hósdagur 14. august 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 154 - 14. august 2008
27
lýsingar
Starvsfólk søkist
Søkt verður eftir VASKIFÓLKI til Kiosk Activ
í Hornabø og Kiosk Activ í J. Broncks gøtu at
byrja skjótast gjørligt.
Nærri fæst at vita við at ringja á tlf. 73 37 40.
Søkt verður eisini eftir KRAMBAFÓLKI til
Kiosk Activ í Hornabø, Kiosk Activ í J. Broncks
gøtu og Kiosk Activ í Steinatúni at byrja
skjótast gjørligt.
Nærri fæst at vita við at ringja
á tlf. 73 37 41.
Nýtt heim
Vegna serligar umstøður leita vit eftir einum nýggjum
heimi til kettling okkara. Hon er av slagnum Birma.
Vinarliga ring 505353 og hoyr nærri
Stongt vegna umvæling
Vegna umvæling verður ikki opið aftur
fyrrenn 1. september 2008.
Suðuroyar Norðari Sjúkrakassi
Skrivari til Føroya
Ungdómsráð
Eitt starv sum skrivari til Føroya Ungdómsráð
(FUR) er leyst at søkja til setan 1. oktobur 2008
- ella eftir nærri avtalu.
Talan er um eitt skrivstovustarv, har tú kemur at
samskipa dagliga virksemið hjá FUR og umsita alt
samskifti við og frá FUR, bæði heima í Føroyum
og við útheimin. Í samband við norðurlendskt
samstarv og aðrar fundir, kemur tú eisini at
verða við á ferðunum uttanlands. Harumframt
kemur tú, í samband við ymiskar verkætlanir, at
virka sum samskipari. Skrivarin hjá FUR hevur
somuleiðis eisini ábyrgdina av bókhaldinum.
Starvið er áhugavert og mennandi við skiftandi
og fjølbroyttum uppgávum, sum skulu loysast í
samstarvi við nevndina og limafeløgini.
FUR er er ein samstarvsfelagsskapur fyri teir skip-
aðu, sjálvbodnu og landsumfatandi barna- og
ungdómsfelagsskapirnar í Føroyum.
FUR hevur sum endamál:
• at vera felagsumboð fyri limafelagsskapirnar,
• at viðgerða spurningar, ið viðvíkja føroyskum
ungdómi,
• at skapa áhuga fyri ungdómsmálum,
• at eggja ungdóminum at taka lut í og fáa ávirkan
á samfelagið,
• at umboða limafelagsskapirnar í samstarvi við
myndugleikarnar,
• at menna samstarvið og sínámillum fatan millum
føroyskan ungdóm,
• at menna millumtjóða fatan.
Vit vænta av tær at tú:
• Dugir at arbeiða sjálvstøðugt.
• Hevur góð samstarvsevni
• Hevur góð evni at orða teg greitt í skrift og talu á
føroyskum, enskum og einum skandinaviskum
máli.
• Hevur hóskandi útbúgving og/ella royndir innan
skrivstovuarbeiði og bókhald. Hetta er tó ikki ein
treyt.
• Ert ágrýtin og ungur í sinni
Lønar- og setanartreytir:
• Starvið verður sett sambært sáttmála
samsvarandi við útbúgving ella eftir nærri
avtalu.
Talan er um ¾ starv, dagarbeiði.
Umsóknarfreistin er til og við 15. septembur
2008
Umsókn skal sendast til:
Føroya Ungdómsráð
Tinghúsvegur 18, 4. hædd
Postsmoga 1359
110 Tórshavn
Hevur tú okkurt at spyrja hesum viðvíkjandi,
kanst tú venda tær til Tjóðhild Patursson á telefon
593395, ella við at senda teldupost til fur@fur.fo
FUR
Føroya Ungdómsráð
Um viðrar skipar Lions Club Eysturoy fyri
árligu kappsiglingini fyri 4- og 5-mannafør á
Skálafirði sunnudagin 24. august 2008.
Bátarnir fáa nummar, siglingarleið og -treytir
útflýggjaðar í Heygsstøð á Strondum 1 tíma
áðrenn siglt verður. Siglingin byrjar kl 15.
Bjargingarbelti skal vera til hvønn mann.
Tilmeldingarfreistin er fríggjakvøldið 22.
august kl. 20 til ein av niðanfyristandandi
limum í siglingarnevndini:
Regin Joensen, Skipanes,
tlf. 441280 / 211280
Sigvald Kristiansen, Skála
tlf. 441517 / 288517
Óli Zachariasen, Gøtu
tlf. 441618 / 214742
LIONS CLUB EYSTUROY
Kappsigling á
Skálafjørðinum
Renault Laguna til sølu
Bilurin er frá desember 1998. Hevur fløgu-
spælara og el-rútar. Bilurin er enskur, men er
skrásettur í Føroyum og er góður at koyra.
Verður seldur SERA BÍLIGA vegna flyting.
Áhugaði kunnu ringja á tel. 222081
Bíliga
til sølu
veitst tú ikki tað?