fríggjadagur 22. august 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 160 - 22. august 2008
Stilla upp til eldraráðið
Eldraráð skal veljast í Tórshavnar kommunu. Eldraráðið skal geva
okkara politikarum góð ráð og syrgja fyri, at atlit altíð verða tikin
fyri okkum eldru, tá ið avgerðir verða tiknar.
Ert tú 60 ár ella eldri og býrt í Tórshavnar kommunu,
átti tú at umhugsað at stillað upp. Kundi tú hugsað tær
at stillað upp, skalt tú útfylla eina valevnisfráboðan.
Hetta skjalið fæst í Snarskivuni og á torshavn.fo. Frá-
boðanin skal latast Snarskivuni aftur í seinasta lagi 9.
september kl. 16.
Saman við fráboðanini skulu undirskriftir fylgja við frá
fimm stillarum, sum eisini lúka treytirnar fyri valrætti
til Eldraráðið.
Stilla upp… vit hava brúk fyri tær!
Eldraráðið ráðgevur býráðnum í eldrapolitiskum spurningum.
Eldraráðið er sett fyri eitt valskeið, ið er fýra ár.
Eldraráðið hevur fimm limir og fimm varalimir.
Fyri at verða stillað upp og atkvøða, skalt tú verða 60 ár ella eldri.
Eldraráðið hevur skrivstovu í Tilhaldinum í Tórsgøtu.
Tórshavnar Kommuna
sansir.fo