Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-21, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. august 2008síða 34

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Føroyskum fótbólti tørvar b - Eg ætlaði einaferð at skjóta hasi tvey málini aftrat á landsliðnum, so eg fór fram um Toda, men nú veit eg ikki, hvussu tað verður við tí. Soleiðis segði Uni Arge einaferð í sam- røðu við Súna Merkisstein. Uni smíltist, meðan hann mælti hesi orð. Hann var tá givin við fótbóltinum. Seinastu fimm árini hevði hann verið mest skorandi áloyparin á landsliðnum, men maðurin var mettur av fótbólti. »Føroyar í HM-fótbólti« eitur bókin, sum útsøgnin hjá Una Arge er endurgivin úr. Í somu bók verður maðurin skírdur at vera skarprættarin á føroyska landsliðnum. Soleiðis minnast vit hann eisini á vøllinum. Uni Arge var maðurin, sum avgjørdi dystir og sendi mótstøðulið í gólvið. Tað eru nøkur ár síðan nú. Men hóast givin við fótbóltinum hevur Uni Arge ikki slept honum heilt. Hann fylgir væl við og hevur eisini skapt kjak um fótbóltin, sum tá hann eftir stórtapini fyri Georgia og Skotlandi í 2006 festi tankar sínar á blað. Men Uni Arge ynskir ikki at finnast at bara fyri at finnast at. Tí sum hann sigur: – Kritikkur er neyðugur, men vit mugu eisini vera uppbyggjandi. Danir kolldøma egnan skúla Uni Arge var avgjørdur, tá hann stóð framman fyri málinum. Gott dømi um hetta var mál hansara, tá hann minkaði um munin í minniliga javnleikinum ímóti Slovenia á heysti í 2000. Ein minutt fyri leiklok endaði bólturin fyri føturnar á skarprættaranum, sum var bæði knappur og avgjørdur. Avgjørdur er Uni Arge eisini, tá hann verður spurdur, hvat føroyskir fótbóltsleikarar mangla í dag. – Tað er fínt at duga at jonglera hundr- aðtals ferðir, sprakla sum Ronaldo og avlevera sum Beckham. Men uttan temperament megnar tú lítið í fótbólti. Alt, sum tú gert, má gerast við hugi og hjarta. Føroyskum fótbólti vantar saft og kraft í løtuni. Ov fáir spælarar eru sterkir og skjótir, og eg haldi, at DBU- fótbóltsskúlin í Føroyum hevur ein part av skyldini, sigur Uni Arge. Hann vísir til eina grein í Berlingske Tid- ende á heysti í fjør, har Glen Riddersholm og Per Andersen, venjarar hjá ávíkavist danska U16- og U17-landsliðnum og U18- og U19-landsliðnum siga, at danskir fótbóltsleikarar virka í einum vardum vattkulturi. – Hesir báðir venjararnir ásanna sjálvir, at danskarar hava ment ein vattkultur í fótbóltinum. Spælararnir eru allir øgiliga hampiligir, teir líkjast fótbóltsliga og hava lítið temperament, tí temperament verður uppfatað sum nakað negativt. Úrslitið av einum tílíkum umhvørvi er, at spælararnir verða fittir dreingir, sum eru tekniskt góðir, men onki vinna, greiðir Uni Arge frá. Hann sigur seg eisini síggja henda trupulleika aftur í Føroyum og undrast á, hví DBU-skúlin skal vera ófrávíkilig fyrimynd her. – Hesin skúlin hevur kanska gjørt føroyskan fótbólt tekniskari, men úrslitini eru verri. Hann hevur eisini gjørt danskan fótbólt verri. Hygg bara, hvar Danmark er statt í løtuni. Danska landsliðið er nummar 36 á FIFA-styrkilistanum. Tað er tað lakasta nakrantíð. Soleiðis var Danmark ikki, tá Danmark framleiddi vinnarar sum til dømis Søren Lerby, Jan Mølby, Preben Elkjær, Peter Schmeichel, Michael Laudrup og Flemming Povlsen, vísir Uni Arge á. Tí er tíðin eisini komin til, at vit leita okkum íblástur aðrastaðni frá. – Eg haldi, at føroyskur fótbóltur hev- ur brúk fyri bretskum íblástri, tí bretskur hugburður og bretskur fótbóltur passa væl til okkum. Hann hevur ferð og styrki. Heimsins besta landskapping, Premier League, liggur beint sunnan fyri okkum, og kring alt landið eru vit hugtikin av Liverpool, Manchester United, Chelsea og Arsenal. Kortini brúka vit ikki bretskan fótbólt sum íblástur, tá vit uppala okkara fótbóltsspælarar. Vit eru í staðin við at gerast eitt kopi av fótbóltinum í tí landinum, sum er nummar 36 í heiminum. Tað gevur lítla meining, heldur Uni Arge. - Føroyskum fótbólti vantar saft og kraft í løtuni. Ov fáir spælarar eru sterkir og skjótir, og eg haldi, at DBU-fótbóltsskúlin í Føroyum hevur ein part av skyldini. Hann hevur ikki bara gjørt føroyskan fótbólt minni áhugaverdan, men eisini gjørt danskan fótbólt verri. Danska landsliðið er nummar 36 á FIFA-styrkilistanum, sum er tað lakasta nakrantíð, staðfestir Uni Arge. Hann heldur, at tað gevur lítla meining at kopiera fótbóltin í einum landi, sum liggur nummar 36 á styrkilistanum hjá FIFA. Tí eftirlýsir hann bretskan hugburð til annars tekniskt sterku føroysku leikararnar [ Nr. 159 - 21. august 2008 ]