Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-15, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. august 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 155 - 15. august 2008 31 Tlf. 357400 · Tórsgøta 16 · www.skyn.fo Góð hús í Kvívík Innrætting og stílur Sethúsini eru í trimum hæddum. Í miðhæddini er ein góður hjallur, durur, stór gongd, vaskirúm, køkur og ein stór stova. Á loftinum er ein stór gongd, baðirúm við brúsu og trý góð kømur. Í kjallaranum er bilskúrur, stórt kjallararúm, baðirúm og eitt kamar. Køkurin er úr træ. Stovan er stór og luftig við fleiri vindeygum og góðum útsýni. Í miðhæddini eru innhurðarnar og loftini málað hvít. Á loftinum er ein stór gongd, sum kann nýtast til eina loftsstovu. Húsini eru nýmálaði uttan. Urtagarður Frammanfyri húsini er ein stórur og vakur urtagarður við fleiri trøum, runnum og blómumbedum og einari stórari og góðari græsplenu. Tað er sera snøgt rundan um húsini við góðum plássi til havamøblar, snóra- stativ, reiggjur o.a. Hinumegin vegin liggur skúli og svimjihøll umframt ein nýggjur FIFA sparkivøllur og eitt gott spælipláss. Útsýnið Útsýnið er framúrskarandi og tú sært útyvir Streymoy, Heystur, Koltur og Vágar. Umhvørvið Í Kvívík er gott og friðarligt at búgva - og Havnin við øllum sínum møgu- leikum er bert 30 minuttir frá. Tú fært meira at vita um húsini við at ringja til Skyn á tlf. 357400 ella www.skyn.fo Fakta: Adressa ............ Frammi í Gerði 9, Kvívík Byggiár: ............. 1983 Hæddir: ............. 3 Stødd innan: ..... 210 m2 Grundøkið: ....... 536 m2 Prísuppskot: ..... Kr. 1.800.000,-