fríggjadagur 22. august 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Söslalurin
Nr. 160 - 22. august 2008
stjóri til Voruhusið
Føroya størsta varuhús verður nú professionaliserað og skal hava nýggjan
stjóra. Stjórin skal saman við leiðarum, lyklapersónum og nevndini gera og seta
í verk framtíðar strategi- og virkisætlan fyri felagið. Tilvísing verður til nevndina.
Uppgávur stjórans verða av strategiskum, taktiskum og operativum slagi.
Leiðsla, coaching og menning av leiðarum og lyklapersónum fer eisini at fylla
nógv. Harumframt er tað týðandi, at tú hevur fgrleika at analysera og taka
avgerðir við staði í fíggjarligu lyklatölunum.
Tú hevur eina merkantila útbúgving, gjarna við fíggjarligum yvirbygningi. Annar
møguleiki er, at tú hevur fíggjarliga útbúgving, saman við hollum royndum við
smásglu og heilsalu. Tú hevur viðkomandi leiðsluroyndir og dugur at samskifta
við gll starvsfólkini. Tú hevur tev fyri keypmannskapi og megnar at umseta
strategiskar avgerðir til lansamar gerðir og úrslit.
Tú skalt vera motiverandi og duga at hugtaka, men eisini hava neyðugu
persónligu slagkraftina. Tú er hugskotsríkur og hevur førleika at hugsa nýtt og
gðrvísi í mun til handilsligu menningina.
Arbeiðið er sera spennandi og avbjóðandi. Tú fært víðar heimildir at seta tín
dám á og menna virkið, eins og tú fært eina profesionella nevnd at samstarva
við. Løn og setanartreytir verða eftir avtalu.
Allar umsóknir verða viðgjardar í trúnaði.
Hevur tú áhuga fyri starvinum, send so eina umsókn við prógvum til Varuhúsið,
Postrúm 1019, 110 Tórshavn. Viðmerk " Stjóri". Umsóknarfreistin er 15.
september 2008. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Árna Arge,
nevndarformann, tel. 215345 og teldupost argeQikon.fo.
AMORUHUÚSIÐ
www.voruhusid.fo
Vgruhúsið er Føroya stærsta varuhús, ið hevur sglustað á Hjalla, í Klaksvík, í Runavík og á Tvøroyri. Umframt at reka smásglu, er Varuhúsið eisini veitari til allar Litaval-
handlarnar kring landið. Í samtakinum starvast í dag umleið 40 fólk. Varuhúsið er ein familjufyritaka. Virksemið byrjaði í 1962 undir navninum Málingahandilin. Tað
vóru bræðurnir Finnbjarn og Eyðun Mouritsen, ið byrjaðu virksemið í J. C. Svabosggtu í Havn. Síðan byrjanina er samleikin og virksemið ment til Varuhúsið. Varuhúsið
veitir í dag kundum sínum heildarloysnir. Kundar fáa alt til heimið, aðrar varur og tænastur fyri kappingarfgrar prísir. Havuðsvarubólkarnir eru máling, innbúgv, hvítvarur,
el-tól, búnýti, KT og gólv.