Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. august 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 159 - 21. august 2008 ans ur í lummanum, fer vitanin nú inn í eina webbaseraða skipan, og ein annar ingeniørur, sum arbeiðir á ein palli hinumegin knøttin við somu útgerð, kann nú síggja at júst handan pump­ an hevur ein feil, sigur Dánial Hoydal. Skipanin hjá Keel Solu­ tion er í dag partur av stand­ ardinum, tá ið Maersk bygg­ ir oljupallar, og føroyska fyritøkan er í dag í ferð við at gera seg til reiðar at mark­ naðarføra skipanina til aðr­ ar stórar fyritøkur. ­ Vit eru í tí sjáldsomu støðu, at eingin annar ger júst tað, sum vit gera. Hetta gevur okkum fleiri fyrimun­ ir, men vansin er, at mark­ naðurin ikki kennir vøruna. Men royndirnar vísa, at tá ið vit fáa møguleika at greiða frá skipanini, er áhug­ in stórur, staðfestir mark­ naðarleiðarin hjá Keel Solution, Dánial Hoydal. ­ Tað hendir øðiliga nógv í oljuvinnuni beint nú, olju­ prísurin er høgur, og oljufe­ løg eru áhugað í at effektivi­ sera har tað yvirhøvur ber til. Tí eru møguleikarnir hjá einari fyritøku sum Keel Solutions sera stórir, metir marknaðarleiðarin hjá Keel Solution. Í heyst verða tríggjar frum­fram­førslur av verkum­, sum­ Dáni­al Hoydal hevur sett orð ti­l. Tvei­r sang­ lei­ki­r, Hai­r og Í Gey­ m­a, verða sýndi­r í Norðurlandahúsi­num­ í novem­ber og í Est­ landi­ fáa tey høvi­ at hoyra fyrstu føroysku operuna Mentan Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Stóri og vælumtókti sang­ leikurin, Hair, verður frum­ framførdur í Føroyum í november. Leikurin verður framførdur í stóru høllini í Norðurlandahúsinum. Næst­ an samstundis verður frum­ framsýning av nýggjum upprunaføroyskum sang­ leiki í Athøllini í Norður­ landahúsinum. Dánial Hoy­ dal hevur skrivað føroysku orðini til báðar leikirnar. 32 ára gamli havnamaður­ in býr og arbeiðir í Keyp­ mannahavn, har hann er marknaðarleiðari á fram­ søknari KT fyritøku í olju­ vinnuni. Men hann er eisini virkin í føroyska mentanar­ lívinum, serliga sum umsetari av sangleikum. ­ Tað er ein stór avbjóðing at umseta so kendar leikir sum Hair til føroyskt, tí øll kenna ensku útgávuna, og føroyska skriftmálið hevur sínar avmarkingar, sigur Dánial Hoydal, sum er kend­ ur fyri at duga at fáa útlends­ ka sangmálið umsett til ungt føroyskt mál og í 2002 gav út stuttligu og tvætlutu barnabókina, Í Geyma. Hár í Hoydølum Heimskendi leikurin, Hair, verður framførdur av næm­ ingum í Studentaskúlanum í Hoydølum. Hetta er fjórði sangleikur, sum Dánial Hoy­ dal hevur umsett til studen­ taskúlan. Hinir sangleikirnir vóru Fame, sum varð fram­ førdur í 2006, Jósef og ótrú­ liga litfagra dreymakotið í 2004 og Godspell í 2002. ­ Fyrsti sangleikurin, eg byrjaði at umseta, var Jesus Christ Superstar. Tað var, tá ið eg sjálvur gekk í Hoydøl­ um. Men tá ið vit skuldu søkja um loyvi at seta hann upp, vísti tað seg at hann varð framførdur í Keypman­ nahavn um somu tíð. Og loyvishavarnir í Onglandi hildu, at Keypmannahavn og Havnin lógu so tætt, at vit fingu ikki loyvi at seta leikin upp, greiðir Dánial Hoydal frá um byrjanina til sína sangleiks­rithøvunda karrieru. Sangleikirinir eru vorðnir ein fastur táttur í Hoydølum, har næmingar fáa høvi at fara til upptøkuroyndir til sangleik annað hvørt ár, og leikirnir hava eisini verið sera vælumtøktir. Á leið 6000 fólk sóu til dømis leikirnar Fame og Jósef og dreymakotið. Frá bók til leik Fyrsta føroyska operan, Í Óðamannagarði, verður í heyst frumframførd í Talinn í Estlandi. Sunleif Rasmus­ sen hevur gjørt tónleikin, meðan Dánial Hoydal hevur skrivað liberettuna. Søgu­ gongdin er tikin úr skald­ skapinum hjá Williami Heinesen. Og seinastu tíðina hevur Dánial Hoydal lagt seinastu hond á leikrit til sangleik, sum byggir á hansara