Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-14, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. august 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 154 - 14. august 2008 Av 44 mørkum av jørð rundan um vágna átti kongur tær 43, meðan ein mørk var ogn í Vági. Hetta hevði við sær, at kongur ofta átti um helvtina av grindini í Bø. Tað, sum ikki fór til jarðar­ hval, var býtt til grindaumdømið, men fastar reglur fyri hesum komu ikki fyrr enn við grindareglugerðini í 1832. Tíggjund fór sjálvandi fyrst av øllum. Tað, sum er áhugavert við tíggindunum, er, at ein triðingur fór til kongs, ein triðingur til kirkjuna og ein triðingur til tey fátæku. Tað, sum kirkjan átti, varð selt til einahandilin. Sosial fiskivinnusøga Tað lógu ávísar skyldir á jørðini, antin hon so var kongs ella óðals. Ein av hesum skyldunum var at halda bát. Hendan skyldan var knýtt at skjútsskipanini. Tá ið prestur og aðrir embætismenn skuldu ferðast kring oyggjarnar, var neyðugt at hava eina skipan, sum kundi tryggja flutningin. Skjútsskipanin var eisini eitt vanligt fyribrigdi í Noreg, sum norski etnologurin Bjarne Rogan hevur skrivað drúgva doktara­ ritgerð um, men tíverri er ógvuliga lítið skrivað um skjútsskipanina í Føroyum. Bátsbandið, sum legði skyldur á teir, sum áttu ella sótu við jørð, at hava bát, sum tað eisini var skylda hjá bygdamonnunum eftir ávísum reglum at manna, er ein áhugaverdur partur av sosiala partin av føroysku fiskivinnu­ søguni. Eitt nýtt fyribrigdi ella nýskapan, sum kom um 18. øld var tað at kasta nót. Við nótakastunum fingu teir eina rúgvu av seiði ­ so mikið, at tað komu menn frá øðrum bygdum til nótaplássini at kryvja fyri kropp, móti at livurin lá eftir. Tað er rætt, sum Hans Andrias Sølvará skrivar, at tíðin longu var farin frá trælalógini, tá hon kom í 1777. Tað var ímóti øllum í altjóða tíðarandanum at skerja grundarlagið hjá fólki at gifta seg, og danir skiltu ikki, hví føroyingar funnu uppá hetta. Tað hevði við sær, at tann illa lýdda lógin, sum bæði heimspekiliga, menniskjaliga og samfelagsliga legði óneyðugar forðingar fyri einstaklingin, varð tikin av í 1846; og stutt eftir, í 1865, varð tað gamla bátsbandið eisini tikið av. Meðan trælalógin hevði ikki annað til endamáls, enn at styrkja valdið hjá bøndrunum, hevði bátsbandið ikki heilt sama endamál. Tað tryggjaði eisini monnum, sum einki átti, sess á báti, so at teir eisini kundu føra fong til hús. Men við fríhandli­ num kom hetta sjálvandi at verða eitt band, sum var til mikið fortreð hjá monnum, sum vildu hava egnan bát. Elegant millumspæl Høvuðskirkjan í Norðuroyggjum var kirkjan á Viðareiði, men kirkjur og bønhús hava helst eisini verið í Vági frá gamlari tíð. Fyrstu heimildirnar eru frá 1600 árunum, men í 1866 varð nýggj kirkja bygd í Gerðareiði. Tær fyrstu kirkjurnar vóru rættiliga smáar og trongar, men tað bilti ikki, tí vanliga fór lík ikki í kirkjuna tá. Var prestur ikki til taks, so var tað vanligt, at jørð varð kasta á langa tíð eftir, at fólk vórðu jarðað. Við síni lýsing av kirkjusøguni endar Hans Andrias Sølvará viðgerðina av gamla bygdasam­ felagnum, sum fyri ein stóran part kom at verða sjóðað saman við tí nýggja samfelagnum sum kom, men við nógv minni týdningi. Áðrenn spælt verður upp til tað nýggja, kemur Hans Andrias Sølvará við einum elegantum og áhugaverdum millumspæli, har greitt verður frá spennandi søgum um loynihandil og um vandamiklar sjórænarar, sum herjaðu og rændu. Í millum­ spælinum hoyra vit eisini søgur um menn, sum høvdu gjørt vart við seg í tí søguliga bygdauni­ versinum, sum til dømis Guttorm í Gerðum, Hanus í Gerðum og Páll Fangi. Her er dramatikkur og spenningur, men eisini sorgarsøgur, sum tann um skalvalopini í Gerðum, har fleiri fólk lótu