fríggjadagur 22. august 2008síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 160 - 22. august 2008
lýsingar
Starv
sum havnameistari
við Fuglafjarðar havn
Starvið sum havnameistari við Fuglafjarðar
havn verður hervið lýst leyst at seta tann 01.
november 2008 ella so skjótt sum til ber eftir
hetta.
Starvið:
Tú kemur í starvinum at hava leiðsluna av
Fuglafjarðar havn, sum umframt havnameist-
aran hevur 2 havnaumsjónarmenn í føstum
starvi.
Førleikakrøv:
Útbúgving sum skipsførari, førleika í enskum
máli í skrift og talu, somuleiðis sum tú skalt
duga at orða teg væl bæði munnliga og
skrivliga, hava teldukunnleika og kunnleika til
nýmótans leiðsluamboð.
Vit bjóða tær:
Eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú
sum leiðari umframt dagligu leiðsluna, eisini
kemur at verða við til og menna havnina, sum
seinastu árini hevur verið í støðugum vøkstri,
og sum ídag telist millum størstu havnir í
landinum.
Setanarviðurskifti:
Starvið verður fyribils lønt sambært sáttmála
millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Før-
oya (KAF) og Føroya Skipara- og navigatør-
felag fyri havnameistarar, somuleiðis sum
skrivligur sáttmáli eisini verður gjørdur part-
anna millum um arbeiðstreytir vm.
Fyrsta árið verður at rokna sum royndarár.
Hava tygum áhuga
so eru tygum vælkomin at senda skrivliga
umsókn saman við prógvum og møguligum
CV og viðmælum til Fuglafjarðar býráð,
Postboks 30, 530 Fuglafjørður, og skal henda
verða ráðnum í hendi í seinasta lagi
fríggjadagin 12. september 2008 kl. 15.00.
Fleiri upplýsningar
fáast við at venda sær til Sigurð S. Simonsen,
borgarstjóra á telefon 737777 ella Jákup
Frants Larsen, býráðsskrivara á telefon 737702.
Býráðið skilar sær rætt til at velja millum
umsóknirnar ella onga at taka.
Fuglafjørður, tann 21. august 2008
Fuglafjarðar býráð
Fuglafjarðar
Býráð
Íbúð ynskist
Íbúð ynskist til leigu í Havn frá 1. desember til
eldri mann. Eri friðarligur og fari væl um.
Ring á tlf. 211322
Hús til sølu á Tvøroyri
Um nøktandi boð verður givið, verða húsini við
Sílá 33 seld.
Stykki er 505 m2, húsini eru Bygd 1952, í 2
hæddum uml. 75 m2.
Í ovastu hæddini er gangur, køkur, baðiverilsi,
2 stovur og 3 kømur.
Í kjallarahæddini er vaski-/og arbeiðsrúm, 2
kømur og gangur.
Húsini liggja væl fyri, við sera góðum útsýni.
Áhugaði kunnu ringja
tlf. 225656-317451 284112
Stuðul til Frítíðar-
ansingina í Leirvík
Søkt verður eftir stuðli til barn við autismu. Talan
er um 20 t./ viku.
Talan er um tíðaravmarkað starv fyri starvsfólk í
barnsburðarfarloyvi, at byrja uml. 15. september
2008 til 15. juli 2009.
Søkt verður eftir stuðli sum:
• undir ábyrgd leiðslunnar og í tøttum samstarvi
við foreldur og starvsfólk er við til at skapa eitt
trygt og mennandi umhvørvi fyri barnið.
• dugir at samstarva / samskifta og er
fyrikomandi.
• er fúsur at taka á seg tær uppgávur og halda
fram við tí arbeiðsgongd, ið er virkandi (teacch)
• er stundisligur og nærlagdur.
Førleikar:
Ynskiligt er, at tann, sum settur verður, hevur
námsfrøðiliga útbúgving ella samsvarandi før-
leika.
Fyrimunur er eisini, um umsøkjarin hevur royndir
at arbeiða við børnum við autismu.
Lønar - og setanartreytir:
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya
Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya.
Umsóknir við prógvum, Cv og møguligur við-
mælum skulu
Sendast til :
Leirvíkar Kommunu
Stílað: Frítíðaransingin
Kulibakki 15
520 Leirvík
Umsóknarfreist: mikudagin 3. september 2008
Nærri kunning um starvið, fæst við at ringja til
Leiðaran á tlf. 743125.
Leirvíkar Kommuna
Kulibakki 15 · Postrúm 42
FO-520 Leirvík · Tlf.: 44 30 06
leirvik@leirvik.fo · www.leirvik.fo
Sjúkrahúsarbeiðari / portørur
Eitt starv sum sjúkrahúsarbeiðari (portørur) er leyst
til setan frá 1. novembur 2008.
Eisini verður søkt eftir avloysara fyri portør í farloyvi
frá 1. novembur 2008 til 1. septembur 2010.
Portørdeildin er ein deild við nógvum ymiskum
uppgávum m.a. bráðfangishjálp í samband við
lívbjargandi arbeiði, flutning av sjúkum og skaddum
fólkum. Eisini hevur portørdeildin ábyrgd av øllum
portørarbeiði á sjúkrahúsinum, og setir hetta stór
krøv til starvsfólk, ið mangan arbeiða undir serliga
strongdum umstøðum.
Tann, ið settur verður kemur at arbeiða í skiftandi
vaktum við tilkallivakt frá heiminum. Neyðug upp-
læring verður givin á sjúkrahúsinum.
Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðsmanna-felag.
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til
Birgir Dimon telefon 34 33 00 lokal 3230.
Umsóknir skulu sendast til:
Suðuroyar Sjúkrahús
att. umsjónarmaðurin
Sjúkrahúsbrekkan 19
800 Tvøroyri
ella
ssh@ssh.fo
Umsóknarfreist: 22. septembur 2008.
Suðuroyar Sjúkrahús
FO-800 Tvøroyri
Tlf: 34 33 00 · Fax: 37 11 42
E-mail: ssh@ssh.fo
Vælkomin í Zarepta
Hesar vikuskiftislegur verða
í Zarepta í september:
Lega fyri 18 ár og eldri frá fríggjadegi 05.09.
til sunnudagin 07.09. Kostnaður kr. 400,00
Kvinnustevna frá fríggjadegi 12.09. til
sunnudagin 14.09. Kostnaður kr. 450,00
Mansstevna frá fríggjadegi 19.09.
til sunnudagin 21.09. Kostnaður kr. 450,00
Tekning á tlf. 332140 ella 282140
og fax nr. 333141.