Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. august 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 159 - 21. august 2008 13 Forkunnug dupult­konsert­ í Ment­anarhúsinum fríggjakvøldið 22. august­ kl. 21 TÓNLEIKUR Tíðindaskriv Eins og Pál Joensen, Katrin Olsen, Eivør og Teitur, hoyrir Týr við til teir før­ oysku úrmælingarnar, sum klára seg sera væl á altjóða palli. Teir hava spælt á nógvum festivalum og til ymsar konsertir bæði í Týsklandi, Hollandi, Nor­ egi, Danmark og Bretlandi. Víkinga­ og fólkametal fjepparar í hópatali hava sostatt hoyrt teir live, har teir hava framført góð gomul eins og nýggj løg. Men hóast teir eru fløgu­ aktuellir við Land, hava Týr ikki spælt í Føroyum síðani fløgan kom út, so føroysku fjeppararnir hava ikki verið eins hepnir, sum fjepparar í Europa. Men nú er eitt gylt høvi!! Týr vera ein stuttan støðg í Føroyum nú, og einasta konsertin á føroyska meginlandinum verður í Mentanarhúsinum í Fugla­ firði fríggjakvøldið 22. august kl. 21. Altíð aktuelli og sera vælumtókti fólkatónleikarin Hanus G. Johansen, sum m.a. hevði eina framúr kon­ sert á Summarfestivalinum, byrjar konsertina og fær áhoyrarnar í rætta hýrin at hoyra fólka­metal! Mentan­ arhúsið væntar at nógvir glaðir Týr fjepparar og Hanus­elskarar vera at síggja til eitt brak av einari dupultkonsert í Fuglafirði. Atgongumerkini til hesa forkunnugu konsert vera at fáa í forsølu á Kunningar­ stovunum kring landið. Í forsølu kostar atgongumerki kr. 200, og við hurðina kosta tey kr. 250. Fornminnissavnið hevði fingið ein marin-fornfrøðing frá Víkingaskipshøllini í Roskilde at­ halda skeið fyri frít­íðarkavarum um arbeiðshæt­t­ir í sambandi við varðveit­ing av ment­anarvirðum í sjónum. Síðst­a vikuskift­ið var kavað við rovini av sluppinni Golden Harp í Hvalvík FORNMINNI Tíðindaskriv Fornminnissavnið Síðsta vikuskiftið undraðu mong, ið koyrdu fram við í Hvalvík, seg yvir fólk í froskmannaklæðum, ið vóðu úti á eyðkendu skips­ rovunum útfyri har. Vrakið er av sluppini Golden Harp frá 1876, ið Selatraðsmenn keyptu til Føroya í 1904 og Valdemar Lützen keypti í 1908. Hon rak á land í 1924 og upphøgd. Talan var um fólk, ið vóru á skeiði í marin­ fornfrøði, sum Føroya Forn­ minnissavn skipaði fyri saman við frítíðarkavara­ skúlanum Faroe­Dive í Klaksvík. Fornminnissavn­ ið hevði fingið ein marin­ fornfrøðing frá Víkinga­ skipshøllini í Roskilde at halda skeiðið, og endamálið var at kunna føroyskar frítíðarkavarar um arbeiðs­ hættir í sambandi við varðveiting av mentanar­ virðum í sjónum. Skeiðið snúði seg m.a. um at læra teknikkir at máta upp skipsvrak undir vatni, og vrakið í Hvalvík var sera væl egnað til endamálið, tí tað liggur grunt. Seinni varð roynt á einum vraki, sluppini Súlan, sum liggur á 20 metra dýpi inni á Hulki á Strondum. Skeiðið varð hildið fyri at seta sjøtul á tað týðandi arbeiðið, ið liggur í fram­ haldi av, at Løgtingið í 2004 samtykti lóg um, at mentanarvirði í føroyskum sjóøki, so sum vrak og vraklutir, sum eru eldri enn 100 ár, eru friðað. Lógin varð gjørd sum liður av viðurkenning Føroya av havrættarsáttmálanum hja ST. Føroya Fornminnissavn varðar av lógini, sum hevur við sær, at vrak og vraklutir skulu skrásetast. Endamálið við tí er at fáa til høldar vitan um mentanarlig viðurskifti, sum goymir seg í lutum í føroyskum sjóøki. Hetta gerst best við at fáa í lag miðvíst samstarv við frítíðarkavararnar. Hvussu mong vrak krógva seg í føroyskum sjóøki hava vit lítla vitan um. Nøkur fá eru kend, serliga tey úr frá yngri tíð, sum frítíðarkavarar javnan kava niður á, men eisini nøkur eldri, og fleiri, sum vit kenna úr søguligum heimildum, eru enn ikki funnin, t.d. Norska Løva og Westerbech, sum leitað hevur verið eftir í summar. Men helst eru tey nógv fleiri, tí einki er at ivast í, at skip á bátar eru sokkin tey 1200 árini fólk hava búð í Føroyum. Tey eru sjálvandi ring at finna, tí tey líkjast ikki longur skipum. Men hóast tey nú eru lítisverd sprek, so kunnu tey geva ómetaliga vitan. Tí er eisini neyðugt, at farið verður fram við skili, soleiðis at keldurnar ikki fara fyri skeyti. Marin­ fornfrøðiliga skeiðið um vikuskiftið snúði seg um tilvitan um hesi viðurskifti og var fyrsta stigið at fáa gongd á tað týdningarmikla skráetingararbeiðið, ið liggur fyri framman. At taka lutir upp, er ikki loyvt uttan við loyvi frá forn­ minnamyndugleikunum, og heldur ikki at órógva teir, tí upplýsingar liggja eisini í, hvussu teir liggja. Sambært løgtingslógini um vernd av fornlutum í sjónum er tílíkir ogn landsins. Lutir úr sjónum forfarast, verða teir tiknir upp og koma ikki skjótt undir køna hond. ­ Fornminnissavnið er sannført um, at munagóð skráseting av vrakum einans gerst við skilagóðum samstarvi við tey, sum fáast við kaving í frítíð ella yrki, og ætlar tí, at skeið sum hetta skulu vera aftur­ vendandi. Savnið vónar eisini, at tey, ið vita um vrak ella vraklutir á botni, hvussu lítisvert tað enn tykist, boðar sær frá, sigur Andras Mortensen, lands­ antikvarur í tíðindaskrivi. Hanus hittir Týr Fornminnissavnið farið at skráseta skipsvrak við Føroyar