mikudagur 20. august 2008síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 158 - 20. august 2008
tíðindi
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
bilar
Bilradio á Rás2
Sendingin Bilradio á Rás2 verður send
hvønn týsdag kl. 16.10, fríggjadag
kl. 8.05 og leygardag kl. 13
Nýggi Toyota Land
Cruiser V8 er ein heilt
serligur bilur, sum
kann tað heila. Hann
er bæði ein 7-persóna-
bilur og off-roadari,
samstundis sum hann
er so fínur sum ein
Lexus limousina.
Komfortur og koyri-
eginleikar eru á sera
høgum støði
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Hóast talan er um ein heilt
nýggjan bil, er Toyota Land
Cruiser ikki so nógv broyt
tur í útsjónd í mun til for
gangaran. Hetta kemst av,
at Land Cruiser hevur sín
egna identitet og skal helst
síggja út sum ein Land
Cruisari.
Ein bilur sum kostar yvir
eina millión krónur, má
vera nakað heilt serligt. Tað
er Land Cruiser eisini. Fyri
tað fyrsta er Land Cruiser
ein rættuliga stórur bilur,
næstan 5 metrar langur, 2
metrar breiður, yvir 1,90 m
høgur og vigar næstan 3
tons. Hann er ein ektaður
”off roadari”, 7persóna
bilur, stationcar og ein luks
usflótari. Alt í einum bili.
Kappingarneytarnir
hjá
Land Cruiser eru bilar sum
t.d.
MercedesBenz
GL
450, Audi Q7 og Range
Rover TDV8.
Fyri at kunna hava eina
meining um ein slíkan bil,
má hann upplivast. Hann er
so framkomin og so gjøgn
umførdur allan vegin ígjøgn
um. Tað sum er “prikkurin
yvir inum” í hesum bili
num er V8 dieselmotorurin
við 286 hk og einum botn
trekki upp á ikki minni enn
650 Nm við 1.600 til 2.800
snún/min. Bilurin er sera
kvikur bilur í mun til vekt
ina. Hann koyrir frá 0100
km/t upp á 8,2 sekund,
hóast hann vigar 2.725 kg.
Annars hevur bilurin alla
hugsandi útgerð hvat við
víkur komforti og trygd
sum t.d. 14 airbag ymsastað
ni í bilinum og trygdarskip
anir at til koyring uttan fyri
vanliga koyrivegin sum t.d.
»Hill Start Assist control«
og »Downhill Assist con
trol«.
Undirvognurin er sera
framkomin og kann stillast
eftir
koyriumstøðunum.
Hann hevur luftfjaðraskip
an, sum ger at bilførarin
kann broyta fríhæddina eft
ir egnum ynski og stilla inn
á Sport ella Comfort alt eft
ir sum tað passar við koyru
mstøðurnar. Við miðal frí
hædd og stillað á Comfort
eru koyrieginleikarnir sum
í einum luksus sedan.
Fyri at kunna hava eina
meining um ein slíkan bil,
má hann upplivast. Bilurin
kann síggjast og roynast hjá
Reyni Service á Hjalla.
Toyota Land Cruiser V8
Toyota Land Cruiser V8 er ein
stórur og sera væl útgjørdur
off-roadari og luksusbilur
Land Cruiser tekur seg væl út við originalu 20” hjólunum
Instrumentborðið og designið innan er sum í einum Lexus. 6-
trins automatgir er standard í hesi útgávuni
Flott leðurkabina við allari útgerð
Baklúkan er í tveimum, og aftastu setrini kunnu leggjast til
síðis
Motorurin
4,5 litra (V8) diesel við 286 hk
0 -100 km/t
8,2 sek
Oljunýtsla
9,8 km/l (blandað koyring)
CO2 útlát
270 g/km
Dekkstødd
285/50-20
Stødd og vekt
Longd
495,0 m
Breidd
197,0 m
Hædd
186,5 –191,0 m (hæddin kann stillast)
Eginvekt
2.725 kg
Prísur
kr. 1.050.000,-
kr. 628.000 + mvg. (vørubilur)
Søluumboð
Reyni Service
á Hjalla
FO-188 Hoyvík
Tel: 353040
www.reyniservice.fo
Toyota Land Cruiser V8