mikudagur 20. august 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 158 - 20. august 2008
SAMBAND
kári MikkelSeN
kAriM@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
tíðindi
Sterka spreingingin á
Hamrinum á Argjum
í gjár kundi ført nógv
størri skaða við sær
SPREINGING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Vit vita ikki enn, hvat tað
var sum hendi á Argjum í
gjárkvøldið.
Tað sigur Niclas Joensen
frá Articon, sum stendur
fyri arbeiðinum at grava út
fyri nýggjum skúla á Hamr
inum á Argjum.
Tað var um hálvgum seks
tíðina í gjárkvøldið, at
sterka spreingingin hendi,
sum sendi hampiliga stórar
steinar fleiri hundrað metrar
oman í býin. Fleiri hús
fingu snuddir, men tíbetur
hendi eingin mannskaði.
Articon fer nú at kanna,
hvat tað var sum hendi á
Argjum í gjárkvøldið.
Ikki greitt hvat hendi á Argjum
Spreingingin á Argjum í
gjárkvøldið var óvanliga sterk
Mynd: Jan Egholm
Tað ber til við minni
lutasamgongum í
londunum rundan
um okkum, hví skal
tað so ikki bera til
hjá okkum, sigur
løgmaður til politisku
støðuna, nú teir stóru
andstøðuflokkarnir
ikki vilja koma upp í
samgonguna
POLITIKKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Løgmaður hevur í morgun
staðfest, at ikki ber til at
skipa eina breiða samgongu
við øðrum av stóru and
støðuflokkunum.
Jóannes Eidesgaard, løg
maður, hevði fundir við
Sambandsflokkin mánadag
in og við Fólkaflokkin týs
dagin, men bæði Kaj Leo
Johannesen, formaður í Sam
bandsflokkinum, og Jørgen
Niclasen, formaður Fólka
floksins, gjørdu greitt, at teir
ynsktu ikki at gerast partur
av
samgonguni.
Báðir
gjørdu greitt, at byrjast
skuldi við blonkum pappíri.
Eftir at hava fundast um
støðuna gjørdi løgmaður
av, at royna eina minniluta
samgongu við Sjálvstýris
flokkinum sum stuðuls
flokki.
Tað er eingin loyna, at tað
hava verið nógvar ósemjur í
samgonguni, og Gerhard
Lognberg hevur meldað seg
úr tingbólkinum hjá Javnað
arflokkinum. Hvussu støðan
er við Heina O. Heinesen er
eitt sindur ógreitt, men løg
maður roknar við, at hann er
partur av Tjóðveldi og har
við verður við í valbólkinum
hjá samgonguni.
Seinast eg visti var Ger
hard Lognberg ikki partur
av valbólkinum hjá sam
gonguni, og tað hevur eina
reint matematiska ávirkan á
talið av nevndarsessum, sig
ur løgmaður.
Spennandi avbjóðing
Sum ført hevur verið fram
fleiri ferðir, er ein minni
lutasamgonga ikki roynd í
Føroyum áður. Men Jóannes
Eidesgaard sigur, at tá tað
ber til í londunum uttan um
okkum, so er eingin orsøk
til, at tað ikki eisini skal
kunna bera til í Føroyum.
Tað liggur okkum nú á
hjarta, at fáa minnilutasam
gonguna upp at standa og
vísa, at hon er arbeiðsfør í
verki, sigur Jóannes Eides
gaard, løgmaður.
Hann sigur, at tað hevur
veirð fokuserað ógvuliga
nóg upp á ósemjur, og róð
verður upp undir, at einki er
fingið av skaqfti hjá hesari
samgonguni.
Men hetta er ikki rætt.
Vit hava avgreitt útlendinga
málið, sum er eitt risastórt
mál. Og vit hava avgreitt
fleri onnur mál, so at siga,
at einki er komið av skafti,
er ikki rætt, sigur løgmað
ur.
Hann er sannførdur um,
at talan verður um eina
spennandi avbjóðing, sum
liggur fyri framman.
Hetta fer at krevja meiri
av øllum, bæði landsstýris
fólkum og tinglimum. Men
tað
fer
samstundis
av
merkja, at øl verða meiri
inndrigin í málini og í pol
itisku viðgerðina, sigur løg
maður.
Løgmaður fer nú at heita
á tingformannin um sum
skjótast at kalla tingið sam
an til tess at fáa nevndirnar
valdar av nýggjum.
Minnilutasamgonga roynast
Løgmaður heldur fram í enari minnilutasamgongu við Sjálvstýrisflokkinum sum stuðulsflokki