Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. august 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 159 - 21. august 2008 Í hesum døgum vitjar Mandskoret Sønderborg í Føroy­ um. Við kórinum eru um 40 mans, harav tann eini er Óli Jacobsen úr Havn, men sum starvast sum yvirlækni í Sønderborg. Tað sjáldsama við kórin­ um er, at tað er ein kvinna sum stjórnar hesum sangglaðu monnunum Kórsangur Orð&mynd: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo - Tað er satt fornoyilsi at vera kórleiðari hjá hesum 40 monnunum, sigur Helle Damkjær, sum hevur stjórnað kórinum seinasta hálvtannað árið. Tað er ikki vanligt at kvinnur stjórna einum man- skóri, men tá Helle varð spurd um hon vildi taka við leiðsluni í 87 ára gamla kórinum, ivaðist hon ikki eina løtu. - Eg var eitt sindur nervøs at byrja við. Men eg má bara siga, at eg havi sjáldan havt eitt meiri lýðið og »lydhørt« kór enn hetta, sigur Helle, sum í kvøld skal stjóra kórinum á konsertini í Norðurlandahúsinum. Á vitjanini verða tvær konsertir – henda í Norður- landahúsinum saman við Tórshavnar Manskóri og ein í Gøtu kirkju, har sungið verður saman við kórinum Eystanljóð. Nýggj sangskrá Tá Helle fyri hálvum øðrum ári síðani gjørdist kórleiðari í manskórinum, var tað ikki tí at hon hevði royndir júst við slíkum kórum áður. Hon er útbúgvin urgu- leikari, og hevur í mong ár stjórnað blandaðum kórum. Nú var ístaðin neyðugt hjá henni at seta seg inn í eina heilt aðra sangskrá. Tí, sum hon sigur: - Fyrr kundi eg bara blaða í nót- unum og síðani velja sang- irnar burturúr. Nú mátti eg líkasum lurta meg fram til, hvussu ein sangur fór at ljóða í einum slíkum manskóri. - Men hinvegin, var hetta ein sera spennandi avbjóð- ing. Og úrslitið, - ja tað fáa tit møguleika at í kvøld og leygardagin í Gøtu, sigur Helle Damkjær, spent á málinum. Kórið sjálvt er ógvuliga væl skipað, og stórur dentur verður lagdur á tann sosiala partin. Hetta ger eisini sítt til, at menn verða verandi í kórinum í langa tíð. - Eg var so mikið heppin, at teir søgdu við meg, at eg skuldi bert taka mær av sanginum. Teir skuldu ordna alt hitt. - Og so var tað heldur ikki verri, at teir lokkaðu meg við hesi Føroya-ferð- ini, og sum nú er vorðin veruleiki, sigur kvinnuligi kórleiðarin. Kórið hevur nøkur føst til- tøk um árið, men hevur haraftrat vitjað í Svøríki, Onglandi, Wales og í Letlandi. Í 2010 verður kórið vertur fyri eini landsstevnu í sangi. Og her vóna teir – ella tey! – at okkurt føroyskt kór fer at luttaka. Ein kvinna og 40 mans Teir 40 menninir og tann eina kvinnan eru spent uppá fyrstu uppgávuna á føroyskari jørð. Fremst á myndini síggjast vinstrumegin: Óli Jacobsen úr Havn, kórleiðarin Helle Damkjær og hálvi føroyingurin Thor Vinther Dagliga liggur Slættanes avtoftað, men um vikuskiftið er ætlanin at fáa lív aftur í hesa bygdina norðast á Vágoynni stevna Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Leygardagin og sunnudagin skipar Sandavágs Forn- minnafelag fyri einum viku- skiftistiltaki, har møguleiki verður hjá fólki at uppliva gamlar dagar og at hugna sær saman við øðrum. Ein partur av skránni er ein framsýning í skúlanum, har dentur verður lagdur á at vísa myndir av fólki og bygdarlívi á Slættanesi. Í skýmingini leygar- kvøldið fer Knút Olsen at spæla nøkur fiól-stykkir av norska tónaskaldinum Ole Bull. Eisini fara Marjun Dalsgarð og Egin Markná at hugleiða um barna og summarminni á Slættanesi. Á midnátt leygarkvøldið fer dansifelagið Tøkum Lætt at dansa, og seinni um náttina verður Syngi-við- løta, har Tummas Heri og Knút spæla harmoniku. Sunnudagin verður guds- tænasta í skúlanum kl. 14, har sóknarpresturin í Kvívík, Theodor Olsen prædikar. Í samband við tiltakið gerð Vága Ríðingafelag túr úr Miðvági leygardagin kl. 15 og Vága Gongufelag av Oyrargjógv kl. 14. Møguleiki er eisini at koma til Slættanesar sjó- vegis, tí Ólavur, sum í síni tíð røkti rutuna millum Vestmanna og Fútaklett, siglir av Oyragjógv fleiri ferðir hetta vikuskiftið. Øðrvísi vikuskifti á Slættanesi Trygdin í lagi á Sandi Bryggjukanturin úti í Sands Havn hevur nú fingið ein annan og meiri sjónligan lit, skrivar heimasíðan bkv. fo. Tað er annars ikki lógarkrav um at slíkir stokkar eru á bryggjukantunum, og eru tað mong sum undra seg yvir. Í onkrum av bátahylunum eru nærum ongir stokkar at síggja, men Sands Havn hevur í øllum førum síni viðurskifti í lagi. Alheims leiðararáðstevna 3. til 4. oktober verður ein alheims leiðararáðstevna, nevnd Global Leadership Summit 2008 í Norðurlandahúsinum í Føroyum. Á stevnuni, sum er felagskirkjulig, verða sjey undirvísingartímar. Hetta eru teir somu tímar, ið verða nýttir í teimum umleið 165 býunum, har ráðstevnan verður hildin. Upptøkurnar verða gjørdar á eini ráðstevnu í Chicago í hesum mánaðinum, og verða tær síðani sendar runt heimin. Á hesi alheims ráðstevnan fáa luttakararnir ymisk amboð, sum kunnu hjálpa til at menna samkomuna ella kirkjulið. Ísland: Í komandi viku hittast 30 polit- ikkarar úr útnorðuri, Noregi og Svøríki í íslendska býnum Grundarfjørður at viðgera um mál av felags áhuga. Millum málini á dagsskránni er bjarg- ingararbeiði, fríhandil og hvala- og kópa- veiða, eins og viður- skiftini við ES skulu á borðið at venda. Júst hesin spurning- urin fer helst at fáa drúgva umrøðu, tí ætlanin er at londini í útnorðuri skulu styrkja um samstarvið fyri at kunna standa sterkari mótvegis ES, tá talan er um fiskivinnu og veiðu. - Vit fara eisini at tosa um rættin hjá okkum til eina burðar- dygga nýtslu av øllum livandi tilfeingi, mill- um annað kóp og hval. Eisini ynskja vit at fáa ein felags tak fyri at formidla upp- lýsingar um burðar- dygga veiðu. - Á henda hátt kunnu vit mótarbeiða kenslubornum og óupplýstum tjaki, sum ofta sermerkir tosið um hetta málið í lond- um, sum ikki hava siðir í hesum, sigur Kári P. Højgaard, sum er varaformaður í ráðnum. Úr Føroyum luttaka Kári P. Højgaard, Andreas Petersen, Poul Michelsen, Magni Laksáfoss, Bergtóra H. Joensen og Jenis av Rana. sb. Fríhandil og hvalaveiða á skránni