Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. august 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 154 - 14. august 2008 Fólk, sum ætla sær á Ovastevnu um vikuskiftið, nýtast á ongan hátt at verða bangin fyri at stranda í Nólsoy. Strand­ ferðslan hevur gjørt sær stóran ómak við ferðaætlanini, og bæði Ritan og Ternan sigla í pendulfart alla náttina Bygdastevna Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Ovastevnan byrjaði í smáum í 1993 við nøkrum fáum tiltøkum og nøkrum fáum vitjandi. Árið eftir kjakaðust nólsoyingar um, antin stevnan skuldi haldast hvørt ár, ella rættari var at halda hana annað hvørt ár. Endin varð, at stevnan eis­ ini varð hildin í 1994, og síðani hevur ikki verið helmað í. Í ár er sostatt 16. árið, at Ovastevna – sum fyrstu árini varð kallað Ovasøka – verður hildin. Byrjaði stevnan í tí smáa, so má sigast, at hon hevur vaksið seg stóra og umfat­ andi. Ilt er at gera neyv hag­ tøl yvir vitjandi á Ova­ stevnu, tí tað er ikki einans Strandferðslan, sum flytir fólk um fjørðin. ­ Vit meta, at tað vóru eini 5.000 fólk í Nólsoy á Ovastevnu í fjør. Strand­ ferðslan flutti eini 3.500 fólk, og hinir bátarnir áleið 1.000. Hartil kemur so regattafólkið, sum vit mettu til einari 400­500, so tilsam­ ans eini 5.000 fólk, sigur ein av fyrireikarunum, Nicolaj Falck. Tað hevur verið ein tru­ pulleiki hini árini við flutningi av stevnugestum um fjørðin, og serliga illa hevur staðið til fríggjakvøld, tá Strandferðslan er givin at sigla á miðnátt. Men í ár er sanniliga vent í holuni. ­ Ein orsøk til, at Strand­ ferðslan í ár er so positivt sinnað móti Ovastevnuni kann vera orsakað av, at um­ sitingin er flutt út á bygd. Tað er í hvussu er mín fatan, at umsitingin í nógv størri mun skilir okkara ynskir um eitt gott ferða­ samband á stevnuni, sigur Terji Rasmussen, sum hevur staðið fyri samskiftinum við SSL. Í pendulfart Tey, sum kenna til ferðaætlan­ irnar undanfarin ár, munnu helst øtast, tá tey síggja ætlanina fyri stevnuna í ár. Ikki bert siglir Ritan meiri ella minni í pendulfart báðar dagarnar, men frá klokkan 19.30 leygardag hevur Strandferðslan eisini sett Ternuna inn í siglingina soleiðis, at bæði skipini sigla í pendulfart alla náttina heilt fram til klokkan sjey á morgni. ­ Ferðaætlanin er fantast­ iska góð, og vit vænta avgjørt fleiri fólk á stevnuna við einari slíkari ferðaætlan, sigur Jákup av Skarði, formaður í Stuðulsevndini fyri svimjihyl í Nólsoy. Um sjálva ferðaætlanina kann stutt sigast, at fríggja­ kvøldið verður siglingin ikki steðgað á miðnátt, men ein túrur verður gjørdur úr Havn klokkan 01, og síðani verður ein steðgur til tveir túrar verða gjørdir aftrat, ávikavist klokkan 04 og 05. Leygardagurin, sum er tann heilt stóri stevnudagur­ in, verður vanlig ferðaætlan fram til klokkan 19. Síðani verður Ternan sett inn í siglingina aftrat, og síðani gongur ikki meiri enn tími ímillum túrarnar, oftani minni. Og tað heldur sum nevnt fram heilt til klokkan sjey sunnumorgunin. So ongum nýtist at óttast fyri at stranda í Nólsoy á Ovastevnu, og tey, ið ynskja at kunna seg gjølligari um ferðaætlanina um vikuskift­ ið, kunnu fara inn á heima­ síðuna hjá Strandferðsluni, ssl.fo. Skráin fyri Ovastevnuna Fríggjadagin 15. august 10.00­17.00 Kunningastovan 10.00­23.00 Kaffistovan 18.00­06.00 Tjøldini á keiini: Matur og drekka 20.00 Kabarett 22.30 Konsert á Klivum: Ineptus, The Ghost, BIAB Leygardagin 16. august 10.00­22.00 Kunningarstovan 10.00­06.00 Tjøldini á keiini: Matur og drekka 14.00 Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, setur stevnuna 15.00 Fótbóltur: Dystur millum tónleikarar, undir og yvir 30 ár 15.00­23.00 Kaffistovan ?? Svimjararnir koma til Nólsoyar ?? Regattain kemur til Nólsoyar 17.00 Kabarett 20.00 Kabarett 22.30 Konsert á Klivum: Eyðun og Terji 22.30 Dansur í Royndarhúsinum: Hallur Joensen 23.00 Felagssangur á keiini: Okkara sangbók og Grøna sangbók 24.00 Fýrverk Sunnudagin 17. august 10.00­17.00 Kunningarstovan 12.00 Gudstænasta: Ann D. Hansen 14.00­22.00 Tjøldini á keiini: Matur og drekka 17.00 Kabarett Mánadagin 18. august 20.00 Kabarett Ómetaliga gott ferðasamband á Ovastevnu Strandferðslan hevur rættiliga lagt seg í seðlarnar í sambandi við ferðaætlanina á Ovastevnu. Ternan er sett inn frá klokkan 19.30 leygardag, og hon siglir heilt fram til klokkan sjey sunnumorgun Helena setur stevnuna Fyrstu árini, stevnan varð hildin, vóru tað lokalar kreftir, sum settu Ovastevnuna. Tað vóru limir í Stuðulsnevndini fyri svimjihyl í Nólsoy, lærararnir, báðir borgarstjórarnir, sum hava sitið síðani stevnan byrjaði. Men sum stevnan vaks, vaks eisini »tyngdin« av teimum, sum settu stevnuna. Borgarstjórar og landsstýrismenn. Bæði Jan Christiansen og í fjør Heðin Mortensen hava sett stevn­ una, umframt landsstýrismenninir Tórbjørn Jacobsen og Jógvan á Lakjuni. Aftur í ár verður tað eitt landsstýrisfólk, sum fer at seta stevnuna. Talan er um løgmálaráðharran, Helenu Dam á Neystabø, sum klokkan tvey leygardagin fer at seta 16. Ovastevnuna. Stoypa bókasavn næstu viku Tað var ikki hissini gáva, ið lærarinnan, Daniella Olsen gav bygdar­ fólki sínum heima á Sandi til ætlanina at byggja eitt bygdarsavn. Í komandi viku fer P/F Articon at uppseta formarnar til stoyping, skrivar heimasíðan bkv.fo. Eftir ætlan, skal hesin bygningurin, ið verður nærum eins stórur og kommunuskrivstovan, verða liðugur nakað undan jólum í ár.