mánadagur 18. august 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 156 - 18. august 2008
40 ára dagur
Hósdagin 21. august verður 40-ára dagurin hjá Det Norske Veritas í Føroy-
um hildin í Norðurlandahúsinum. Tiltakið er í høvuðsheitum ætlað vinn-
uni, avvarðandi myndugleikum, og annars øllum, sum hava áhuga í einari
burðardyggari framtíð og umhvørvi. Tiltakið fevnir um tveor fyrilestrar,
sum m.a. snúgva seg um eina burðardygga framtíð, orkukeldur, CO2-útlát
og alternativar framdriftsloysnir í skipavinnuni. Fyrilestrahaldarir verða
Henrik O. Madsen, CEO, og Tomas Tronstad, granskingarleiðari – báðir
frá DNV-samtakinum. Henrik O. Madsen er kendur fyri at verða framsøk-
in, kennir nakað til føroyska samfelagið og hevur fleiri ferð í 90`inum vitj-
að í Føroyum. Tiltakið í Norðurlandahúsinum er ókeypis. Nøkur pláss eru
eftir. Áhugað kunnu ringja á tlf 35 37 50 ella senda ein teldupost til
torshavn@dnv.com.
Seinasta freist er
20. august
Nú styttist av álvara til freistina at senda inn sangir til
sangkappingina, sum Føroya Sanglærarafelag skipar
fyri. Freistin er 20. august. Nevndin, sum skal finna
fram til teir vinnandi sangirnar er sett. Í henni eru
Joanna Johansen, Óli Jákup Joensen, Oddfríður Rasmus-
sen, Hans Pauli Tórgarð og Ásbjørn Berthelsen. Øll eru
sang- og tónleikakøn og øll hava tilknýti til skúlaverkið.
Meiri kann lesast um kappingina á heimasíðuni www.
skulasangbokin.fo, sigur Føroya Sanglærarafelag
Formaðurin í Fólka
flokkinum og Sam
bandsflokkinum, eru
rørandi samdir um, at
skulu teir upp í nakra
samgongu, verður
tað ikki sum ífylla hjá
Eidesgaard og Hoydal
Politikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Skulu Sambandsflokkurin
og Fólkaflokkurin upp í
nakra samgongu, verður
tað undir ongum umstøðum
sum ífylla hjá løgmanni og
Høgna Hoydal.
Tað eru formaðurin í Sam-
bandsflokkinum og Fólka-
flokkinum so rørandi samdir
um.
Í eini roynd at sleppa burt-
ur úr politisku naggatódnini
og at styrkja samgonguna,
ætlar Jóannes Eidesgaard
nú at tosa við Sambands-
flokkin og Fólkaflokkin um
at koma upp í samgonguna.
Men hetta kann verða
lættari sagt enn gjørt, tí
hvørgin teirra eru sinnaðir
at fara upp í eina samgongu
uttan víðari.
- Vilja teir hava okkum
upp í at føra politikkin hjá
samgonguni
víðari
eftir
samgonguskjalinum, kunnu
tey gott gloyma tað, stað-
festir Jørgen Niclasen, for-
maður Fólkafloksins.
- Skulu vit upp í, skal
talan vera um eina nýggja
samgongu og ein nýggjan
politikki, sigur Kaj Leo
Johannesen, formaður Sam-
bandsfloksins.
Fara at lurta
Jørgen Niclasen sigur, at
fær Fólkaflokkurin fundar-
boð frá løgmanni, fara tey
sjálvandi at vita, hvat hann
hevur at bjóða.
- Men tað kemur undir
ongum umstøðum upp á tal
at Fólkaflokkurin fer at
halda fram við tí politikki,
sum er stungin út í CHE-
samgonguskjalinum.
- Skulu vit upp í, skal
talan verða um um ein
nýggjan politikk við einum
nýggjum samgonguskjali,
tí hendan politikkin leggja
vit ikki navn til.
Hann hugsar serliga um
fiskivinnupolitikkin,
har
samgongan hevur sett sær
fyri at seta fiskidagamarknað
á stovn, tí tað vil Fólkaflokk-
urin ikki hoyra talan um.
- Fólkaflokkurin vil held-
ur ikki leggja navn til
skatta- og avgjaldspolitikkin
hjá samgonguni, tí tað gong-
ur bara út upp á at hækka
skattir og avgjøld sigur
formaðurin.
Jørgen Niclasen vil held-
ur ikki siga um talan skal
vera um eina samgongu við
trimum stórum flokkum,
ella um fleiri flokkar skulu
við.
- Teir tríggir stóru flokk-
arnir kundu í øllum førum
tryggja tað politiska støðu-
festi, sum vit so staðiliga
hava brúk fyri, sigur hann.
Blandast av nýggjum
Formaðurin í Sambands-
flokkinum sigur, at boð-
sendir løgmaður teimum,
fara tey at lurta.
- Men skal talan vera um,
at vit fara upp í eina
samgongu, skal talan verða
um heilt nýggjar samráðing-
ar, har øll kortini verða
blandað av nýggjum, bæði
viðvíkjandi politiskum inni-
haldi, tal av flokkum í sam-
gongu, hvussu landsstýrið
skal skipast og um, hvussu
málsøkini
skulu
býtast,
sigur Kaj Leo Johannesen.
- Kemur ein stórur flokk-
ur upp í samgonguna,
skeiklast øll javnvágin og
tað mugu vit leggja upp
fyri. Men í øllum førum
skulu vit byrja á sløttum
borðum við nýggjum sam-
gonguskjali og nýggjum
politikki.
