fríggjadagur 22. august 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 160 - 22. august 2008
19
tíðindi
Elsa Midjord av Økr
um, búsitandi í Havn,
andaðist á Landssjúkra
húsinum mánadagin 18.
august, 81 ára gomul.
Bønarhald
verður
í
L a n d s s j ú k r a h ú s
kapellinum fríggjadagin
kl. 11. Jarðarferðin verð
ur úr Sumbiar kirkju
leygardagin kl.13 yvir í
kirkjugarðin á Leiti. Tey
ið vilja minnast Elsu,
kunnu lata kirkjuni eina
peningagávu, konta í
Suðuroyar Sparikassa.
Jonna Petersen, fødd
Johannesen, ættað úr
Vestmanna, andaðist í
heiminum í Munkebo í
Danmark 18. august 73
ára gomul. Jarðarferðin
verður
úr
Munkebo
Kirkju leygardagin kl.
11.
Mervin Thomsen, ætt
aður úr Hvalba, andaðist
á Landssjúkrahúsinum
mikudagin 51 ára gam
al. Bønarhald verður í
Landssjúkrahúskap
ellinum leygardagin kl.
15. Jarðarferðin verður
úr
Hvalbiar
Kirkju
sunnudagin kl. 15. Tey,
ið vilja minnast Mervin,
kunnu
lata
Hvalbiar
kirkju eina gávu. Konta
í peningastovunum.
Andlát og jarðarferðir
“Góða summarferiu, Krist
inn” – søgdu vit øll – vaks
in sum børn síðsta skúla
dag fyri summarferiuna.
Kristinn gekk hugagóður
sum altíð og riggaði av.
Tað síðsta vit sóu til
hansara var, at hann – sum
so ofta – ruddaði og feiaði
í skúlagarðinum. Lítið
vardi tað okkum, at vit
ikki skuldu síggjast aftur í
livandi lívi. Eftir sera
stutta sjúkralegu andaðist
Kristinn Ólavssøkumorg
un. At hetta er ein sera
stórur missur fyri skúlan,
starvsfelagarnar og næm
ingarnar kunnu øll hugsa
sær til, og ikki er missurin
minni fyri Janne og familj
una alla. Vit gráta, syrgja
og sakna saman við teim
um. Vit hava mist ein sera
góðan starvsfelaga og vin,
og Janne, sum er okkara
skúlaleiðari, hevur mist
sín kæra mann, lívsvin og
“soulmate”, og familjan
annars hevur mist ein kær
an pápa, verpápa, abba,
bróður, svág og son – og
missurin er sera svárur fyri
øll.
Kristinn var sonur Hall
gerð fødd Kallsoy og John
Sivertsen frá Gjógv. Han
var føddur 6. desember
1947 í Íslandi við tað, at
Hallgerð og John búðu í
Íslandi um hetta mundið.
Krisinn vaks upp í Havn,
men elskaði at vera við
Gjógv hjá familjuni har –
serliga um summarið. Bert
13 ára gamal fór Kristinn
til Danmarkar at ganga í
skúla. Har møtti hann tvey
ár seinni Janne, og tey
hava verið saman síðan.
Kristinn andaðist dagin
eftir teirra 40’ára brúd
leypsdag, sum tey m.a.
vóru farin til Danmarkar
at halda. Kristinn tók lær
araprógv á Jelling Semin
arium 1971 og hevur verið
lærari á Vejlefjordskolen
197173, Vejle Fri Børne
skole 197378, Johannes
skolen í Vejle 197879 og í
Adventistaskúlanum síðan
1985. Kristinn lærdi til
húsasmið 197985.
Kristinn hoyrdu til tey
friðarligu
í
landinum.
Hann gjørdi einki hóvasták
burtur úr sær sjálvum, men
hann gjørdi so mikið størri
mun, har ið hann var. Hann
hvíldi í sær sjálvum – var
idealistiskur
og
ósjálvsøkin, virkin og nær
lagdur. Eingin var órørdur
og óávirkaður eftir eitt
møti við Kristinn. Hann
var altíð jaligur, hevði tíð
til tín, lurtaði eftir tær og
hevði samhuga við tær.
Kristinn livdi fyri onnur
og var ein persónur, ið tú
gjørdist góður við. Hann
var spæligubbi og spældi
við børnini í skúlagarðin
um, hann var teirra vinur
og mentor. Børnini elskaðu
Kristinn.
Hann
var
umsorgarfullur og enga
sjeraður, gáaði eftir teim
um og hevði virðing og
áhuga fyri teimum. Hann
var ein sera góður starvs
felagi, var semjuskapandi,
sosialur og stuttligur –
altíð í góðum lag og til
reiðar at hjálpa – spardi
seg ikki í nøkrum.
Eingin uppgáva var ov
stór og eingin ov lítil fyri
Kristinn. Um tað var at
undirvísa,
vera
stuðul,
hjálpa til við tí fyrisitingar
liga, ella gera handligt
húsavarðaarbeiði,
vaska,
røkja og bøta um – tað var
líka mikið. Kristinn dugdi
alt og vildi alt. Hann var
ikki smáligur, men hjálpti
øllum og hjálpti til við
øllum. Tað var bara hálv
talað orð, so stóð hann –
eisini í orðsins rætta og
bókstavliga týdningi – á
høvdinum fyri tær. Tá ið
onnur krupu inn í ein bil
undan regni og vindi, rann
Kristinn yvir í Svimjihøll
ina at undirvísa í svimjing
og heim aftur.
