Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. august 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 159 - 21. august 2008 Við software skipan­ um sum gera tað møguligt at stýra og samskipa alla vitan um komponentar og starvsfólk, hevur ein føroysk fyritøka í Keypmannahavn funnið sína heilt ser­ støku rók í altjóða off­ shore vinnuni VINNA Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Í einari vinnu, sum ikki kennir landamørk, og har allar fyritøkur fevna um flei­ ri lond, ber tað kanska ikki til at siga, at ein fyritøka er føroysk. Men vit gera tað kortini. Vit loyva okkum at kalla fyritøkuna, Keel Solu­ tion, fyri eina føroyska fyritøku. Við høvðussæti í Keyp­ mannahavn, menningar­ deild í Ukreina og starvs­ fólkum ferðandi runt allan heim, hava føroyingarnir Christian Didriksen Grahn, Heini Mikkelsen og Ruben Mikkelsen ment Keel Solu­ tions sum ein heilt serligan nissjuveitara av KT loys­ num fyri offshore vinnuna. Heini Mikkelsen hevur eina fortíð í oljuvinnuni, og Christian D. Grahn arbeiddi frammanundan í KT ráðgev­ ingarfyritøku, sum gjørdi SAP loysnir. Teir sóu ein tørv á einari skipan, sum kann samla alla vitanina, sum liggur í oljufyritøku­ num, og oljufelagið, Maersk sá beinanvegin so stórar møguleikar í hesari ætlan, at teir ynsktu at fíggja alt menningararbeiðið. Danska oljufelagið, Maersk, er í dag høvuðskun­ di hjá fyritøkuni, men føroy­ ingarnir eiga fyritøkuna við einari liðugtmentari skipan við stórum sølumøguleik­ um. Fyritøkan er í menning, og ein skrivstova í Klaksvík, ein í Singapore og eitt venj­ ingarstað í Ukreina eru mill­ um annað í umbúnað. Og hendan mánaðan luttekur Keel Solution í stóru olju­ ráðstevnuni í Stavanger. Øll vitan í eina skipan Virksemi hjá stórum oljufe­ løgum er komplekst og umfatandi. Og tí hevur tað stóran týdning – ikki minst fyri effektivitetin – at vitan­ in í ymisku liðunum verður gagnnýtt á besta hátt. ­ Boripallar verða bygdir við meira enn 60.000 ymisk­ um komponentum. Starvs­ fólkini, sum byggja pallin eru ikki tey somu, sum reka hann, og hinumegin knøttin er ein annar sama slag pallur við heilt øðrum starvsfólkum, greiðir mark­ naðarleiðarin í Keel Solu­ tion, Dánial Hoydal frá. Keel Solution hevur ment eina skipan, sum ger tað møguligt at fylgja tí ein­ staka komponentinum frá vøggu til grøv. Hvør lutur hevu sítt sam­ leikamerki, og tí ber til at fylgja lutinum frá tí hann verður brúktur fyrstu ferð til hann verður útskiftur. Hetta ger at vitanin ikki rím­ ur við tí einstaka starvs­ fólkinum, men verður ver­ andi í skipanini. ­ Vitanin er longu til, men liggur ofta í ymiskum deild­ um í fyritøkuni ella hjá tí einstaka starvsfólkinum, og tað er sjálvandi ikki nøkt­ andi í risastórum oljufyri­ tøkum, sigur marknaðarleið­ arin hjá Keel Solution. Føroyska fyritøkan hevur eisini ment eina líknandi skipan fyri starvsfólkafør­ leikar. ­ Tað sum fær fólk at siga upp er ofta, at tey ikki ken­ na seg nóg væl brúktan, at tey ikki sleppa at brúka teirra førleikar. Og mangan missa stórar fyritøkur starvs­ fólk, tí tey heilt einfalt ikki vistu hvørjar førleikar tey høvdu, greiðir Dánial Hoy­ dal frá. Skipanin hjá Keel Solu­ tion skrásetir allar førleikar, útbúgvingar og trygdar­ skeið, soleiðis at HR deildin og leiðslan betur kann plan­ leggja arbeiðið og nýta før­ leikarnar sum liggja í felag­ num heldur enn keypa dýrar konsulentar uttanifrá. Alt hetta hevur týdning fyri oljuvinnuna í framtíðini, tí stórur tørvur er á kvalifiser­ aðari arbeiðsmegi. Løtt at brúka Ein sporførisskipan ger arbeiðið meira effektivt og gevur oljufeløgum møgulei­ ka at spara nógvar pengar. Men fyri at hon skal virka krevst, at alt verður skrásett. Hetta hendir sjálvandi ikki av sær sjálvum, og trupul­ leikin við vitanarsavning er mangan, at skrásetingar­ arbeiðið er ov innviklað til vanliga brúkaran. Men skipanin hjá Keel Solutions er rættiliga brúkaravinarlig. Til dømis hevur skipanin eina blogg­ skipan, har tann einstaki ingeniørurin, sum sær ein feil í einari pumpu á bori­ pallinum, ikki noyðist at fara inn í ein torføran data­ basa at skráseta feilin, men kann skriva vitanina inn á ein einfaldan blogg, sum øll duga at brúka. ­ Bloggurin er lumma­ bókin hjá starvsfólkinum. Í staðin fyri at skriva tað nið­ ur í eina bók, sum bara ligg­ Føroysk fyritøka vekir ÍSB skipar fyri barnadegi Leygardagin 30. august skipar Ítróttasamband fyri Brekað fyri sokallaðum Barnadegi í ítróttahøllini á Hálsi í Havn. Talan er um tiltak, har ið endamálið er at savna so nógv sum møguligt av børnum og ungum, sum bera okkurt breki. Hugsað verður bæði um tey, sum í løtuni eru virkin innan ÍSB, men eisini, og ikki minst, tey, sum ikki taka lut í nøkrum ítrótti. Í Føroyum eru fleiri børn og ung, sum eru brekað og sum kundu fingið enn meira burturúr tilveruni, um tey vóru virkin á itróttaøkinum, har ið fleiri møguleikar eru. Á Barnadegnum fara vit at kunna um hesar møguleikar, og annars sleppa øll at royna seg í ymsum spølum. Tiltakið skal vera eitt stuttligt og hugnaligt upplivilsi. Ein drekkamuður verður eisini at fáa.Vit heita á øll foreldur, ið vara av børnum við breki um at koma við til Barnadagin saman við børnunum. Tiltakið byrjar kl. 11 og hildið verður fram til kl. 14. Neyðugt er at boða frá luttøku. Tað kann gerast á tlf. 317579 / 216760 ella við telduposti til isb@post.olivant.fo Skúlabørn sendu 32 bókaummæli Í summar hevur barnabókasavnið í Havn havt eina kapping, har øll skúlabørn kundu senda ummæli av bókum, sum tey hava lisið. Nú er kappingin av, og 32 ummæli komu inn. Har eru bæði stutt og long ummæli, og sum vit ynsktu, eru bæði ummæli, har bókin verður róst og viðmælt, og ummæli har verður sagt frá, hvussu keðilig onkur bók hevur verið at lisið. ­Vit hava kastað lut millum øll ummælini og funnið tríggjar vinnarar. Hesar tríggjar hava vunnið hvør sítt gávukort á 300 kr. í Rit&Rák í SMS: Sigrid, 11 ár, Tórshavn. Rakul Hansen, 13 ár, Tórshavn. Rannvá Egholm, 12 ár, Velbastaður. Øll ummælini kunnu síggjast á http://leita.bbs.fo/bokaummali