Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. august 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 159 - 21. august 2008 15 Stutt Sagt Russari tikin fyri njósning Russiska trygdartænastan hevur tikið ein yvirmann í russiska herinum og skuld­ sett hann fyri at hava njósnast til frama fyri Georgia. Tað váttaði ein talsmaður hjá trygdartæn­ astuni í gjár. Sambært talsmanninum varð heryvirmaðurin tikin í landspartinum Stavropol, sum er rætt við georgiska markið, og var hann í ferð við at savna upplýsingar um russiska herin, tá hann bleiv tikin. Trygdartænast­ an sigur eisini, at heryvir­ maðurin hevur latið georg­ isku myndugleikunum upplýsingar, sum georg­ iski stjórnarherurin fekk gagn av í stríðnum við rus­ siska herin í Suðurossetia. Hua deyður Fyrrverandi kinesiski leið­ arin Hua Guofeng er deyð­ ur, 87 ára gamal. Tað skriv­ ar tann almenna tíðinda­ stovan Xinhua. Hua Guo­ feng tók við formansstarv­ inum í kinesiska kommun­ istaflokkinum, tá Mao Zedong doyði 1976, men tvey ár seinni mátti hann víkja fyri Deng Xiaoping . Stutt eftir at Hua hevði tikið við sum floksformað­ ur, vórðu Jiang Qing, einkjan eftir Mao Zedong, og trý onnur tikin, og tað gjørdist endin á teirri so­ kallaðu mentanarkollvelt­ ingini í Kina. Tað er kort­ ini ikki greitt, um Hua Guofeng átti nakran lut í handtøkunum. Deng Xiaoping, sum tók við formansstarvinum eftir Hua Guofeng, sat sum forsætisráðharri til 1980 og floksformaður til 1981, og hann sat í leiðsl­ uni í kommunistaflokkin­ um líka til 2002. Guofeng var kines­ iskur floksfor­ maður í tvey ár Mynd: Polfoto SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk ­Eg haldi, at vit eiga at seta meiri ferð á tað hernaðarliga samstarvið millum Russland og Sýrialand (Bashar al­ Assad) útlond Russiskur heryvirmaður hjálpti fíggindanum Mynd: Polfoto Vanlukkan í Madrid í gjár var ikki tann fyrsta við MD82- flogførunum Koreanska flogfelagið Korean Air átti upprunaliga flogfarið, sum fór av breytini í Madrid seinnapartin í gjár. Tað varð bygt fyri 15 árum síðani og fór sína fyrstu ferð í novembur í 1993. Í 1999 yvirtók Spanair flogfarið. Hetta sama árið gavst amerikanska verksmiðjan McDonnell Douglas at gera hesi flogførini. MD82­flogførini eru serliga ætlað til at flúgva stuttar og meðallangar ferðir, og tey eru rættiliga vanlig í Evropa. Tey fyrstu flogførini vórðu bygd í 1980, men tey, sum vórðu bygd aftan á 1993, vórðu broytt, so tey skuldu brenna minni og larma minni. Í gjárkvø’ldið bleiv upp­ lýst, at vanlukkuflogfarið hevði avlýst nakrar ferðir, tí tað hevði havt tekniskar trupulleikar. Hinvegin hevði flogfarið ikki verið fyri nakrari vanlukku fyrr. Harafturímóti vistu fjøl­ miðlarnir at siga, at van­ lukkan í gjár var tann 15. við MD82­flogførunum, og tað er eisini komið fram, at so seint sum í apríl kravdu amerikonsku loftferðslumy ndugleikarnir, at øll MD82­ flogførini hjá amerikonskum feløgum skuldu trygdar­ kannast. Amerikanska eftirlitið kom við einum líknandi kravi í 2006, og tá fleiri flogfeløg høvdu ilt við at gera eftir kravinum, fingu tey forboð fyri at brúka flog­ førini. Sambært tíðarritinum Ingeniøren boðaði SAS tá donsku loftferðslumyndugl eikunum frá, at talan var um ein amerikanskan trup­ ulleika. Tann seinasta álvarssama vanlukkan við einum MD82­flogfari var tann 16. septembur í fjør, tá eitt flog­ far hjá felagnum One Two­ Go Airlines fór á glið og út av breytini í Phuket í Tei­ landi. 89 av teimum 130, sum vóru í flogfarinum doyðu. Tann 15. vanlukkan við MD-82 Spanair-flogfarið mátti útseta frá- ferðina orsakað av tekniskum trupul- leikum Leiðslan í Spanair vil ikki koma við nøkrum boði uppá, hví MD82­flogfarið fór av breytini í gjár, men spanskir fjølmiðlar hava gjørt nógv burturúr, at flog­ farið hevði tekniskar trupul­ leikar undan seinastu frá­ ferðini. Blaðið El Mundo skrivar, at eftir ferðaætlanini skuldi flogfarið fara úr Madrid klokkan 13. Tað fór eisini út á breytina, men klokkan 13.42 kom tað aftur. Tá varð fráboðað, at fráferðin var útsett til klokkan 14.25. Klokkan 14.45 hendi van­ lukkan. Sambært sponsku fjøl­ miðlunum bleiv fráferðin útsett orsakað av tekniskum trupulleikum, og tað váttaði ein embætismaður hjá loft­ ferðslustýrinum í Madrid í gjárkvøldið fyri blaðnum El Mundo. Ein royndur flogskipari, sum Sky News hevur tosað við, sigur, at flogskiparin kann hava sæð, at eldur var í øðrum motorinum, men at hann kortini kann hava gjørt av at fara uppfrá og at lenda aftur beinanvegin. MD82­flogførini eru soleið­ is nbygd, at tey kunnu fara á flog við einum motori, sigur Sky News. 153 doyðu 172 fólk vóru í flogfarin­ um, sum fórst í Madrid í gjør. 153 teirra doyðu, og hini 19 vórðu flutt á sjúkra­ hús. Sponsku myndugleik­ arnir siga, at 22 børn vóru í flogfarinum. Hóast flog­ farið hevði samband við eitt Spanair­flogfar úr Kastrup, var eingin dani í vanlukkuflogfarinum. Tey flestu ferðafólkini vóru spaniumenn, men har vóru eisini tríggir sviar. fýra týskarar og ein breti. Svensku myndugleikarnir søgdu í gjárkvøldið, at ein svensk kvinna var sloppin frá vanlukkuni á lívi. Tá vistu myndugleikarnir ikki, hvussu vorðið var við hinum báðum. Hevði tekniskar trupulleikar Eldur kom í flogfari, sum brotnaði tvørturav Mynd: Scanpix Spanair­flogfarið hevði trupulleikar undan seinastu ferðini Mynd: Polfoto