Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. august 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 156 - 18. august 2008 Í fráboðan boðar Tjóðveldi frá, at sjey av floksins átta tingfólkum framvegis stuðla samgonguni Fráboðanin er soljóðandi: Tjóðveldi hevur um viku­ skiftið viðgjørt politisku støðuna, eftir at sam­ gonguflokkarnir komu í minniluta í málinum um fiskidagar, orsakað av at tingbólkurin hjá Tjóðveldi ikki stóð saman. Floksleiðslan hevði frammanundan gjørt greitt, at megnaði flokkurin ikki at standa saman um eitt slíkt aðalmál, bar ikki til at vera stjórnarberandi á hesum grundarlagi. Hetta stendur flokkurin við. Tjóðveldi hevur tí gjørt støðuna upp og verið á fundi við leiðararnar í hin­ um samgonguflokkunum. Har er boðað frá, at bæði aðalstjórn og 7 tingfólk hjá Tjóðveldi standa aftanfyri samgonguna og tær avtalur, ið eru gjørdar. Samgongu­ flokkarnir hava á hesum grundarlagi viðgjørt polit­ iska virkisførið framyvir. Støðan har einstakir tinglimir undirgrava gjørdar avtalur, kann ikki halda fram, tí hetta elvir til ov stóra órógv og vantandi virkisføri í landsstýri og á løgtingi. Tjóðveldi er tí samt við hinar samgonguleiðararnar um, at løgmaður tekur stig til at bjóða andstøðuflokk­ unum til samráðingar fyri at breiðka grundarlagið und­ ir samgonguni við tí enda­ máli at fáa støðug politisk viðurskifti og at fáa framt tey mongu týðandi málini fyri framman. ­­­ Skrivað undir fráboðanina hevur Høgni Hoydal, floks­ formaður. Lesið meira um málið á síðu 4. Sjey tingfólk standa aftan fyri samgonguna www.dekkmaster.fo info@dekkmaster.fo telefon 227 000 nógvar flottar felgur Fantastiskir dekkprísir 175/65-14.........úr 620,- 195/55-15.........úr 775,- 195/65-15.........úr 795,- 205/55-16.........úr 890,- 205/40-17.........úr 965,- 225/45-17 ........úr 995,- 225/40-18.....úr 1.290,- 235/35-19.....úr 1.710,- ...tá ið prísurin eisini er avgerandi! Corolla 2.0 linea Terra D-4D Skrásetingarnr: UP 380 Km: 120.000 Árgangur: 28.11.2002 kr. 108.000,- Corolla 2.0 D-4D SeDan Skrásetingarnr: KD 677 Km: 86.229 Árgangur: 05.05.2004 kr. 155.000,- ToyoTa rav4 2.0 vvT-i PluS Skrásetingarnr: LF 118 Km: 12.000 Árgangur: 16.02.2007 kr. 298.000,- ToyoTa Corolla 1.6 linea Sol Skrásetingarnr: EF 663 Km: 120.000 Árgangur: 07.11.2000 kr. 56.000,- yariS 1.4 H/B Terra D-4D v/Kom. Skrásetingarnr: TR 239 Km: 55.918 Árgangur: 21.09.2005 kr. 138.000,- ToyoTa avenSiS 2.0 Sol leður Skrásetingarnr: JP 405 Km: 15.000 Árgangur: 17.08.2006 kr. 255.000,- Corolla 1.4 Terra D-4D Skrásetingarnr: NK 419 Km: 45.000 Árgangur: 11.07.2006 kr. 174.000,- ToyoTa Hi-aCe 2.4 STuTTur Skrásetingarnr: PV 310 Km: 217.888 Árgangur: 13.12.2000 kr. 78.000,- ToyoTa Corolla 1,4 luna D-4D Skrásetingarnr: SF 673 Km: 88.209 Árgangur: 19.05.2005 kr. 165.000,- avenSiS 1.8 linea Sol auT. Skrásetingarnr: HV 081 Km: 88.241 Árgangur: 18.02.2003 kr. 124.000,-