hósdagur 21. august 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 159 - 21. august 2008
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Elsa Midjord av Økr
um, búsitandi í Havn,
andaðist á Landssjúkra
húsinum mánadagin 18.
august, 81 ára gomul.
Bønarhald
verður
í
Landssjúkrahúskapellin
um, fríggjadagin 22.
august kl.11. Jarðarferð
in verður úr Sumbiar
kirkju leygardagin 23.
august kl. 13 yvir í
kirkjugarðin á Leiti.
Tey, ið vilja minnast
Elsu, kunnu lata kirkjuni
eina peningagávu, konta
í Suðuroyar Sparikassa.
Jonna Petersen, fødd
Johannesen, ættað úr
Vestmanna, andaðist í
heiminum í Munkebo í
Danmark 18. august 73
ára gomul. Jarðarferðin
verður
úr
Munkebo
Kirkju leygardagin kl.
11.
Jóhan
Jensen,
av
Sandi, búsitandi í Havn,
andaðist á Landssjúkra
húsinum mánadagin 90
ára gamal. Bønarhald
verður í Landssjúkrahús
kapellinum fríggjadagin
klokkan 18. Jarðarferðin
verður úr Vesturkirkjuni
leygardagin
klokkan
14. Tey, ið vilja minnast
Jóhan, kunnu lata eina
gávu til Leguhúsið í
Nesvík. Konta í peninga
stovnunum.
Andlát og jarðarferðir
Leygardagin
23.
august
fyllir Niclas Jespersen í
Havn 90 ár.
Niclas
er
hvalbingur.
Foreldrini vóru Maria, f.
Hovgaard, úr Hovi, og Mort
an Jespersen, úr Hvalba.
Sum ungur fór Niclas til
Danmarkar á háskúla. Í
februar í 1941 varð hann
settur í starv sum eykapolit
istur í Danmark og tvey ár
seinni á fast starv. Hann var
politistur í ymsum støðum í
Danmark til 1. mai 1948, tá
hann søkti um farloyvi.
Í Danmark møtti hann
Grethe, f. Petersen, úr Drag
strup í Norðursælandi, og
giftust tey í 1942. 1. oktober
1949 varð hann settur
kommunalur politistur í
Havn. Stutt tíðarbil var
hann politistur á bygd, hann
var t.d. í Hvalba, Runavík
og í Klaksvík. 1. september
1981 fór hann frá fyri aldur,
men var eykapolitistur í
fýra ár eftir tað. 1. september
1985 fór hann endaliga úr
starvi, 67 ára gamal.
Tey flestu minnast tær
sera væl umtóktu barna
sendingarnar í SVF um
dólgarnar, sum Zacharias
Hammer skipaði fyri, har
Niclas var politistur. Send
ingarnar vóru eins væl
umtóktar av vaksnum sum
børnum. Niclas hevur stór
an áhuga í og hevur fingist
nógv við ættargransking.
Grethe og Niclas fingu
fýra børn: Sverri, sum búði
í Svendborg (Sverri and
aðist í 2003, 59 ára gamal),
Solveig, sum býr í Fåborg,
og Lars og Karin, sum
búgva í Havn.
Grethe andaðist í 2004,
79 ára gomul.
Í sambandi við føðingar
dagin sigur Niclas, at tað
hevði glett hann, um onkur
kom inn á gólvið í heiminum
í Lykkjugerði 9 at heilsa
uppá seg ímillum kl. 1317.
Niclas Jespersen 90 ár
Dagurin
22. august. Symphorianus, deyður í umleið ár 180.
Kristin ungur maður úr Autun í rómverska landinum
Galliu (Suðurfraklandi). Varð tikin av døgum, av tí at
hann ikki vildi tilbiðja skurðgudamyndir í
Cybeletemplinum.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at okkara elskaða mamma, vermamma, omma
og langomma
Elsa Midjord
ættað av Økrum,
búsitandi í Havn
andaðist á Landssjúkrahúsinum
mánadagin 18. august, 81 ára gomul.
Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum,
fríggjadagin 22. august kl. 11.00.
Jarðarferðin verður úr Sumbiar kirkju,
leygardagin 23. august kl. 13.00.
Vegna tey avvarðandi
Jákup, Jan, Finnbogi, Hildibjørg og Peturbjørg
Tey ið vilja minnast Elsu, kunnu lata eina peningagávu
til kirkjuna, konta í Suðuroyar Sparikassa.
Mynd frá ”Realskúlafram
sýningini 191666”, sum
Jórunn Dánjalsdóttir skip
aði fyri í Kommunuskúlan
um í Havn í 2007. Real
skúlanæmingar á ferð í
Týsklandi í 1960.
Á myndini eru f.v. Bodil
Holm, Karin Joensen, Sigr
un Nolsøe, Eydna Dals
gaard, Borgny Djurhuus,
frú
Kyndal,
Eyðfinn
Hansen, Jonsvein Jensen,
Bjarni Johansen, Jógvan
Davidsen og Freddy Cook.
Um onkur hevur hug at
ogna sær hesar myndir, er
viðkomandi vælkomin at
venda
sær
til
Jórunn
Dánjalsdóttir
á
telefon:
226024. (mynd nr. 392)
Realskúlanæmingar í 1960
Myndaeigari: Jenny Simonsen