Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. august 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 159 - 21. august 2008 Spurdi nakað herfyri Eilif Samuelsen un hann visti nakað um langabba sín Georg Lindenskov, sum er jarðaður í gamla kirkjugarði saman við konu síni Margrethu. Nei, hann visti ikki rættuliga. Men um dagarnar kundi Eilif siga frá, at hann hevði funnið fram tilfar og skjøl, sum høvdu samband við langabban. Hetta eru sera áhugavert og er grundarlagið fyri hesi frásøgn Georg Lindenskov í Skriv­ arastovu var føddur 8. januar 1849 í Havn, sonur Samuel Lindenskov og Sunnevu Poulsdatter. Georg doyði 3. november 1935. Hann giftist 8. november 1876 við Onnu Margrethu Johannesen úr Skopun (7.7.1840 – 8.3.1911). Hon var dóttir Dímunar­Jóannes og Elsu Frederikku Clementsdatter, sum var triðja húskið, sum búsettist í Skopun. Í bókini Horvnar Havnar­ myndir skrivar M. S. Viðstein: Georg í Skrivara­ stovu – Georg Lindenskov – var politistur og var í politiliðinum, so leingi tað var hildið. Hann var tiltaks­ maður hjá løgregluni tá ið á stóð, og tá kundi ein aftur møta Georg í Skrivarastovu í mundering og við korðu undir lið, langt aftaná at politiið var avtikið. Tá ið fangar vóru á Skans­ anum, var hann fastur vakt­ armaður og hevði vakt fyrra­ partar frá kl. 6 – 12 og frá kl. 2 – 8 seinnapartar. Politi­ staliðið var endaliga upp­ loyst í 1902, og Sámal á Krákusteini var einasti politistur í Føroyum. Tá byrjaði eisini ein skipan við eykapolitistum, og Georg virkaði sum eykapolitistur frá 1903 og nøkur ár fram. Benny greiðir frá, at tað var uppgávan hjá Georg at lata fyrsta skotið av, tá ið skotið varð fyri kongi á hansara føðingardegi. Søgan um Skrivarastovu Í einum sølusáttmála stend­ ur m.a. soleiðis: “Under­ tegnede Johanne Christian­ sen, Enke efter Jens Johannesen af Thorshavn, tilstaar herved og gjør vitterligt, at have solgt, lige­ som jeg herved sælger og overdrager til Politimenig Georg Lindenskov her af Byen det mig tilhørende Vaanhus hersteds, “Skriver­ stue” kaldet (bestaaende af Stue og Kjøkken) samt en Huset tilhørende Gjød­ ningsplads, beliggende tæt vestenfor Samme. .... Tørveheder undtagne.” Skrivarastova kostaði 400 kr. og skeytið er undirskrivað 10. november 1880. Hóast torvheiðarnir ikki fylgdu við í keypinum, so hevði Georg rætt til at skera torv úti við Sandá. Skrivarastova mundi helst roynast teimum ov trong sum frá leið, hóast tey bara fingu dóttrina Beate f. 1877, og óivað mundu hús­ ini ikki vera í besta standi. Tey bæði Georg og Margretha høvdu óivað droymt um at fáa eini størri hús at búgva í. Tá ið Georg ein dagin kom heim og fortaldi Margrethu, at nú vóru eini hús úti í Bø til sølu, segði hon: “Íðan, far so og keyp tey!” So fór hon í skrínið og taldi honum gull­ stykkini niður í hondina. Ólavsøkuaftan í 1910 keyptu tey húsini í Magnus Heinasonargøtu 8, ella úti í Bø, sum tað stendur í skeytinum, frá Christiane Juline Hansen fyri 1200 kr. Anna Margreta doyði longu árið eftir, og Georg var so búgvandi einsamallur har til hann doyði í 1935. Nú býr langabbasonurin Benny Samuelsen í hesum húsum. Margretha og Georg Lindenskov gjørdust verforeldur okkara fyrsta løgmann Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Komandi partur: Í komandi parti verður greitt frá Jacob Nolsøe úr Nólsoy, sum var bakari og gjørdi sápu. Eisini verður greitt frá hansara ætt ANNA MARGRETHA LINDENSKOV F. 7. JULI 1840 D. 8. MARTS 1911 POLITIMENIG GEORG J.A.F. LINDENSKOV THORSHAVN F. 8. JANUAR 1849 D. 5. NOVEMBER 1935 Georg ungur Skrivarastova hevur havt skiftandi lagnu. Ein týðandi partur av søguni hjá sambandsflokkinum er ættað úr hesum húsi. Nógv ár seinni gjørdust húsini miðstøð fyri ætlan um marxistiska kollvelting í Føroyum Soleiðis teknaði William Heinesen Georg í Skrivarastovu Bókmentaseymiklubbur í 1890-unum. Margretha nr. 3 vinstrumegin frá, Beate uttast høgru megin Georg eldri Anna Margretha og dóttirin Beate