hósdagur 21. august 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
retskan íblástur
Ov lítið svangir eftir at
vinna
Uni Arge hevði ongantíð sum fremsta
sermerki at vera øgiliga tekniskur. Tað
sama kann sigast um fleiri av hansara
landsliðsliðfeløgum. Kurt Mørkøre var
ein og Julian Johnsson ein annar. Men
felags fyri hesar tríggjar var, at teir allir
spældu eitt skifti uttan fyri Føroyar – við
succés.
– Eg haldi, at fótbóltsspælararnir í dag
eru betri tekniskt enn fremstu spælararnir
fyri 15-20 árum síðan. Teir duga væl at
móttaka bóltin. Teir duga eisini væl at
sparka og finta. Men spælararnir í dag
mugu ansa eftir ikki at gerast tekniskir
dillitantar, sum bara brilliera, tá teir venja
skot og avleveringar. Teir mugu eisini
hugsa um at gerast kraftmiklir og snildir
ítróttarmenn, sum eru svangir eftir vinna,
og sum útstrála hendan viljan í dysti, tí
tað er í dysti, at tú prógvar títt veruliga
virði, sigur Uni Arge og heldur fram.
– Øll kappingarítrótt krevur, at tey,
sum eru við, eru til reiðar at vinna. Ert
tú í kapping, men grundleggjandi óttast
tað stríðið, sum krevst fyri at vinna, so
miseydnast tú. Hetta nevni eg, tí ofta
sakni eg vinnaramentalitet á føroyskum
fótbóltsliðum. Eg sakni, at spælarar vísa
fastleika og sannføring, og eg sakni, at
teir eru særdir, tá teir tapa. Tí haldi eg,
at leiðslur og venjarar eisini skulu fara
at leggja dent á mentala venjing. Vit
skulu góðtaka og dyrka tað harða og
rættvísa í spælarum og ikki bara tað fitta
og sosiala, hóast tað sosiala sjálvandi
skal rigga, sigur Uni Arge.
Glottar í felagsfótbólti
Tá Uni Arge spældi á landsliðnum, tapti
landsliðið eisini onkuntíð stórt, men tá
varð ikki tosað um eitt landslið í kreppu.
Tað verður tað nú, og Uni fylgir kjakinum
gjølla.
– Nógv verður í dag tosað um, at
fótbólturin er í kreppu, og at landsliðið
stendur seg illa. Tá illa gongst, er
kritikkur neyðugur. Men vit skulu ansa
eftir ikki bara at finnast at, so øll verða
púra mótfallin. Neyðugt er nú at fara
undir uppbyggingina, eisini ta sálarligu,
so vit aftur fáa nakað at gleðast um,
sigur Uni Arge, sum eisini heldur, at vit
hava nógv at fegnast um í føroyskum
fótbólti anno 2008.
– Glottar eru avgjørt at hóma í
felagsfótbóltinum í løtuni. NSÍ vann á
Dynamo Tblisi í summar, og HB fekk javnt
ímóti Elfsborg. B36 vísti taktiskan og
kropsligan fastleika, sum fekk Brøndby
at knarra, og EB/Streymur beit væl frá
sær, hóast Manchester City var ein
yvirmakt, vísir Uni Arge á.
Hann hevur eisini heft seg við høga
áskoðaratalið kring Tórsvøll tann 17.
juli í ár.
– Hvussu nógv fólk hugdu at
Manchester City á Tórsvølli, spyr hann
og svarar síðan sjálvur.
– 5.400 fólk! Føroyingar elska
bretskan fótbólt, og tí eiga vit at heinta
meiri íblástur haðani. Vit skulu skapa
sterkar, skjótar og sannførdar spælarar
sum teir bretsku, ið samstundis eru
tekniskt og taktist so væl fyri sum teir
føroysku, sigur Uni Arge.
Uni Holm Johannesen
Rólant Waag Dam
Níggjundi og tíggjundi partur í
greinarøðini um kreppuna í føroyskan
fótbólt koma í næstum
Føroyar eru næst vánaligasta landslið í Evropa. Vit hava ikki
fingið nakað stig í hvørki EM- ella HM undankapping síðan
2004. Seinastu árini hava vit raplað niður eftir styrkislistanum
hjá FIFA. Í løtuni liggja vit nummar 196 – bara 11 lond eru
aftan fyri okkum.
Sosialurin varpar komandi vikurnar ljós á keðiligu gongdina.
Vit leita eftir orsøkunum til, hví tað gongur so illa í hond og
spyrja hvat skal til fyri at venda óhepnu gongdini?
Lesið áttanda part í røðini um kreppuna í føroyskum fótbólti.
[ Nr. 159 - 21. august 2008 ]
35
– Tað er fínt at duga at jonglera
hundraðtals ferðir, sprakla sum
Ronaldo og avlevera sum Beckham.
Men uttan temperament megnar tú
lítið í fótbólti. Alt, sum tú gert, má
gerast við hugi og hjarta. Føroyskum
fótbólti vantar saft og kraft í
løtuni. Ov fáir spælarar eru sterkir
og skjótir, og eg haldi, at DBU-
fótbóltsskúlin í Føroyum hevur ein
part av skyldini, sigur Uni Arge