Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. august 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 161 - 25. august 2008 tíðindi Talan er um fulltíðarstarv, og tann setti skal hava námsfrøðiliga útbúgving. Barnagarðurin liggur í hugnaligum og barnavinarligum umhvørvi, nærhendis Stóránni, sum sostatt eisini er eitt gott íkast til gerandisdagin. Stovnurin er skipaður við fýra stovum, umframt frítíðarskúla, ið heldur til við Margáir í Streymnesi. Vit ynskja: • At tú hevur hug og hegni at leiða, dugir at samstarva og ert fyrikomandi. • At tú hevur virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum og foreldrunum. • At tú hevur hug at skapa og seta dám á okkara dagstovn. • At tú kanst arbeiða sjálvstøðugt. • At tú hevur ein virknan lut í samstarvinum við hinar leiðararnar á dagstovnaøkinum í kommununi. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til verandi leiðara í barnagarðinum, Nancy Poulsen, tlf. 772021, ella leiðaran á sosialu deild, tlf. 471022 ella 771023. Umsókn við avriti av prógvum v.m. skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. septembur 2008, og skulu sendast til: Sunda kommunu Oyrarbakkavegur 3 Postboks 10 400 Oyrarbakki Barnagarðurin við Kráir í Hvalvík er ein av trimum dagstovnum í Sunda Kommunu, ið allir eru nýggir og væl útgjørdir. Barnagarðurin er normeraður til 60 børn, og har eru í løtuni 12 starvsfólk. Dagstovnaleiðarnir í økinum, tvs. í Hósvík, á Oyrarbakka og í Hvalvík, hava eitt gott og tætt samstarv á økinum í samráð við kommununa. Leiðari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík sansir.fo Leiðari til Barnagarðin við Kráir í Hvalvík Søkt verður eftir leiðara til barnagarðin at byrja tann 1. oktobur 2008 ella eftir nærri avtalu Sunnudagin var pinnpakkað av fólki í gongugøtuni í Havn, tá ársins loppu­ marknaður var í gongugøtuni í Havn Fólkalív Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Risastóri loppimarknaðurin, sum var í gongugøtuni í Havn sunnudagin, var ein dundrandi succes, sum heilt sikkurt verður endurtikin. Hetta siga tey úr Margarin­ fabrikkini, sum hevði tikið stig til loppumarknaðin, har fólk kundu leiga sær eitt borð fyri 200 krónur. Pen­ ingur, sum skuldi brúkast til eitt nýtt pool­borð í ung­ dómshúsinum. ­ Vit eru sera væl nøgd við tiltakið, sum hepnaðist nógv betur, enn vit høvdu torað at vóna, sigur Annika Gregoriussen, varaleiðari í Margarinfabrikkini. Hon fortelur, at tað tey leigaðu 55 borð út, og at øll lótu sera væl at. ­ Fólk vóru nakað so positiv, og fleiri heittu á okkum um at skipa fyri hes­ um aftur – minst tvær ferðir árliga. Hetta vísir okkum bara, at stórur tørvur er á at brúka miðbýin, og at fólk eru fegin um at sleppa av við gamlir lutir og ymiskt, sum tey sjálvi hava gjørt, sigur Annika, sum leggur afturat, at eisini børnini og tey ungu í Margarin­ fabrikkini vóru væl nøgd. ­ Nú er ikki langt eftir, til vit hava ráð til eitt nýtt pool­borð, sum jú var enda­ málið við øllum, sigur hon at enda. Húsaskorð og heimagjørt í gongugøtuni Omaneftir allari gongugøtuni stóðu borð í tveimum røðum Hvørja skal eg velja? Eisini inni í Joto-holinum og stóðu borð allan vegin inn