Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. august 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 153 - 13. august 2008 11 viðmerkingar Alt meðan politiska skipanin saman við nøkrum fornermaðum fiskifrøðing­um roynir at undirg­rava okkara fiskidag­askipan, roynir vinnan at yvirliva. Vánaligir fiskaprísir hækk­ andi rentu, oljuútreiðslur og vánaligur fiskiskapur. Hetta vísir, at politikkarar ikki skilja, at tað eru vinnuligar eindir í skulu yvirliva, og er okkara greiða áskoðan, at tað ikki ein niðurfisking, íð er orsøk til hesa støðu. Vinn­ an kann ikki longur góðtaka hetta sirkus, sum er á hvørjum ári við ásetan av fiskidøgum. Neyðugt er við politiskum langtíðar­ planlegging, ið byggja burð­ ardyggar metingar og ikki ræðumyndir í tíð og ótíð. Vinnan skelkað Undir viðgerðini av áseting­ ini av fiskidøgum fyri komandi ár kom tíðuliga fram, at áhugin fyri máli­ num var sera lítil. Løgmað­ ur var mest sum ikki til staðar í Løgtinginum, og fiskimálaráharrin gekk og mól inn og út úr salinum, meðan sjómenn og reiðarar lýddu á framsøgufólkini í fiskivinnumálum. Har kom tíðuliga fram, at øll í høvuðstaðnum ynskja at skerja, og er als eingin áhugi at viðgera fiskivinnuviðurskiftini sakliga. Nevniliga eru stovnarnir niðurfiskaðir, eftir at fiskidagaskipanin kom í gildi? Tað er undrunarvert, at stórur partur av Føroya fólki rópar: Skerja skerja, væl stuðlað av nøkrum fornermaðum fiskifrøð­ ingum. Minsta kravið má verða, at hesi fólk – um tey hava so ovurhonds áhuga í fiskivinnuni – at tey seta seg niður og finna útav, hvussu skipanin er bygd upp, og hvat er grundar­ lagið undir henni. Flotin minkaður sera nóg­v Um fólk tíma at lesa tøl hjá Hagstovu Føroya, so sæst tíðuliga, at flotin er mink­ aður munandi bæði í nøgd og bruttoregistertons. Tað kann eisini staðfestast við tølum, at tað er mest sum einki eftir av tí størra útróðr­ arflotanum og tann øking, sum er hend í Línuflotan­ um, er íkomin eftir einum politiskum ynski, og er hetta eisin nakað, sum fiski­ frøðingarnir hava ynskt. Nevniliga at flyta veiðuna frá innaru til ytri leiðir. Effektivisering­ssjúkan So til pástandin um effektivitetsøkingina. Um man tekur útróðrarflotan bólk 4 og línuskipini undir einum, so eru 45 útróðrar­ bátar tíknir úr flotanum, meðan seks línuskip eru komin aftrat síðani 1997. Hetta kann ómøguliga verða ein effektivitets­ øking. Samstundis skulu vit hava í huga, at línu­ flotin er skerdur við 30 prosentum, og hava línu­ skipini einans 110 dagar, og útróðrarbátarnir einans góðar 80 fiskidagar at ráða yvir. Ein skal eisini hugsa um, at flotin er gamal og fleiri skip eru yvir 30­40 ár. Hvussu kann man bert tosa um effektivisering, tá vit hava ein sera gamlan flota. Bert tey argumentir ið hóva frøðingunum verða nýtt. Men tann sum veru­ liga setir seg inn í fiski­ veiðusøgu Føroya má ásanna, at veiðan við Føroyar als ikki er økt. Friðing­ar og­ tó eing­in fiskur Eftir at Føroya Banki hevði veri friðaður í fleiri ár, fekst ikki livandi har, tá byrjað varð aftur at fiska, men bráðliga var sera nógv­ ur fiskur aftur á Føroya Banka, og enn fyriliggur einki vísindaligt svar uppá, hvussu hetta hendi. Fyrst í 90’unum Høvdu vit fylgt fiskifrøðini fyrst í nítiárunum, so høvdu vit óivað mist eini 100.000 tons av toski gjøgnum nøkur fá ár orsak­ að av teirra ráðgeving. Teir søgdu, at toskastovnurin varð avoyddur, men stutt eftir fiskaðu vit væl oman­ fyri 30.000 tons av toski gjøgnum fleiri ár. Fiskidag­askipanin Sannlíkt er, at vit helst hava eina av heimsins bestu fiskiveiðuskipanum, men neyðugt er, at vit tora at taka tey nátturligu sveggj­ uni, ið eru. Bæði vinnan og fiskifrøðingar mugu tola hetta, samstundis sum politiska skipanin eisini må skilja hetta. Neyðugt er, at øll skilja, at havøkið kring Føroyar ikki er ein haga­ partur ella ein aliringur. Fiskaloysisg­udurin Í grein í Vinnuvitan vísir Búi Tyril á, at tey lond, íð stýra fiskiveiðuni harðast, fiska minst. Soleiðis hevur man i vesturheiminum megnað at smildra fiski­ veiðina, soleiðis at hendan er ein viðfáningur av hvat, hon hevur verið. Russiskir fiskifrøðingar eru nú komnir til, at stovnurin í Barentshavinum er undir­ mettir við 