Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. august 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 161 - 25. august 2008 Fólk í Sundalagnum bera ótta fyri, at gamlar fornleivdir eru í vanda fyri at verða tyrvdar, men hesum vísir borgarstjórin, Heðin Zachariassen aftur FORNMINNIR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Sunda kommuna hevur eitt tyrvingarpláss norðanvert leguhúsið í Nesvík, har kommunan koyrir mold og eyr. Niðanfyri tyrvingar­ plássið eru leivdir eftir fyrstu húsunum har um vegir, og fólk í økinum óttast fyri, at kommunan fer at tyrva út yvir hesi fornminni. ­ Hetta er eitt øki, sum gamla Hvalvíkar kommuna av fyrstan tíð valdi sær til tyrvingarpláss. Seinni spurdu gamla Sunda kommuna og Haldórsvíkar kommuna um loyvi at nýta sama pláss til tyrvingar, tí tær høvdu einki hóskiligt øki sjálvar, sigur Heðin Zachariassen. Hann sigur, at teir alla tíðina hava havt eina ætlan við økinum, og at tað longu er ein øðilig mongd av mold og eyri, sum er komið á økið. ­ Vit hava verið í sam­ bandi við Fornminnissavnið um hesar fornleivdir, og tað er í fullum samstarvi við Fornminnissavnið, at vit tyrva her. Sjálvandi tyrva vit ikki út yvir nøkur forn­ minni, sigur Heðin Zachariassen. Borgarstjórin í Sunda kommunu sigur, at tað er fult í tráð við ætlanina hjá kommununi, at økið nú er grasgrønt. ­ Tá nóg nógv tilfar var komið á økið, sáddu vit grasfræ á, so at økið nú er grønt og vakurt. Vit tyrva ikki longur oman móti fjøruni, og tá hetta árið er farið, vænti eg, at økið er fult tyrvt, sigur Heðin Zachariassen. Grótbrotið á Oyri So talan er um eina langtíðar ætlan við tyrvingarpláss­ inum í Nesvík. Men einaferð verður tað plássið fult, og tí hevur Sunda kommuna longu hugsað um eitt nýtt tyrvingarpláss. ­ Vit hava verið í sam­ bandi við Búnaðarstovuna viðvíkjandi gamla grót­ brotinum á Oyri, og vit hava fingið loyvi til at nýta hetta til tyrvingarpláss. Men ein vansi er, at tað rennur ein stór á gjøgnum grótbrotið, sigur Heðin Zachariassen. Men tað eru eisini aðrir lutir, sum hugsað verður um í sambandi við tyrvingina. ­ Sum er verður alt tyrvingartilfarið koyrt út í ongamanna land. Skulu vit nýta grótbrotið á Oyri, skal alt koyrast gjøgnum Oyrabakka og Oyra bygd, sigur Heðin Zachariassen. Hann skilir óttan hjá fólki fyri, at fornleivdirnar skulu fara fyri skjeyti, men hann vissar um, at alt er farið fram í samráð við Forn­ minnissavnið, og at økið verður liðugt tyrvt tá hetta árið er runnið. ­ Vit hava gaman í givið SEV loyvi at útbyggja teirra vatnorku, men vit hugsa sanniliga eisini um um­ hvørvið, og tað er eingin vandi fyri, at vit fara at tyrva gomul fornminni, sigur Heðin Zachariassen. Vit tyrva einki fornminni Eingin vandi er fyri, at hesi fornminnini verða tyrvd, sigur Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda kommunu Mynd: Jens Kr. Vang Ivi hevur verið um, hvørt Steinbjørn O. Jacobsen fer at stilla upp aftur til kommunuvalið í november, men tað fer hann, sigur hann við Rás2 POLITIKKUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo ­ Eg trívist ógvuliga væl í býráðsarbeiðinum, og tí havi eg gjørt av at stilla upp aftur til býráðsvalið í heyst. Tað sigur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík. Hann sigur, at hóast hann fíltist at teimum í Tjóðveldi, sum vóru við til at leggja uppskotið um 266b upp, so skiftir hann kortini ikki flokk, eins og Karsten Hansen gjørdi. ­ Býráðspolitikkur og landspolitikkur er heilt hvør sítt. Mín áhugi er í býnum, og tað eru fleiri tøk, ið eg kundi hugsa mær at tikið. Ikki minst nú vit hava sett nýggjan havnameistara. Har eru stórir møguleikar at økja um inntøkurnar, og tað er eitt av stóru málunum, ið liggja fyri framman, sigur Steinbjørn O. Jacobsen. Hann sigur, at tað sjálv­ vandi ikki er hann einsa­ mallur, sum ger av borgar­ stjórastarvið, men fær hann møguleikan, er hann til reiðar at taka fýra ár aftrat í starvinum. Steinbjørn stillar upp aftur Steinbjørn O. Jacobsen er til reiðar at taka fýra ár aftrat í borgarstjóra­ starvinum, fær hann møguleikan Tað eru hesar leivdirnar eftir elligomlum húsum, sum fólk eru bangin um Mynd: Jens Kristian Vang 15 ára gomul handtikin Løgreglan í irakiska býnum Baquba handtók í gjár eina 15 ára gamla gentu, ílætin bumbuvest. Hon viðgekk seinni, at bæði hon og mamman høvdu ætlanir um at fremja sjálvmorðsbumbuálop. Løgreglan fekk eyga á gentuna, sum uppførdi seg illgrunasamt. Tá hon noktaði fyri at steðga, dróg annar løgreglumaðurin skammbyrsuna, meðan hin legði gentuna í hondjørn. Bumbuserfrøðingar komu til staðar og skiltu bumbuna at. Gentan hevur greitt frá, at mamman skuldi spreingja seg sjálva í luftina seinni, og tí handtók løgreglan eisini hana. Neyðugt at bjarga Danski staturin tveitir seg út í eina bjargingarætlan fyri Roskilde Bank til tess at bjarga øllum fíggjarliga sektori­ num. Tað sigur stjórin í Nationalbankanum, Nile Bern­ stein. Vit fylgja gjølla við gongdini rundan um Roskilde Bank, sigur hann við fjølmiðlarnar. Tá vit fara inn og keypa Roskilde Bank, so er tað við tí endamáli, at tryggja fíggjarliga støðufesti í Danmark, sigur Nils Bernstein við politiken.dk.