Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-21, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. august 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 [ Nr. 159 - 21. august 2008 ] Í 86 minuttir sá úrslitið heilt hampu­ ligt út, men seinastu løtuna bumbaðu portugisar føroyska málið niður, og so gjørdist talan um hálvgum væntaða skrædlið Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Danir taptu 3-0 á heimavølli móti Spania, og so ljóðar 5- 0 á útivølli móti Portugal kanska ikki heilt av leið. Fram til seinastu løtuna undan dystarloki stóð eisini bara 2-0 á máltalvuni, og tí var tað bæði irriterandi og keðiligt fyri føroyska liðið, at heili trý mál fóru ígjøgnum seinastu løtuna. Tá hagtøluni verða gjørd upp, er tað tó eingin, sum spyr eftir, nær málini. Har stendur, at Føroyar taptu úti- dystin móti Portugal 5-0, og tað er kanska eisini mun- urin millum tvey lond, sum liggja ávikavist á 9. og 196. Plássi á styrkislistanum hjá FIFA. Luftin trýst burtur Tí hóast talvan sá hampuliga snøgg út størsta partin av dystinum, so lúrdi vandin fyri skrædlinum alla tíðina. Frá fyrsta bríksli var før- oyska liðið á afturpartinum. Portugisar trýstu stútt spæl- ið oman móti føroyska mál- inum, og í longum løtum var fremsti maðurin hjá okk- um at síggja niðri á niðasta triðinginum av vøllinum. Føroyska landsliðið mátti vera fýra av avgjørdu stuð- ulsspælarunum fyriuttan, og hetta mesktist eisini aft- ur í spælinum. Partvíst lat liði seg kroysta longur aftur á vøllin, enn gott er, og tí gjørdist talan støðugt um spælstøður, sum vóru stress- andi fyri føroyska verju- partin. Hartil stóð føroyska liðið somikið djúpt, at tá okkara fingu tamarhald á bóltinum, var tað sera tungt at fáa flutt spælið niðaneftir, tí spælstøðirnar í álopspart- inum vóru mest sum ongar. Og tá luftin so eisini fór úr spælarunum seinastu løt- una, gekk tað, sum tað gekk. Staðfestingarnar Tað varð sagt undan dystin- um, at Jógvan Martin Olsen hesa ferð vildi nýta høvið til at síggja nakrar av teim- um, sum hann vanliga ikki sær í altjóða dysti, sleppa at royna seg. Tann parturin varð eisini røktur væl og virðiliga, tí allir møguligu debutantarnir komu á vøllin í dystinum. Á vinstra bakki hevði Leif Niclassen kanska trupl- astu hugsandi uppgávuna, har hann skuldi ansa Nani, og her mátti føroyingurin geva seg yvir. Øll fýra mál- ini, sum Portugal fekk eftir steðgin, komu eftir uppspæl í høgru, men tað sigur kanska meira um Nani enn um Leif. Í miðverjuni hevði Egil á Bø fingið møguleikan sam- an við Johan Troest David- sen, og veteranurin úr EB/ Streymi gjørdi tað fyri tað mesta heilt skilagott. Egil hevur gott spælskil, og tað ger, at hann er førur fyri at lyfta seg við uppgávuni, og í løtuni er upplagt, at hann eisini verður við í hópinum, sum fer til Serbia um tvær vikur. Aldursbrævið sigur kanska, at talan er um spæl- ara, sum hevur størri for- enn framtíð, men uppgávan hjá landsliðsvenjaranum er eisini at taka teir best skikk- aðu spælararnar út. Í málinum fekk René Tór- garð ein hálvleik, og sæð burtur frá seinastu minuttun- um, so kom hann so nøkun- lunda snikkaleysur fráupp- gávuni. So kann altíð kjak- ast, um øll fýra vóru farin ígjøgnum við Jákup Mikkelsen í málinum, men René skal so ikki lastast fyri eitt tað einasta av hesum. Á miðvøllinum kom Bogi Løkin inn seinasta partin av dystinum. Løtan