- Skal Sambandsflokkurin
hava nakað við hetta at
gera, verður hetta treytin,
sigur Kaj Leo Johannesen.
Annars eru bæði Kaj Leo
Johannesen og Jørgen Nicla-
sen eisini so rørandi samdir
um, at tað besta hevði verið,
at løgmaður leggur frá sær
og letur onkran annan floks-
formann sleppa at royna at
skipa eina nýggja sam-
gongu
Les meiri á síðu 2.
Næstformaðurin
í Tjóðveldinum
hevur ringar vónir
um eina framtíð við
Sambandsflokkinum
ella Fólkaflokkinum
við í samgonguni.
Hann mælir enn
einaferð til at royna at
fáa Sjálvstýrisflokkin
sum fastan part í
samgonguni
Politikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Tað kann skjótt blíva mein-
ingsleyst hjá Tjóðveldinum
at halda fram í samgong-
uni.
Tað heldur Tórbjørn Jac-
obsen, næstformaður í Tjóð-
veldinum.
Hann hevur ringar vónir
til ætlanina hjá løgmanni at
fáa antin Sambandsflokkin,
ella Fólkaflokkin upp í sam-
gonguna afturat fyri at
styrkja politisku støðuna.
Tórbjørn Jacobsen hevur
áður sagt fyri Sosalinum, at
honum dámar CHE sam-
gonguna ótrúliga væl, tí
hann heldur, at hetta er ein-
asta samgonga, sum er før
fyri at loysa grundleggjandi
trupulleikarnar
í
fiski-
vinnuni, eitt nú við at skipa
ein fiskidagabanka, men
eisini á eftirlønarøkinum og
á skattapolitiska økinum
Hann hevur eisini sagt, at
eftir hansara tykki er ongin
loysn at fáa Fólkaflokkin
ella Sambandsflokkin upp í
samgonguna, tí eftir hansara
tykki verður tað ómøguligt
at fremja neyðugu broyting-
arnar saman við teimum.
Og hesa áskoðan hevur
hann framvegis og tí hevur
hann lítlar vónir um ætlan-
ina hjá løgmanni at fáa Sam-
bandsflokkin ella Fólka-
flokkin upp í samgonguna.
- Fáa vit Fólkaflokkin
upp í, er ovurhonds stórur
vandi fyri, at vit missa allan
vinnupolitikkin hjá sam-
gonguni á gólvið og ikki
fáa tikið tey stigini, sum
bæði vit í Tjóðveldinum og
Javnaðarflokkurin eru samd
um, eru lívsneyðug. Fólka-
flokkurin hevur jú boðað
frá, at skal hann upp í sam-
gonguna, skal tað vera fyri
at føra fólkaflokspolitikk.
- Fáa vit hinvegin Sam-
bandsflokkin upp í samgong-
una, er ovurhonds stórur
vandi fyri, at vit missa allan
tjóðskaparliga profilin á
gólvið og so skal Tjóðveldið
sita í eini samgongu og
umsita danska heimastýrið.
Næstformaðurin í Tjóð-
veldinum sigur, at tí er tað
so ógvuliga skjótt at tað
kann gerast púra meinings-
leyst hjá Tjóðveldinum at
halda fram í samgonguni.
- Í øllum førum verður tal-
an um sera tórførar og ógvu-
liga drúgvar samráðingar og
tíð hava vit ikki nógv av, tí
longu um fimm vikur skal
uppskot um fíggjarlóg fyri
2009 leggjast fyri Løgtingið.
- Sjálvandi veldst um,
hvat samráðingarnar enda
við, men í øllum førum
síggi eg svart upp á vónirnar
at fáa eitt betri samgongu-
skjal, enn vit hava nú.
Skeivt at kasta
frá sær
Hinvegin heldur Tórbjørn
Jacobsen eisini, at tað
órímiligt at Tjóðveldið skal
tveita stjórnarvaldið frá sær
fyri tað um ein tinglimur
floksins skjýtir ímóti sam-
gonguni og floksfeløgunum,
soleiðis sum Heini O.
Heinesen gjørdi í málinum
um fiskidagarnar.
Tí er hann framvegis av
teirri áskoðan, at besta
loysnin er at fáa Sjálvstýr-
isflokkin sum fullgyldugan
lim í samgonguni, so at
hann eisini fær umboð í
landsstýrið og at vit fáa eitt
nýtt samgonguskjal.
Hann metir, at tað kundi
verið ein samráðing, sum
kundi fingist skjótt frá hond-
ini, tí partarnir eru longu í
samstarvi.
- Ein samráðing við Sjálv-
stýrisflokkin hevði uttan
iva verið tann støðan, har
vit høvdu sloppið við teim-
um minstu broytingunum
samgonguskjalinum og tað
kundi tryggja politiskan
arbeiðsfrið og støðufesti.
- Og tí er púra vist, at
greiða má fáast á politisku
støðuni heilt skjótt, leggur
hann afturat.
Les meiri á síðu 2.
Skræða samgonguskjalið
og byrja av nýggjum
Tað er skjótt meiningsleyst at halda
fram í samgonguni
Tórbjørn Jacobsen sær svart
upp á at fáa Sambandslokkin
ella Fólkaflokkin upp í
samgonguna. Hann mælir
enn einaferð til at gera
Sjálvstýrisflokkin til fastan
lim í samgonguni við egnum
umboði í Landsstýrinum