hósdagur 21. august 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
[ Nr. 159 - 21. august 2008 ]
Føroyska uppspælið varð fyri tað nógva avmarkað til
langar sendingar móti Rógva Jacobsen, men umgyrdur
av mótstøðumonnum vóru arbeiðstreytir hansara mest
sum ómøguligar
Mynd: Polfoto/AP
kontraspælinum, og uttan
hesar gjørdist tað serstakliga
tungt hjá restini av liðnum
at vinna seg fram eftir
vøllinum.
Sæð í ljósinum av øllum
hesum, so var tað merkis
vert, at landsliðsvenjarin
nýtti júst hendan dystin til
at seta Jákup á Borg á
beinkin. Hóast Jákup ikki
hevur havt sítt besta kapp
ingarár, so er hann millum
teir mest royndu á lands
liðnum, og meira enn nakað
annað, so vantaði føroyska
liðnum royndir á degnum.
Men kanska var talan eisini
um eitt signal, sum hevði til
endamáls at rista Jákup eitt
sindur, nú fýra undankapp
ingardystir
standa
fyri
framman í heyst.
Talan er tó um stutta tíð
til hesar. Serbia er nummar
34 á listanum, so í so máta
er uppgávan ikki heilt so
møtumikil. Men fyri tað er
eingin ivi um, at Jógvan
Martin Olsen hevur tríggjar
jólagávur á ynskislistanum.
Nevnliga Jón Róa Jacobsen,
Súna Olsen og Christian
Lamhauge
Holst.
Fróði
Benjaminsen kundi verið
tann fjórða, men hann verð
ur heilt víst ikki tøkur.
Rumenia, Frakland og Litava vunnu
Av liðunum, sum eru í undankappingarbólki saman við Føroyum stóð Litava seg best í
vinardystunum í kvøld. Litava tók á heimavølli ímóti Moldova, og gjørdist talan um ein
tryggan 30 sigur. Robertas Poskus skeyt tey bæði fyrstu málini fyri Litava, Tomas
Danilevilius staðfesti sigurin. Rumenia vann ein tepran 10 sigur á Lettlandi.
Sigursmálið fall stutt aftaná steðgin. Nicolae Dica skeyt rumenska málið. Frakland
spældi á útivølli ímóti Svøríki, og vunnu fraklendingar 32, aftaná javnleik 11 í
hálvleikinum. Henke Larsson legði Svøríki á odda longu eftir 5 minuttirs spæl. Tá 19
minuttir vóru farnir javnaði Karim Benzema fyri Frakland. Í 61. og 78. minutti skoraði
Sidney Govou tvey mál fyri Frakland. Stutt áðrenn leiklok minkaði Kim Källström um
munin til endaliga úrslitið, 23 til Frakland.
Eysturríki nær sensatiónini
Tó at talan var um venjingardyst, so var Eysturríki ávegis eini
hampuliga stórari sensatión, eftir at Emanuel Pogatetz og Marc Janko
skutu hvør sítt mál undan steðginum. Italia varð skelkað, men teir
komu aftur í dystin, tá Gilardino mest sum beint eftir steðgin minkaði
um munin. Og tá Ramazan Özcan seinni var somikið óheppin at gera
sjálvmál, sluppu Italiumenn undan tí heilt stóru skommini. Men
nakað nøktandi úrslit varð talan avgjørt ikki um hjá Marcello Lippi,
sum nú aftur er italskur venjari. Lippi gjørdist tjóðarhetja, tá hann fyri
tveimum árum síðani var venjari hjá liðnum, sum vann HM
endaspælið í Týsklandi.
Portugal-Føroyar 5-0 (1-0)
Vinardystur á Municipal stadion í Aveiro í Portugal
mikudagin 20. august 2008 kl. 20.40
Dómari: Andriy Shandor úr Ukreina.
1-0: Martins 23.
2-0: Simao 48.
3-0: Duda 85.
4-0: Alves 89.
5-0: Nani 90.
Portugal: Quim - Bosingwa (Miguel, 34.), Carvalho( Alves,
54.), C. Martins (Fernandez, 55.), Simao, liðformaður (Duda,
71.), Raul Meireles (Fernando Meira, 77.),Hugo Almeida,
Pepe, Antunes, Deco (Danny, 55.), Nani
Gult kort: Fernandez 90.
Venjari: Carlos Queiroz
1.Jákup MIKKELSEN, liðformaður, 57/-134, KÍ (16. René
TÓRGARÐ, 1/-4, EB/Streymur) – 2. Jónas Þór NÆS, 2/0, NSÍ,
5. Egil Á BØ, 1/0, EB/Streymur, 3. Jóhan Troest DAVIDSEN,
5/0, NSÍ, 18. Leif NICLASEN, 1/0, EB/Streymur – 11. Símun
SAMUELSEN, 18/1, Keflavík (9. Jákup á Borg, 53/, 79.), 4. Atli
DANIELSEN, 26/0, Frem, 8. Mikkjal THOMASSEN, 9/0, EB/
Streymur(15. Høgni Madsen, 2/0, ÍF, 79.), 7. Bárður OLSEN,
2/0, EB/Streymur (18. Bogi LØKIN, 1/0, NSÍ, 54.)54., 10.
Christian Høgni JACOBSEN, 42/2, AB (17. Andreas Lava
Olsen, 79.) – 6. Rógvi JACOBSEN, 51/10, KÍ
Gult kort: Egil á Bø og Bogi Løkin
Venjari: Jógvan Martin Olsen
FAKTA um dystin