var kanska ov stutt, til at hann veruliga fekk roynt seg. Men í einum einstøkum føri vísti hann eina av dygdunum, sum føroyska liðið ov ofta hevur sakna. Hetta tá hann púra avgjørdur royndi at smekka bóltin inn fyrstuferð, heldur enn at bíða við innlegginum. Møguleikarnir til innlegg hjá føroyska landsliðnum verða altíð avmarkaðir, og tí ræður um at knalla leður- kúluna inn í brotsteigin, tá møguleiki er til tess. Og tað er nakað, sum hevur verið ein mangulvøra á føroysku kantunum seinastu nógvu dystirnar. Og frammi á vøllinum fekk Andreas Lava Olsen seinastu løtuna av dystinum. Hjá honum var løtan eisini ov stutt til veruliga at mark- era seg. Men tað man standa øllum fótbóltsføroyingum greitt, at talan her er um spælara, sum við fullari ferð er í gongd við at vinna sær fast pláss. Ikki bara í hópinum, men eisini millum teir fyrstu ellivu. Stórur saknur Millum hinar á liðnum kundi landsliðsvenjarin sjálvandi eisini gera sær nakrar tankar og staðfest- ingar. Og millum annað var tað upplyftandi at síggja, at Mikkjal Thomassen helt til so at siga 90 minuttir av altjóða fótbólti. Dygdirnar hjá honum at taka ferðina av mótstøðuni og at halda upp á bóltin eru unikkar í føroyskum høpi, og tí er hann ein spælari, sum vit illa kunnu vera fyriuttan. Hinvegin noyddust vit at vera aðrar spælarar fyri- uttan. Sjálvandi ber illa til hjá venjaranum at seta liðið eftir, hvørjir spælarar IKKI eru tøkir, men tað er væl eingin loyna, at Jógvan Martin Olsen saknaði van- ligu stuðlarnar. Jón Rói og Fróði eru van- liga sjálvskrivaðir í miðverj- uni, og tí merkist tað sjálv- sagt, tá spildurnýggj mið- verja skal setast saman. Tað merkti eisini, at Johan Tro- est mátti togast inn í mið- verjuna, men tað gav so Jónasi Þór Næs høvi at prógva, at hann eigur eina framtíð á liðnum. Á miðvøllinum er Súni Olsen meira enn nakar mað- urin, sum skal binda før- oyska spælið, og tí er sakn- urin í honum sjálvandi eis- ini sera stórur. Eisini hóast Atli Danielsen veruliga prógvaði, at hann hevur støðið til at átaka sær sentralan leiklut á liðnum. Og so var saknurin ikki minst stórur í Christian Lamhauge Holst. Djúpu renningarnar hjá honum eru ein fortreyt fyri føroyska Portugal-Føroyar 5-0 (1-0): Orkan gekk undan Eitt gott dømi um nógvu fráveruna á landsliðnum var, at 20 ára gamli Johan Troest Davidsen var tann av føroysku verjuspælarunum, sum hevði flestu landsliðsroyndirnar Mynd: Polfoto/AP Bárður hevði spælt áður Í blaðnum í gjár skrivaðu vit, at Bárður Olsen var millum møguligu debutantarnar í dystinum. Hetta var tó ikki heilt rætt. Bárður Olsen hevur nevnliga eina ferð áður verið á vøllinum í landsliðshøpi. Tá Føroyar tann 14. mai spældu venjingadystr móti Póllandi, loysti Bárður Fróða Benjaminsen av eftir 62 minuttum. Hinvegin var talan í gjár um fyrsta dystin, har Bárður Olsen hevur verið millum teir fyrstu ellivu á A-landsliðnum. Danmark bukað í Parkini Sponsku europameistararnir vunnu ikki minni enn 3-0 á danska tjóðarvøllinum í gjárkvøldið. Fyri steðgin var Danmark annars væl við, og teir kundu eins væl og mótstøðan skorað. Men har var tó málleyst í steðginum. Eftir steðgin settu gestirnir seg tó á dystin. Xabi Alonso legði Spania á odda beint eftir steðgin, áðrenn Xavi eftir 73 minuttum økti til 2-0. So var dysturin í roynd og veru avgjørdur, og stutt fyri dystarlok kundi Xabi Alonso skjóta sítt næsta mál.