mikudagur 13. august 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 153 - 13. august 2008
Í næstum fáa tey
sirkus-hugaðu vitjan
av Cirkus Baldoni,
sum fer at hava seks
framførslur kring
landið. Her verður
nógv spennandi at
uppliva og síggja hjá
børnum og vaksnum
SirkuS
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Mong eru tey, sum hava ver
ið til sirkusframførslur í
útlondum. Men tað er ein
meiri rár hending at møgu
leiki er fyri hesum á heima
vøll.
Cirkus Baldoni úr Dan
mark kann nú bjóða familj
uni til eina spennandi upp
living við stuttleika, spenn
ingi og framúr undirhaldi í
Klaksvík, á Giljanesi, Vági,
Tvøroyri og í Havn.
Frá mánadegi 1. septem
ber til mikudagin 16. sep
tember verður møguleiki
fyri at uppliva eina tveir
tíma langa sýning í góðum
sirkushuglagi við manesju,
palltjøldum við leiktjaldi,
beinkjum og ikki minst ljó
si og ljósútbúnaði.
Millum tey spennandi til
tøkini verður á fyrsta sinni í
søguni hjá Cirkus Baldoni
møguleiki at uppliva eitt
spennandi deyðshjól. Her
fer sirkusleikarin at renna
ovast uppi og inni í einum
risastórum metalhjóli, sum
melur heilt upp í 8 metra
hædd.
Tvíburahópur úr Kina
Eitt annað innslag í longu
skránni er GaoChenhópur
in, ið fer at hava eina akro
batiska fylkingarframførs
lu, sum hann fekk heiðurs
løn fyri á sirkusfestivalinum
í París.
At gera akrobatikk í slow
motion er sera trupult, og
tað krevur týðandi krops
styrki. Her eru rástyrki og
yndi sameind í eini yndislig
ari framførslu.
Í hópinum eru tvinnir tví
burar, sum eru giftir hvør
við øðrum. Øll hava slitið
barnaskógvarnar í kinesiska
Statssirkusinum og hava síð
an ferðast runt bæði í Asia,
Amerika og Evropa. Chen
brøðurnir hava eitt nú fram
ført í tí víðagitna Cirque de
Soleil. Gaosystrarnar stan
da í Guiness Book of
Records við einum av
sínum javnvøguframførsl
um.
GaoChenhópurin fer eisi
ni at vísa tann sermerkta
leyvudansin saman við eini
diabolojonglering.
Stuttligir akrobatar
Tað er altíð stórur fagnaður,
tá ið Freddi Steckel og Thes
sa Daniella úr Danmark bla
ka seg sjálv og hvørt annað
út í eina cascadeurfram
førslu.
Henda framførslan er á
tremur við sínámillum argi
og misskiljingum, har ið
tey gloyma at lofta hvør øðr
um, missa hvørt annað og
glíða undir og oman á hvørt
annað.
At súkkla duga øll. Men
til at halda javnvágini krevst
meira enn bert at taka
stuðulshjólini burtur. At hal
da javnvágini á eini súkklu
í 3 metra hædd á tveimum
bóltum uppi á einum stætti
er ein avbjóðing, sum bert
tey fægstu munnu megna.
Sjálvandi eru eisini klovn
ar, sum fáa bæði stór og
smá at flenna í kíki, og tað
er í tí sermerkta crazy stíli
num, sum eyðkennir Cirkus
Baldoni.
Gjøgnum alla framførsl
una roynir klovnurin Danilo
at tekkjast sirkusstjóranum
fyri at vísa, at hann er ómiss
andi, og saman við Ib Ibber
mand arga teir Thomsen
manesjutænara, sum stríðist
fyri at halda skil á, men tað
nyttar lítið.
Á skránni er eisini ein
framlig og talandi leyva,
Leonardo, sum er kelivættið
hjá børnunum. Hon elskar
at arga Baldoni sirkus
stjóra.
Sagt verður, at Cirkus
Baldoni hevur sett sýningina
soleiðis saman, at børnini
ikki keða seg og tí hava
bindindi at sita. Kunnað
verður um framførsluna á
donskum og enskum við
stuttligum viðmerkingum á
landsmálinum.
Deyðshjól í átta
metrar hædd
Bæði børn og vaksin kunnu gleða seg til eina spennandi framførslu, tá Cirkus Baldoni vitjar í
næsta mánaði
Heimamissiónsforlagið gev
ur í hesum døgum út tvær
savnsfløgur
við
Magna
Christiansen.
Allar fløgurnar, uttan jóla
fløgan, sum fyrr eru útkomn
ar við Magna Christiansen,
eru nú savnaðar á tveimum
fløgum við heitinum “Eg
vil ikki tiga”.
Á fløgunum eru 43 sang
ir, og kosta tær 199 krónur.
Fløgurnar kunnu keypast
á heimasíðuni hjá Heima
missiónsforlagnum www.
hmf.fo, ella við at ringja til
Heimamissiónina
tlf.
470000 og á vanligu støðu
num runt landið.
sb.
Øll løgini við Magni Christiansen
verða nú savnaði á tveimum fløgum
Magni vil ikki tiga
Brendi seg í heitari keldu
Tey, sum hava verið í Íslandi og hava vitjað tær heitu
keldurnar, vita, at vatnið har er kókandi heitt. Tað visti
ein spanskur ferðamaður eftir øllum at døma ikki, tá hann
í gjár steig út í eina av teimum heitu keldunum nærhendis
teirri kendu Geysir. Íslendsku bløðini skriva, at maðurin
stóð upp undir øklar í tí glóðheita vatninum og at hann
mátti alt fyri eitt flytast á skaðastovuna á Selfossi, har
ahnn fekk viðgerð fyri brunasárini.
Skriðulop á Múlavegnum
Seinnapartin var mangt sum bendi á, at vegurin til Viðareiðis
fór at verða stongdur. Áirnar fóru upp um vegbreytina, eins
og vandi var fyri skriðulopi. Tann sjey kilometrar langi
Múlavegurin var kortini hann, ið veruliga merkti til áarførið.
Seinnapartin í gjár varð hann nevniliga stongdur fyri allari
ferðslu, orsakað av einum skriðulopi. Her var eitt rættiliga
stórt lop farið, omanfyri landsvegin og allan vegin til havs.
Eingin skaði hendi tíbetur, helst tí at ferðslan er rættiliga
avmarkað eftir hesum vegastrekkinum. Í gjárkvøldið boðaði
Landsverk frá, at koyrilíkindini á Viðareiðisvegnum vóru góð
aftur, men at Múlavegurin framvegis var stongdur.