egnu bók, Í Geyma, sum kom út í 2002. ­ Tá ið bókin, Í Geyma, kom út, ringdi Jenny Peter­ sen frá Leikpalli Føroya til mín dagin eftir og segði, at hendan bókin mátti verða sett upp sum leikur, greiðir Dánial Hoydal frá. Og nú, seks ár seinni, er leikurin klárur at verða framførdur. Leikrithøvundurin greiðir frá, at hann hevur arbeitt í tøttum samstarvi við íslends­ ka leikstjóran, og hann er væl nøgdur við úrslitið. ­ Tað er stuttligt við nýggj­ um eygum til eina søgu, sum eg annars var liðugur við. Og íslendski leikstjórin er komin við nógvum stutt­ ligum og klikkaðum hug­ skotum, sum rigga væl til søguna. Tað eru leikarar úr Grímu, sum saman við nøkrum áhugaleikarum fara at fram­ føra nýggja sangleikin. Bók­ in í Geyma var ætlað børn­ um, men er stuttlig hjá vaks­ num at lesa saman við børn­ um, og leikurin er eisini fyri bæði børn og vaksin. Avbjóðingar í avmarkingum Dánial Hoydal greiðir frá, at tað hevur verið náttúrligt fyri hann at skriva til sang, tí hann hevur altíð sungið og fingist við tónleik. Men tað er eisini serliga spennan­ di at arbeiða við bundnum máli. ­ Tað liggur eitt frælsi í bundnum kørmum, og tað er stuttligt at fáa málið at vera livandi innan fyri tær avmarkingar, sum liggja í sangum og yrkingum, sigur rithøvundurin. Føroyska málið hevur eisini sínar egnu avmarking­ ar, serliga føroyska skrift­ málið. Ein sangleikrit­ høvundur skal tí ikki einans mýkja málið, so søgurnar gerast syngjandi, men eisini finna føroysk orð, sum eru livandi og løtt og sita væl. ­ Tá ið tað snýr seg um kendar sangleikir, er avbjóð­ ingin enn størri, tí tey ungu kenna enska málburðin og halda, at føroyska málið er tungt og gamalt. Sangleikirnir hjá Studen­ taskúlanum í Hoydølum hava tó verið sera vælum­ tóktir, og í heyst fáa vit so at síggja, um føroyska mál­ ið eisini fær hárvøkstur. Hár hevur frumframsýning 14. november, og Í Geyma verður framførdur fyrstu ferð 7. november. Gevur føroyska málinum Hár Keel Solution er ein føroysk fyritøka við høvuðssæti í Keypmannahavn, men arbeiðsplássið er allur heimurin, sigur Dánjal Hoydal, marknaðarleiðari í fyritøkuni, sum hevur ment nýhugsandi KT loysnir til altjóða oljuvinnuna. Her er føroyska manningin á Christianshavn. Dánjal Hoydal leggur í hesum døgum seinastu hond á leikrit til nýggjan føroyskan sangleik, Í Geyma, sum verður settur upp í Norðurlandahúsinum í november í ár. Leikurin verður vístur í nýggju Athøllini, samstundis sum sangleikurin, Hair, sum Dánjal Hoydal hevur umsett verður sýndur í stóru høllini Sildaskipini hava smáligan fiskiskap Tað er ikki komið nógv burturúr hjá sildaskipunum, teir seinastu dagarnar. Norðborg skrivar á heimasíðuni, at teir hava 300 tons av frystum sildafløkum. Teir og Christian í Grótinum eru í íslenskum sjógvi, í gjár vóru teir staddir nakað sunnan fyri tey íslensku skipini ­ á 66 N og 8 V, veðrið er gott á leiðini, men fiskiskapurin hevur verið smáligur, teir samtrola við Christian í Grótinum. Nøkur føroysk skip eru uppi við Jan Mayn, og onkur er í føroyskum sjógvi, men fiskiskapurin er smáligur allastaðni. Torkil Mørkøre á Fjarðafestivalin Fyri nøkrum árum síðani gav hann út fløguna “A matter of time”, ein fløga sum borgaði fyri tónleiki á høgum støði. Og er tað nakað sum eyðkennur Torkil Mørkøre, so er tað høgt støði. Seinastu árini hevur Torkil verði “oddamaður” í sangbólkinum Vitin sum hevur ferðast runt landið og uttanlands við teirra vakra sangi, eisini luttóku teir á Fjarðafestivalunum í 2006 og 2007. Á Fjarðafestivalinum 2008 kemur Torkil Mørkøre við góðum spennandi tónleikarum. Spennandi verður at hoyra hvat hann fer at borðreiða við., men vit vita at Torkil ger sangir og løg sum fanga oyra og hjarta. Tí er tað at vit við gleði bjóða Torkil Mørkøre vælkomnan á pall á Fjarðafestivalinum 2008.