hósdagur 21. august 2008síða 36
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
[ Nr. 159 - 21. august 2008 ]
Norskt silvur í kappgongd
Kjersti Tysse Platzer syrgdi fyri sættu norsku OL-
medaljuni, tá hon sum næsta kvinnan gekk um málið í 20
km kappgongd. Hetta gjørdi hon í tíðini, 1.27,07, og er
hetta nýtt norskt met. Russiska Olga Kaniskina vann gull,
meðan italska Elisa Rigaudo vann silvur. Silvurið lyftur
Noreg upp á eitt pláss sum nummar 30 á listanum yvir
mest vinnandi tjóðirnar í aktuellu OL-útgávuni. Har er
Danmark enn besta norðurlandi.
Forsetin illur um Dunga
Brasil hevur havt eitt vánaligt OL higartil. Ikki minst hevur
tað skapt ónøgd, at landið tapti hálvfinaluna í olympisku
fótbóltskappingini móti Argentina. Og nú hevur forsetin í
landinum, Luiz Inacio Lula da Silva, fingið nokk. Hann
sigur nevnliga, at Dunga ikki hevur skil fyri at gagnnýta
talentið í brasilskum fótbólti, og at hann tí skal koyrast úr
starvinum. Dunga er ein tann mest vinnandi brasilski
spælarin nakrantíð, men dygdir hansara vóru tó ikki tær
typisku samba-rútmurnar, sum Brasil annars er kent fyri.
Fyri fyrstu ferð
nakrantíð vóru
fimm spælarar
úr EB/Streymi á
landsliðnum, tá ið
fimm umboðaðu
føðilandið fyri
fyrstu ferð
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var dagurin hjá EB/
Streymi á landsliðnum í
gjár. Eitt tað nýggjasta fel-
agið í fremstu fótbóltsrøð-
ini eigur ikki so nógvuliga
nógvar spælarar, sum hava
verið á landsliðnum, og
felagið eigur ongan spæl-
ara, sum hevur spælt nógv-
ar ferðir á landsliðnum.
Niðri í Portugal vóru
fimm frá steypavinnarun-
um og toppliðnum í lands-
kappingini á landsliðnum.
Mikkjal Thomassen og
Bárður Olsen hava áður
roynt seg sum landsliðs-
spælarar. Teir, sum ong-
antíð áður høvdu verið á
landsliðnum, og sum vóru
við í 5-0 tapinum, eru mál-
verjin René Tórgarð, mið-
verjin Egil á Bø og
vongverjin í vinstru Leif
Niclasen.
René Tórgarð hevur
leingi sitið á beinkinum
og bíðað eftir at fáa møgu-
leikan. Hann er sætti mál-
verjin á landsliðnum, síð-
ani altjóða limaskapurin
gjørdist veruleiki fyri 20
árum síðani. Hinir eru
Jens Martin Knudsen og
Jákup Mikkelsen, sum
hava vart málið nógv tær
flestu ferðirnar, og Kaj
Leo Johannesen, Bjarni
Johansen og Sunvard Joen-
sen. Hesir báðir seinast
nevndu spældu ávikavíst
tvær ferðir og eina ferð á
landsliðnum.
Umframt teir tríggjar úr
EB/Streymi, sum í gjár
vóru fyrstu ferð á lands-
liðnum, vóru tveir aðrir á
landsliðnum fyri fyrstu
ferð. Talan var um mið-
vallaran Boga Løkin úr
NSÍ og um álopsspælaran
Andreas Lava Olsen úr
Víkingi.
Ein annar spælari hevur
higartil í ár verið á lands-
liðnum fyri fyrstu ferð.
Tað er Høgni Madsen úr
ÍF, sum spældi fyrsta
landsdystin, tá ið Føroyar
4. juni taptu 4-3 á útivølli
ímóti
Estlandi.
Høgni
varð aftur í gjárkvøldið
skiftur inn á føroyska mið-
vøllin.
Leif Niclasen var ein av trimum EB/Streyma-spælarum,
sum spældi sín fyrsta A-landsdyst í gjárkvøldið
Mynd: Polfoto/AP
Innrás úr
oddaliðnum
Men ímóti Liktin
stein í síðstu HM
undankapping megn
aði Portugal ikki
meiri enn javnleik
á útivølli og tepran
sigur á heimavølli
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eingin ivi er um tað, at í
gjárkvøldið hitti føroyska
landsliðið eitt av heimsins
bestu landsliðum. Vit kenna
spælararnar frá nøkrum av
bestu feløgunum í heimin-
um – eitt nú Manchester
United og Chelsea – og vit
síggja tað á styrkislistanum
hjá FIFA, har Portugal er
ímillum tey bestu, meðan
Føroyar eru á plássunum
millum 190 og 200.