Kristinn hevði sera góð
ar gávur og var eitt satt
multitalent, og illa ber til
at siga frá øllum. Hann
dugdi sera væl at siga frá,
kvøða og syngja og var
sera musikalskur, hann
dugdi at tekna og mála og
málaði stóru pallmyndina
til árligu skúlaframførslur
nar, sum hvørt ár var eitt
prýði í skúlahøllini í eitt
heilt ár, hann dugdi sera
væl við tølum, støddfrøði
og náttúruvísund, hann
hevði stóran áhuga fyri idé
søgu, heimsspeki og nýggj
um pedagogiskum hugsan
um, hann var sera fimur
og evnaríkur kropsliga,
gjørdi ítrótt, fimleik og
svam við børnunum, gekk
fjøllini og hevði kropp og
konditión sum ein ung
lingi, var altíð fremstur, tá
ið vit vóru útferðir og
gongutúrar, var ein dugna
ligur smíðlærari, handverk
ari og byggifrøðingur og
stóð fyri byggingini av
Gjáargarði.
Kristinn – eins og Janne
– gekk eisini sera høgt
upp í síni egnu børn og
stuðlaði teimum í øllum.
Tatjana, Natasha, Julian,
Teresa og Maria hava mist
ein ómetaliga góðan og
høgt elskaðan pápa. Stóra
áhugan fyri fótbólti høvdu
Janne og Kristinn saman
og vóru soninum Julian
hollur stuðul á leiðini sum
fótbóltsspælari
og
yrkisleikari. Ikki er ilt at
gita, hvaðani Julian fekk
sítt treysti og sín stríðsanda
frá. Janne og Kristinn
hava verið saman til at
kalla
allar
fótbólts
dystirnar, og fótbóltsprátið
og veddingin á skúlanum
hava verið hugalig ítriv.
Vit fara at sakna Krist
inn, hansara skemtingar
semi
og
gamanslyndi,
hansara vit, fynd og hittin
orð, hansara stilla kærleika
til umhvørvið, hansara ótil
gjørda og einfalda sinna
lag, hansara treystu ond,
hansara listaligu gávur og
musikalitet, hansara søgur
og evnini at siga frá og
hansara
lívsgleði
og
gleðina fyri lívið. Kann
vera, at maður kemur í
manns stað, men eingin
megnar fult út at fylla
leiklutin hjá Kristinni. Orð
eru ov fátøk til at siga frá
okkara djúpu kenslum,
samkenslum og hugsanum,
nú Kristinn er farin alt ov
brátt og alt ov tíðliga í
góðum árum. Friður veri
við minninum um okkara
kæra starvsfelaga og vin –
Kristinn Johnsson.
Starvsfelagarnir á
Adventistaskúlanum –
Bergur Godtfred
Sorrig og glæde de vandre
til hobe,
lykke, ulykke de gange på
rad,
medgang og modgang hin
anden tilråbe,
solskin og skyer de følges
og ad,
jorderigs guld
er prægtigt muld,
Himlen er ene af salighed
fuld.
Th. Kingo 1681
Minningarorð um
Kristinn Johnsson,
lærara í Adventistaskúlanum
Dagurin
23. august. Sakeus, deyður umleið ár 116. Í elsta
listanum yvir biskupar í Jerúsalem verður nevndur ein
Sakeus, sum er tann fjórði í tí biskupatalinum, men ann
ars ókendur. Summir halda, at her verður sipað til yvir
tollaran Sakeus (Luk. 19, 16). Navnið merkir reinur ella
sakleysur.
24. august. Bartalsmessa ella bartalsøka. Til minnis
um lærusveinin Bartolomeus. Halgisøgan sigur, at tá ið
ápostlarnir skiltust, fór hann eystureftir til Armeniu,
Mesopotamiu og Indiu, har hann varð tikin av døgum
av uppøstum avgudaprestum. Í træskurðinum á einum
av kirkjubøstólunum sæst hann við kvívi í hendi, ið sip
ar til, at hann varð flettur livandi. Navnið merkir sonur
Ptolemeusar. 24. august 1943 var eitt løgtingsval, sum
varð rópt bartalsmessuvalið.
25. august. Ludvík, deyður í 1270. Kongur í Fraklandi,
nevndur Ludvík hin Heilagi. Stóð á odda fyri fleiri
krossferðum. Á einari ferð til Norðurafrika doyði hann
av sjúku. Upprunaliga germanskt navn, ið merkir við
gitin og stríð.
Tøkk
Eg fari at takka teimum, sum gjørdu
mær tann stóra heiður, at koma í 70 ára
føðingardag hjá mær 30 juli 2008.
Tøkk til børnini, fyri føðingardagin tey
skipaðu fyri í Kelduni.
Tøkk til tykkum sum hjálptu til.
Tøkk til Kelduna fyri lán av húsi.
Tøkk til tykkum, sum ringdu og annars
mintust meg.
Harrin signi tykkum øll.
Vinarliga
Jógvan Martin Høj