hósdagur 21. august 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 159 - 21. august 2008
tíðindi
4. august
Tað er greytasvart í toku í
morgun. Qaqqatsiaq kom inn í
morgun at landa. Teir hava gott
400 tons inni. Teir máttu byrja at
landa við Skonnertkeiuna, sum
vit kalla. Tað bleiv bara landað úr
forlúkuni har, tí eitt feramanna
skip skuldi liggja, har sum
Qaqqatsiaq skuldi landa. So væl
er fyriskipað, at tað sum Grøn
land skal liva av, havinum, verður
bara skumpað til síðis fyri
turistum.
Nú vit eru við turismuna, so
er eingin sum hugsar um trygd
ina. Tað er bara pengar, sum
ferðamannavinnan hugsar um.
Eg bíði bara til tann stóra van
lukka hendur, so sum at hesi
stóru skipini sigla á land ella tað
kemur eldur í umborð. Ferðafólk
ini eru ofta so illa gongd við
tveimum stavum. Vil illa til
koma hesi illa gongdu at blokera
fyri teimum, sum kunna klára
seg sjálv. Tá fara kanska tey, sum
hava ábyrgdina, at vakna við
kaldan dreym.
Tarsermiut kom inn til Nuuk í
dag at landa.
5. august
Tað er toka aftur í morgun, men
hon lætti fyrrapartin. Qaqqatsiaq
fór avstað fyrrapartin, og nú í
kvøld kom Akamalik inn at landa.
6. august
Í dag er stilli. Akamalik legði í
dag 440 tons upp. Virðið er 7
mill. Higartil í ár hevur Akama
lik fiskað fyri knappar 80 mill.
Teir loystu nú seinnapartin til
nýggjan túr.
Sisimiut er í Nuuk og landar
svartkalva. Teir hava fiskað ta
sunnaru kvotuna, gott 230 tons.
Nú fara teir at fiska ta norðaru
kvotuna av svartkalva.
Polar Qrasiut er í Nuuk og
landar í dag. Har var um at vera
fult hjá teimum.
7. august
Í dag er stilli, men tokubankar.
Ocean Tiger kom inn at landa í
morgun. Teir hava fulla last inni.
Bæði Regina og Steffen C eru
inni í Manitsoq og landa í dag.
8. august
Í dag er stilli, sólin er høgt á
himli. Ocean Tiger var útlossaður
í nátt kl 0200. Teir loystu so
skjótt sum flúgvarin kom úr
Streymfjørðinum viđ fólkinum til
nýggjan túr.
11. august
Í dag er Kappin kom inn at
leggja ymiskt upp, tí teir skullu
fara at taka ímóti fiski longri
suðuri á. Kappin hevur tikið
ímóti knapt 1.300 tonsum av
rundum fiski.
So kom Juvel II sum hoyrir
heima undir Broðrasamkomuni.
Skipari er Arni Hansen úr Gøtu.
Umborđ á Juvel II eru 16 fólk, 10
føroyingar og 6 grønlendarir. Teir
skulla norður í Diskovíkuna at
halda møtir har uppi.
So kom Natarnaq undan tokuni
inn at landa. Har var fult undir
lúkuna hjá teimun. Teir hava
fiskað í 9 dagar, óført.
15. august
Í dag er stilli. Ocean Tiger kom
inn at landa knapt 200 tons. Polar
Amaroq kom inn higar eftir
pakningi. Teir høvdu landað í
Manitsoq og teir høvdu fulla last
inni. Polar Assik hevur landað í
Aassiat knapt 70 tons. Hesin
túrurin vardi í 36 tímar í alt. Teir
hava stutt út á rækjufeltið. Hetta
var 12 túrur hjá Polar Assik. Teir
byrjaðu fiskarí fyrsta túrin 5 juli,
og teir hava í miðal avreitt gott
og væl 60 tons hvønn túrin.
Bædi Polar Amaroq og Tigarin
loystu aftaná døguða til nýggjan
túr. Frætt er, at Polar Princess
hevur fingið maskinskaða og
varð sleipaður til Íslands. Tað
koma nokk at ganga einar
tríggjar vikur at umvæla skaðan.
Grønlandstíðindi
Kári við Stein
Grønlandstíðindi:
Fylti lastina eftir tveimum samdøgrum
Kári við Stein greiðir frá tíðindum úr Grønlandi. Her fylla teir smáu rækjuskipini eftir fáum samdøgrum
Lómur í Ilulissat við fullari
last 130 tons av rækjum, sum
eru fiskaðar eftir tveimum
samdøgrum
VINNA
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Føroyar og føroyingar eru í
dag virknir leikarar í altjóða
oljuvinnuni.
Føroyskar
oljufyritøkur
gera
seg
galdandi í oljuleitingum og
oljuborðingum
uttanfyri
Føroyar, altjóða oljufyri
tøkur hava framvegis stóran
áhuga fyri føroyska økinum,
og føroyskir undirútvegarar
hava dugað væl at bjóða
seg fram í hørðu altjóða
kappingini.
Í komandi viku verður
stór altjóða oljuráðstevna í
Stavanger í Noregi, og her
eru almennu Føroyar og
privatar føroyskar fyritøkur
sjálvandi eisini við. Í hesum
sambandið hevur Sosialurin
gjørt eitt serblað við lýsing
um og greinum um føroysku
fyritøkurnar og tey mentan
artilboð, sum føroyingar
bjóða fram í Stavanger.
Blaðið er á enskum, tí tað í
fyrsta
umfar
er
ætlað
útlendskum kundum og
gestum. Men vit hava tað
eisini við í dagsins blaðið,
tí føroyski lesarin skal eisini
fáa høvi at lesa tað nýggjasta
um føroysku oljuvinnuna.
Onkrar av greinunum
koma ætlandi á føroyskum
eisini. Í dag hava vit grein
ina um føroysku KT fyri
tøkuna, Keel Solution, á
síðu 10.
Oljuserblað á enskum
Oljublaðið, ONS 08,
er á enskum máli, men
onkur grein er eisini
á føroyskum í vanliga
Sosialinum í dag
Miðsíðurnar í Sosialinum í dag eru settar av til serblað um stóru
oljuráðstevnuna, ONS 08, sum verður í Stavanger í komandi viku.
Blaðið er á enskum, tí tað verður tøkt á ráðstevnuni