lív. Globaliseraði Nólsoyar-Páll Tann nýggja tíðin byrjar við Nólsoyar­Pálli, sum fyrst festi garð á Oyri, sum hann seinni skifti um við garð á Myrkjanoyri. Nólsoyar­Páll og kona hansara Marin Malena vóru sera dugnalig fólk, sum eftir stuttari tíð fingu ikki bert fyrsta, men eisini næsta garð teirra at blóma. Nólsoyar­ Páll var ein “jack of many trades”. Tað er fyrst og fremst sum sjógarp og handilsmann, at vit kenna henda mann, sum bert var 42 ára gamal, tá hann fórst á havinum. Tikið saman um, so setti hann við sínum stutta virkna lívi í Føroyum, sum einans fevndi um nøkur fá ár, avgerandi varðar eftir seg, eisini bókmenta­ ligar. Men hann megnaði ikki at broyta embætisveldið og eina­ handilin, ei heldur tað aftur­ haldssinnið, sum nógvir ráðandi menn tá vóru merktir av, men hann var ein byrjan. Nólsoyar­Páll var eftir øllum at døma heldur ikki so væl umtóktur í samtíðini av øllum. Fleiri norðoyingar vóru til dømis ímóti uppskoti hansara um at seta fríhandil á stovn í Norður­ oyggjum, og tað vóru teir, sum ikki høvdu so nógv gott at siga um hann. Robert Joensen sigur, at Páll sum heild varð illa lýddur norðuri í Vági. Grundina kenna vit ikki, men talan kann hava verið um staðbundið klandur millum býlingarnar og vanligt afturhald í bóndasamfelagnum. Nólsoyar­Páll var partur av tátíðarinnar globalisering við einum øðrum virðisgrundarlagið, enn tey flestu, og hevur hann harafturat verið ótolin, lætt­ myntur og sarkastiskur, var skjótt at vinna sær óvinir millum nærtikin fólk. Tann seinasti parturin er um ta tíðina, tá einahandilin fekk handilshús í Klaksvík og soleiðis gjørdi tað lættari hjá norðoying­ um bæði at keypa og lata vørur til handilin. Tað var sum ein handilsligur plantuskúli. Hetta er tann tíð, tá fiskivinnan spakuliga fer at mennast, føroyingar høvdu lært av hetlendingum, sum lógu undir Føroyum og fiskaðu við snøri og línu. Valaverk At Hans Andrias Sølvará er ein góður søgufrøðingur havi eg vitað frá tí degi, hann byrjaði at lesa søgu á Fróðskaparsetrinum. Longu tá vísti hann seg fyrst og fremst sum ein teoretikara, sum dámdi betri at arbeiða við teori enn við empiri. Eitt av krøvunum til bacheloruppávuna í søgu var, at hon fyri ein part eisini skuldi byggja á empiriskar heimildir, sum studenturin sjálvur fann fram. Hans Andrias Sørvará tímdi ikki at fara at leita eftir tilfari, men fyri skomm skyld setti hann ein bandupptakara frammanfyri ommu sína og tók eina frásøgn upp á band, sum hann brúkti í uppgávuni, fyri at krøvini vóru fylgd. Men hygg nú! Nú er veruliga vent í holuni. Hans Andrias Sølvará er vorðin ein hollur empirikari, sum dugir at hylja ástøðina ella teoriina sum ein tráð, sum ikki loypir í eyguni á lesaranum, men hann er har. Hans Andrias Sølvará er vorðin ein av okkara bestu søgumonn­ um, og Klaksvíkin og fólkið her eru sera heppin til at fáa hann at skriva søguna. Tað verður sagt, at hastverk er lastverk, men tað kann ikki á nakran hátt sigast um hetta valaverk, sum eg mátti lesa við fúkandi ferð, so vónandi verið eg fyrigivin, um tað er eitt og annað, sum eg ikki havi gáað eftir. Eg eri eisini sera imponeraður av, hvat Forlagið Sprotin fær av skafti. Tað er skjótt ikki bók, sum kemur út, sum teir ikki eru uppi í. Sprotin, og tey sum standa aftanfyri Sprotan, eiga stóra tøkk uppiborna fyri teirra stóra útgávuvirksemi. Hans Andrias Sølvará, tú ert ein knassi og ein søgufrøðiligur brandur. Tær sjálvum, Klaksvíkar Kommunu og okkum øllum ynski eg hjartaliga tillukku við fyrsta bindi av Klaksvíkar søgu. Til lukku við bókini, eg gleði meg longu til næsta bind. Fyrsta bind av Klaksvíkar søgu er eitt valaverk, bæði tá tað ræður um fakliga innihadli, myndatilfar og prent, staðfesti Jóan Pauli Joensen, professari, í umrøðu av bókini tíðindi 25