mikudagur 20. august 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
hesaferð
Norðtoftir,
Norðdepil,
Hvannasund
og Viðareiði
15. partur
Í nógvar vikur hevur Sosialurin verið úti við mynda
tólinum og sett ljós á tær ovurhonds stóru mongdirnar
av burturkasti, sum sløðist runt í okkara vøkru oyggj
um. Bæði á bygd, í bý og úti í náttúrini. Og í dag koma
vit við enn einum parti í røðini við misvísandi yvir
skriftini »Heimsins reinasta oyggjaland«.
Allar myndirnar eru tiknar ígjøgnum rútin á einum bili á
alfara vegi, ella har koyrandi er. Gløgt er gestsins eyga, sigur
orðatakið, og tað merkir, at alt burturkastið, sum sæst ígjøg
num myndatól okkara, sjálvandi eisini kann avmyndast av
teimum ferðafólkum, sum vitja Føroyar. Tær fyrstu myndirnar
vóru úr høvuðstaðarøkinum, har flestu ferðafólk koma upp á
land ella seta kós ímóti, eftir at vera lend í Vágum. Í øðrum
parti vóru vit í grannabygdunum fyri norðan, Kaldbak, Kald
baksbotni og Sundi, sum allar hoyra til Tórshavnar kommunu,
sum fyri kortum hevði umhvørvisviku, og í triðja parti stóðu
bygdirnar vestan og norðanfyri, Kirkjubø, Velbastaður, Syðra
dalur og Norðadalur, fyri skotum. Myndirnar í fjórða parti
vóru av Signabø, úr Kollafirði, Hósvík, við Áir og úr Hvalvík,
og í fimta parti Saksunardali og Saksun. Sætti partur var úr
Nesvík, av Langasandi og úr Haldórsvík, men ikki úr
Tjørnuvík. Har var nevniliga onki at seta fingur á. Síðani vóru
vit á Oyri, ið hevði so nógv órudd at bjóða uppá, at bygdin
fekk alla opnuna. Í 8. parti høvdu vit myndir av Oyrabakka,
frá Norðskála og úr Svínáum, sum eisini hoyra til Sunda
kommunu. 9. partur var úr Ljósáum og av Eiði, Næstseinast
vóru vit í teimum tveimum bygdunum í Eiðis kommunu,
Ljósá og Eiði, 10. Partur úr norðastu bygd í Sunda kommunu,
Gjógv og úr Funningi, sum frá 1. januar fer upp í Runavíkar
kommunu. Og sum áður nevnt vóru teir báðir síðst partarnir
úr Klaksvík. Mikudagin var túrurin komin til tvær av teimum
smærru bygdunum í Klaksvíkar kommunu; Ánirnar og við
Strond, og fríggjadagin vóru vit í Haraldsundi, Kunoy og
Árnafirði. Í dag flyta vit okkum víðari norðureftir til
Norðtoftir, Norðdepil, Hvannasund og Viðareiði.
Føroyar skal vera ferðamannaland, er vakra endamálið hjá
bæði politikarum og myndugleikum, sum arbeiða við
ferðavinnu. Í fjør kom stóra herðaklappið frá háttvirda
tíðarritinum, National Geografic Traveler, sum setti Føroyar á
eitt fyrstapláss av 111 oyggjalondum, tá tað snýr seg um at
hava reint umhvørvi. Men liva vit upp til hetta? Og hvønn
mátistokk hava tey fólkini brúkt, ið hava útnevnt oyggjar
okkara til henda fornemma heiður? Um tey yvirhøvur hava
verið her og hugt upp á umstøðurnar, so er ivaleyst gjørt skjótt
av. Og hava hesi verið varug við tey túsundtals tonsini av
burturkasti, sum sløðist runt allastaðni? Um so er, kann hetta
valla hava talt við í grundarlagnum fyri metingini. Annars má
standa ómetaliga illa til í øðrum oyggjalondum, sum eru á
listanum hjá blaðnum. Tað var í øllum førum ikki torført at fáa
Heimsins reinasta
Nr. 158 - 20. august 2008
20
Norðtoftir
Norðtoftir
Viðareiðisvegurin
Norðtoftir
Viðareiðisvegurin
Hvannasund
Norðtoftir
Norðtoftir
Norðtoftir