70 prosentum. Íslendski rithøvundirin Asgeir Jakobsson nevnir í einum av bókum sínum, at vit í vesturheiminum dyrka ein gud, ið hann kallar Fiskaloysisgudurin. Hetta er eisini tað, sum akadem­ iska elitan í Føroyum hevur tikið til sín. Vit vilja inniliga heita á polittikarar og fiskifrøð­ ingar um at sláa kalt vatn í blóðið, og lata tíðina arbeiða fyri skipanini, og vit bera ongan ótta fyri, at fiskurin ikki kemur aftur. Trygg vinnuviðurskiftir fyri flakafólk og fiski­ mannin er betur enn rumbul og óstøðuleiki fyri føroyska samfelagið. Føroyar hevur heimsins bestu fiskiveiðuskipan Lomvig­in í Høvdanum í Skúg­vi er minkaður úr 6000 fug­lum til 3000 seinastu sjey árini, men í summar vóru 5000, og­ nóg­var pisur eru komnar undan. Hetta er størsti vøkstur síðani teljing­in hjá Fiskirannsóknar­ stovuni byrjaði fyri 36 árum síðani. Hjá rituni g­ekk verri, tí her kom ong­in pisa undan fimta árið á rað Talið á lomviga er minkað síðani seinast í 1950­ árunum. Tað var lægst í 1990, og so var ein fram­ gongd til 2000. Síðani er talið aftur minkað, til tað í ár gjørdi eitt stórt lop uppeftir; úr 3000 til 5000 fuglar, og er hetta stórsti vøkstur, síðani Fiskirann­ sóknarstovan byrjaði lom­ vigateljingarnar í 1972. Nóg­vur hvíting­sbróðir til lomvig­an Orsøkin til, at so nógvur lomvigi hevur verið, er helst, at nógvur hvítings­ bróðir í passaligari stødd hevur verið at fingið. Lomvigin ber ein fisk í senn til pisuna, men bert sterturin og sporlið stinga fram úr nevinum, so tað er ringt at siga, hvat slag av fiski teir bera. Við góðum kikara ber tó til at siga, um tað er nebbasild ella ikki, tí hon er klænri enn annar fiskur og stingur longur fram, men í ár havi eg onga nebbasild sæð. Fisk­ urin, teir komu við, var stórur murtur sum líktist hvítingsbróðuri. Hetta samsvarar væl við yngul­ kanningarnar hjá Fiski­ rannsóknarstovuni, sum vístu, at sera nógvur hvítingsbróðir var komin undan í ár. Sera nógv var eisini til av nebbasilda­ yngli, men nebbasildin, sum lomvigin ber til pis­ una, er eitt ára gomul og eldri, so tað verður ikki fyrr enn næsta ár, at lom­ vigin fær gleði av hesum árganginum av nebbasild, um hann kemur undan. Steg­g­in fylg­ir lomvig­apisuni út á hav Seinasta summar rýmdi lomvigin úr bjørgunum tíðliga í juli, og ongar pisur komu undan, men í summ­ ar eru nógvar pisur komnar undan. Lomvigapisurnar leypa av rókini, longu tá tær eru um tríggjar vikur gamlar og duga tá ikki at flúgva, men koma kortini eitt sindur út frá landi, áðrenn tær raka sjógvin. Steggin fylgir so pisuni út á hav og hjálpir henni ta fyrstu tíðina. Lomvigapis­ urnar flyta mest um kvøld­ ið. Í Skúgvi fara tær serliga á nýkomnum eystfalli og fara so við streyminum eystur í hav sunnan fyri Sandoynna. Hvat síðani hendir, vita vit lítið um, men ringmerkingar vísa, at ein partur fer til Noregs og í Norðsjógvin. Hetta er tað torførasta árið hjá lomvig­ anum, og nógv doyr burtur­ av. Teir, sum yvirliva, koma aftur í bjørgini, tá teir eru tvey og trý ára gamlir og gerast kynsbúnir, tá teir eru fýra til fimm ára gamlir. Ong­in føði til ritupisurnar Ongin ritupisa er floygd úr Høvdanum seinastu fimm árini, og hetta er nógv tað ringasta tíðarskeiðið hjá rituni, sum eg veit um. Tað vóru rættiliga nógv­ ar ritur í vár, og tað sá út til at gerast eitt gott ár, men bert o.u. helvtin av pørun­ um bygdu sær reiður. Longu tá pisurnar skuldu koma út, sást at ólag var á, og bert fáar pisur vóru at síggja, og seinast í juli vóru allar deyðar. Ritan gevur ungunum fisk, krill og annað smátt djóraæti, sum hon ber heim í kjósini. Hon fær tó ikki kavað, so hon fær bert fatur á tí føðini, sum er uppi undir vatnskorpuni, og har man hava verið alt ov lítið. Tá nógv er til, síggjast fuglavað javnan á sundum og firðum, men tey hava verið sjáldsom seinastu árini. Nebbasild er vanlig føði hjá rituni, og hóast yngulkanningarnar vístu, at óvanliga nógv nebbasild var til í summar, so hevur nebbasildin helst ikki verið nóg ovarlaga til, at riturnar hava fingið fatur á henni. Nógvar lomvigapisur, men ongin ritupisa Bergur Olsen Auðunn KOnráðssOn, formaður í Meginfelag Útróðramanna, Óli M. lAssen, reiðari og eyðstein POulsen, reiðari