjófólki Bæði børn og vaksin plaga at stuttleika sær óført á sjómannadegnum, tá høvi er at síggja ymiskt av tí, sum livir í sjónum Mynd: Vilmund Jacobsen - Hetta er familjudagurin, tá fokus verður sett á lívið og arbeiðið hjá okkara sjófólki, sigur John William Joensen, sum er ein av fyrireikarunum Mynd: Vilmund Jacobsen