fríggjadagur 15. august 2008síða 55
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 155 - 15. august 2008
55
Starvsfólk til 62ºN
Arbeiði fevnir m.a. um:
avgreiðslu av flogferðaseðlum
hotel-, bil- og tok bíleggingar í samband
við ferðina
charter bíleggingar
avgreiðslu av pakka- og bólkaferðum
Tað er ein fyrimunur, um
umsøkjarin:
hevur royndir í bíleggingarskipanini
Amadeus
Sóknast verður eftir starvsfólki til ferðaskrivstovu
okkara í Tórshavn
hevur útbúgving innan ferðavinnu ella
starvsroyndir innan ferðavinnuøkið
er fjølkøn/ur
er opin og hevur lætt við at samskifta
klárar at hava nógvar bóltar í luftini
samstundis
góðan málkunnleika til føroyskt,
norðurlendskt og enskt
Talan er um fulltíðarstarv, og lønin
verður sambært avtalu. Afturat lønini
verður knýtt ein eftirlønarskipan.
Meira fæst at vita um starvið við at
venda sær til Sakaris Frederiksen á tel.
21 35 20 ella á sakaris@62n.fo
Umsóknir skulu sendast á teldupost:
sakaris@62n.fo
Umsóknarfreistin er 18. august 2008.
62ºN er ein meira enn 45 ára gomul fyritøka við yvir 60 ársverkum. Umsetningurin í 2007 var meira enn 67 mió. kr.
Virksemið hjá 62ºN fevnir um gistingarhús, ferðaskrivstovur, brennievni til flogfør, catering, kafeteria, incoming og bilútleigan.
Felagsnevnarin fyri alt virksemið er tænasta, og 62ºN er ein tænastufyritøka, sum setir kundan í miðdepulin.
www.62n.fo