Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. august 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 154 - 14. august 2008 Fyri áttandu ferð til­ sam­ans verður skipað fyri regatta av Eiði og suðureftir. Sjeynda árið á rað er tað Hós­ víkar Róðrarfelag, sum­ skipar fyri. Nógv fólk hava longu boðað frá luttøku OVASTEVNA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Aftur í ár skipar Hósvíkar Róðrarfelag fyri regatta av Eiði suður til Nólsoyar. Og skráin er hin sama sum undanfarin ár. - Vit loysa frá landi á Eiði klokkan seks fríggjakvøldið, og so damla vit suður til Hósvíkar. Mong nýta høvið at grilla umborð á vegnum suðureftir, so fólk hugna sær veruliga, sigur Sonni Samuelsen, formaður í Hós- víkar Róðrarfelag. Hann sigur, at fleiri fólk hava meldað til regattaina, men ilt er at meta um lut- tøkuna, tí sjómannadagurin er lagdur sama vikuskiftið, sum regattain og Ovastevn- an. - Men tað mugu vit bara taka, sum tað kemur, sigur Sonni Samuelsen. Tá komið er suður til Hós- víkar verður borðreitt við einum døgurðabita og sein- ni um kvøldið og náttina verður dansur. Tað fer fram í bygdarhúsinum. Og um onkur gerst svang- ur gjøgnum náttina ber til at keypa sær eina pylsu, tí pylsuvognar standa bæði við bygdarhúsið og niðri á keiini. - Tað er eitt nýtt orkestur, Forever, sum hevur sína sveinaroynd fríggjakvøldið, sigur Sonni Samuelsen. Sær gott út Um luttøkuna annars sigur Sonni Samuelsen, at tað er upp og niður, alt eftir veðri- num. - Í fjør vóru vit 600 fólk í 120 bátum, men vit hava eisini verið uppi á 800 fólk- um. Hann sigur gott veður í ár, men so er bara spurning- urin, hvussu sjómannadag- urin fer at ávirka regattaina, sigur Sonni Samuelsen. Leygardagurin byrjar við morgunmati í bygdar- húsinum frá klokkan átta á morgni. So verður lagt frá landi klokkan 13.30 við kós móti Nólsoy. - Vit royna so vítt gjørligt at sigla í einum samlaðum flota, men tað eru altíð nakr- ir, sum hava skund og ikki njóta túrin sum flestu onnur gera. Men tað má bara verða so, sigur Sonni Samu- elsen. Byrjað verður sum nevnt á Eiði fríggjakvøldið, og um tað skuldi verið onkur, sum ætlar sær við, men ikki hevur meldað til enn, so ber til at gera hetta á telefon 722503, 261596 ella á heimasíðuni hosvik.com á linkinum regatta og harund- ir tilmelding. Regattafólkið letur væl at skránni sum Hósvíkar Róðrarfelag skipar fyri, og sum endar í Nólsoy Det Norske Veritas Vestara Bryggja, 100 Torshavn Tel: 35 37 50, E-mail: Torshavn@dnv.com www.dnv.fo / www.dnv.com Det Norske Veritas 40 ár i Føroyum (1968 - 2008) Tiltak í Norðurlandahúsinum 21. august 2008 kl 13:00 Andrass Joensen og Henrik Bach leggja fyri. Fyrilestrar: Henrik O. Madsen, CEO, DNV: "DNV og skipavinna í einum heimi í broyting" Burðardygg framtíð, umhvørvi, CO2-útlát, orkukeldur. Tomas Tronstad, granskingarleiðari, DNV Norway: "Alternativar framdriftsloysnir í skipavin- nuni" Kl. 16.10 verður ábit. Tiltakið er ókeypis. Tilmelding á tlf 35 37 50 ella torshavn@dnv.com innan 15. august 2008. Regattain góða undirtøku