fríggjadagur 15. august 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 155 - 15. august 2008
33
Tórshavnar kommuna søkir eftir tveimum
dugnaligum og ágrýtnum skrivstovufólkum/
skrivarum til spennandi størv á løgdeildini.
Uppgávur
Tit verða eitt toymi, ið tekur sær av uppgávum fyri teir tríggjar løg frøð ing-
ar nar á deildini. Tit fara m.a. at reinskriva skeytir og sáttmálar/avtalur,
avgerðir hjá skattakærunevndini og hýruvognsnevndini, umframt at tit fara
at avgreiða aðrar vanligar skrivarauppgávur.
Tit arbeiða tætt saman við løgfrøðingunum og mugu tí vera ábyrgdarfull
og duga væl at samstarva. Harumframt er neyðugt at kunna arbeiða
sjálvstøðugt.
Førleikakrøv
Til bæði størvini er neyðugt at hava skrivstovuútbúgving ella líknandi
lærdóm. Í øðrum starvinum er eisini fyrimunur at hava útbúgving sum
advokatskrivari.
Neyðugt er at duga væl at samskifta á føroyskum, bæði skrivliga og
munnliga.
Setanarviðurskifti
Størvini verða lønt sambært sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og
Kommunala arbeiðsgevarafelag Føroya.
Meira fæst at vita
um størvini við at venda sær til Jóhan E. Simonsen, deildarleiðara, á telefon
30 20 10 ella við teldubrævi á johans@torshavn.fo.
Umsóknir
við avritum av prógvum, upplýsingum um royndir og møguligum viðmælum
skulu stílast til Tórshavnar kommunu, Postsmogu 32, 110 Tórshavn og
vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 25. august 2008 kl. 12.00.
Umsóknir kunnu eisini latast inn á Snarskivuni ella sendast við teldubrævi
til torshavn@torshavn.fo. Ætlandi verða setanarsamrøður í viku 35.
Um løgdeildina
Løgdeildin veitir løgfrøðiliga ráðgeving til stjórn, nevndir og aðrar deildir
hjá kommununi. Deildin umsitur keyp og sølu av føstum ognum umframt
allar leigusáttmálar. Harumframt virkar deildin sum avgreiðsluskrivstova
hjá kommunalu skattakærunevndini og hýruvognsnevndini. Á deildini
starvast fimm fólk – tríggir løgfrøðingar og tvey skrivstovufólk.
Skrivstovufólk til løgdeildina
Tórshavnar kommuna
Renault Laguna til sølu
Bilurin er frá desember 1998. Hevur fløgu-
spælara og el-rútar. Bilurin er enskur, men er
skrásettur í Føroyum og er góður at koyra.
Verður seldur SERA BÍLIGA vegna flyting.
Áhugaði kunnu ringja á tel. 222081
Bíliga
til sølu
SMYRIL LINE · YVIRI VIÐ STROND 1 · POSTBOKS 370 · FO-110 TÓRSHAVN
TLF 34 59 00 · FAX 34 59 50 · OFFICE@SMYRIL-LINE.FO · WWW.SMYRIL-LINE.COM
Smyril Line bjóðar áhuga vert og
avbjóðandi starv sum handils-
leiðari í ein um al tjóða um hvørvi
har lykla orðini eru:
· Ábyrgd
· Personlig avbjóðing
· Dygd
· Faklig menn ing
· Persónlig menn ing
Tú ynskir at skapa úrslit og hevur
góð samstarvsevni. Við tínum
royndum innan starvsøki, veist tú
hvat krevst, fyri at handilin skal
verða í støðugari menning. Vit
seta dagliga trivnaðin sera høgt,
og vanta vit av tær, at tú dug ir at
leiða
og
stuðla
tínum
sam-
starvsfelagum. Tú fært ábyrgd av
ætlanum og starvs fólkum, og
verður ímyndin av einum góðum
arbeiðsumhvørvi. Sum handils-
leiðari fært tú nógva ábyrgd, men
samstundis eisini frælsi at viðgera
dagligu avbjóðingarnar.
Førleikakrøv:
· Viðkomandi útbúgving, t.d.
økonomi og handil
· Royndir í líknandi starvi (handils-
leiðari, handils leiðara hjálpari)
· Leiðsluroyndir
· Góðan telduførleika
(Offi ce-pakkin)
· Dugir at arbeiða strukturerað
· Skandinaviskt og enskt í talu og
skrift
· Kunn leiki til OSCAR ella líkn andi
kassa- og goymslu skip an
Vit vilja heita á bæði kvinnur og
menn at søkja starvið.
Ynskir tú at fáa meira at vita, vitja
www.smyril-line.com
ella
ring
+298 34 49 00 og spyr eftir Hotel
Manager.
Umsóknarfreist: 17. sept. 2008
Skrivligar umsóknir við CV, skulu
sendast til:
crew@smyril-line.fo,
mrk. SHOP SUPERVISOR
HANDILSLEIÐARI
TIL NORRÖNU
Smyril Line varð stovnað í 1982, og
er í dag ein altjóða fyritøka við
skriv stovum í Føroyum, Ís landi,
Noreg, Týsklandi og Dan mark.
Um framt egnar skriv stov ur, hev ur
felagið eisini sam starvsfelagar í
megin part inum
av
evrope iska
meginland inum og restini av út -
heiminum.