fríggjadagur 22. august 2008síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
46
Nr. 160 - 22. august 2008
heilsanir
Hjartaliga takka vit øllum, sum gleddu okkum á
hjúnabandsdegi okkara 7. juni 2008.
Tøkk fyri gávur, blómur, fjarrit og heilsanir.
Jóna og Bogi
Ein hjartans tøkk til tykkum øll, sum gleddust saman við okkum og
gjørdu okkum hjúnabandsdagin 3. mai 2008 ógloymandi. Takk til
familju og vinir fyri sera góða hjálp, uttan tykkum hevði dagurin ikki
verið møguligur og so væl eydnaður. Takk til Ingu P. Dam prest fyri
góða talu í kirkjuni og takk til dekn, klokkara og organist fyri hjálpina.
Eisini vilja vit takka fyri gávur, heilsanir og telegrammir, takk øll somul
Ynskja Fríðgerð og Rani í Líð
Góða Mille
Hjartaliga tillukku við 10 ára degnum.
Tað er so stuttligt at hava teg
her heima í summar.
Minst nú til at drekka nógva kala...
Muss og klemm frá ommu og abba
23. august verður hendan fitta gentan 11 ár. Tí vilja vit ynkja henni
tillukku og biða Jesus pápa signa henni lívs leiðina.
Ynskja strandaomma, strandaabbi, Marjun, Stein og Silja
Góða Beinta
Tillukku við føðingardegnum 22. august.
Eisini ein heilsan til William.
Heilsan mamma og systrarnar
Góða
elskaða
Halla
Hjartaliga
tillukku við 2
ára degnum
23. august.
Jesus pápin
passar væl
uppá Hallu.
Muss og
klemm.
Omma, abbi
og Petur
Frank
Góða Halla
Gubbasa allarbesta. Hjartaliga tillukku við 2 ára
degnum 23. august. Muss og klemm.
Jákup gubbi
Góða fitta Halla
Hjartaliga tillukku við 2 ára degnum
23. august. Guð signing framtíð tína.
Vit elska teg sooo nógv.
Ynskja mamma og babba