Tølini siga eisini, at
Portugal, sum fyri tveimum
árum síðani var í hálvfinal-
uni, tá ið HM endaspælið
var í Týsklandi, ofta hevur
vunnið sannførandi sigrar.
Ikki bara ímóti smáum fót-
bóltstjóðum, men eisini við-
hvørt ímóti teimum stóru.
Síðsta dømi um, at Portu-
gal hevur vundið burturúr
einari av stóru fótbóltstjóð-
unum var tað, tá ið Portugal
á heimavølli í HM undan-
kappingardysti í 2004 vann
ikki minni enn 7-1! á
Russlandi.
Tað eru fleiri dømi um, at
Portugal hevur vunnið stór-
ar sigrar ímóti smáum fót-
bóltstjóðum. Størsti sigurin,
sum Portugal hevur vunnið
í nýggjari tíð, var, tá Kuwait
í vinardysti í 2003 legði
rygg til 8-0 tap.
Í undankappingardystum
ímóti Luksemburg í 2004
og 2005 var eisini talan um
stór tøl. Portugal vann ávika-
vist 5-0 og 6-0.
Tað er tó ikki altíð, at tað
hevur hilnast so ógvuliga
væl. Okkurt dømi er um, at
Portugal hevur verið kroyst
ímóti fótbóltstjóðum, sum í
stødd minna um Føroyar,
og sum Føroyar áður hava
havt gott tak á.
Besta dømið um hetta er,
hvussu tað gekk, tá ið Portu-
gal og Liktinstein vóru í
undankappingarbólki sam-
an í 2004 og í 2005. Ta ferð-
ina knógvaði Portugal á
heimavølli akkurát Liktin-
stein 2-1, eftir at Liktinstein
hevði verið frammanfyri 1-
0 í hálvleikinum. Í Vaduz í
Liktinstein hilnaðist tað
uppaftur betri hjá heima-
liðnum. Liktinstein megnaði
2-2 ímóti Portugal.
Føroyar og Liktinstein
hava fleiri ferðir spælt vin-
ardystir ímóti hvørjum øðr-
um. Higartil hava Føroyar
havt takið á fúrstadøminum.
Føroyar og Liktinstein hava
tríggjar ferðir spælt ímóti
hvørjum øðrum, og higartil
hava Føroyar vunnið allar
dystirnar. Samlaði málmun-
urin er 5-1.
Fyrsti dysturin var 26.
apríl í 2000 í Vaduz. Ta
ferðina vunnu Føroyar 1-0.
Næsti dysturin var í Grikka-
landi 13. Februar í 2002. Ta
ferðina vunnu Føroyar aftur
1-0. Síðsti dysturin var á
Tórsvølli 19. august í 2002.
Ta ferðina vunnu Føroyar
3-1.
Eingin ivi er um, at FSF,
venjarin, spælararnir og
allur tann føroyski fótbólts-
heimurin droymir um aftur
at fáa møguleikan at spæla
ímóti smáum europeiskum
fótbóltstjóðum sum eitt nú
Liktinstein, sum nú er
styrkismett væl hægri á
FIFA listanum, enn Føroyar
eru. Sannlíkið fyri at Føroy-
ar og Liktinstein skulu
koma í undankappingarbólk
saman er millum lítið og
einki. FSF hevur roynt at
dyrgt
eftir
vinardystum
ímóti fótbóltstjóðum við
somu styrki sum Føroyar
ella har á leið, men tað
hevur gingið striltið.
Hesa ferð løgdu Føroyar
rygg til 5-0 tap ímóti Portu-
gal, sum næstu ferð skal
spæla undankappingardyst
ímóti Malta. Tað hevði
verið spennandi, um Føroy-
ar høvdu fingið møguleikan
at spæla ímóti Malta, Liktin-
stein ella kanska Luksem-
burg.
Portugal hevur ofta
vunnið stórt
Liktenstein, sum Føroyar tríggjar ferðir hava vunnið ímóti, spældi fyri trimum árum síðani javnt
móti Portugal
Mynd: Polfoto/AP