mikudagur 20. august 2008síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 158 - 20. august 2008
lýsingar
Sjúkrahúsarbeiðari / portørur
Eitt starv sum sjúkrahúsarbeiðari (portørur) er leyst
til setan frá 1. novembur 2008.
Eisini verður søkt eftir avloysara fyri portør í farloyvi
frá 1. novembur 2008 til 1. septembur 2010.
Portørdeildin er ein deild við nógvum ymiskum
uppgávum m.a. bráðfangishjálp í samband við
lívbjargandi arbeiði, flutning av sjúkum og skaddum
fólkum. Eisini hevur portørdeildin ábyrgd av øllum
portørarbeiði á sjúkrahúsinum, og setir hetta stór
krøv til starvsfólk, ið mangan arbeiða undir serliga
strongdum umstøðum.
Tann, ið settur verður kemur at arbeiða í skiftandi
vaktum við tilkallivakt frá heiminum. Neyðug upp-
læring verður givin á sjúkrahúsinum.
Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðsmanna-felag.
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til
Birgir Dimon telefon 34 33 00 lokal 3230.
Umsóknir skulu sendast til:
Suðuroyar Sjúkrahús
att. umsjónarmaðurin
Sjúkrahúsbrekkan 19
800 Tvøroyri
ella
ssh@ssh.fo
Umsóknarfreist: 22. septembur 2008.
Suðuroyar Sjúkrahús
FO-800 Tvøroyri
Tlf: 34 33 00 · Fax: 37 11 42
E-mail: ssh@ssh.fo
Sunnudagsskúli
byrjar aftur aftaná summarfrí
Sunnudagin 24. august 2008 kl. 12.00
í Skúlaheiminum við Marknagilsvegin 75.
Øll børn eru hjartaliga vælkomin.
Samkoman við Marknagil
Ríðiveitsla
Felags ríðiveitsla verður í Tølthøllini
leygardagin 30. august kl. 19.00.
Atgongumerki á kr. 300,- kunnu heintast
leygardagin 23. august frá kl. 11.00 til 15.00
í Tølthøllini.
Vinarliga
Føroyskt Íslendskt Rossafelag
Røroya Ríðingafelag
Vága Ríðingafelag
J. Paturssonargøta 18 · Tórshavn · Tel 322045
Opið er soleiðis:
Mánadag, týsdag og hósdag ......10.00-18.00
Mikudag og fríggjadag ...............11.00-18.00
Hvønn dag í august mánaða verða Sudoku
uppgávur at finna í Sosialinum.
Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess størri
møguleika hevur tú at vinna.
Sendið okkum loysnina innan mánadagin
8. september 2008 kl. 10.00 og merkið
brævbjálvan »Sudoku«.
Drigið verður aðru vikuna í september.
Fyri at vera við í kappingini, skal øll uppgávan
verða loyst.
AUGUST-KAPPINGIN
Navn:
Bústaður:
Telefon:
Sendið til: Sosialin · Boks 76 · 110 Tórshavn
Merkið brævbjálvan »Sudoku«
Vinningurin í august
In•tone clinic letur vinningin í august,
sum er eitt gávubræv á 12 viðgerðir,
virði kr. 4.200,-.
Stra
mma
kro
pp
og an
dlit u
ttan
sku
rðvið
gerð
Mánaðarkort-tilboð
Kom til viðgerð so ofta tú hevur hug í ein heilan mánað.
Mánaðarkort bert kr. 3.990,-
Tilboðið er bert galdandi til 1. sept. 2008
Klænkar
Minkar um appelsinhúð
Strammar kroppin upp
Tekur burtur strekkimerki
Gevur fastari húð
Kokubotnavenjingar
Vøddamýking
Fitibrenning
Útreinsar avfallsevni
Styrkivenjing
Yngir
Andlitslyft
Minkar um rukkur
Tekur burtur fínar linjur
Betrar um aknehúð
Gevur bringulyft
Antistress viðgerð
Zoneterapi
Kostvegleiðing
Vinnari av Juli-kappingini:
Sylvia E. Guttesen
Spógvavegur, Tórshavn
Hósdagin 21. august
Svínakambur / Hakkibúffur
Fríggjadagin 22. august
Spariribs / Lasagna
Leygardagin 23. august
FK-búffur
Mánadagin 25. august
Kókað neytakjøt / Fiskafrikadellur
Týsdagin 26. august
Stoktur medistari / Høsnarungabringa
Mikudagin 27. august
Rullusteik / Stoktur kalvi