týsdagur 26. august 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 162 - 26. august 2008
Humble Cry á Fjarðafestivalin
byrjaði í februar 2007. Ein telefonsamrøða førdi til byrjanina av bólkinum, sum tók tey
flestu á bóli, sum vóru til HMU konsertina í 2007. Hendan konsertin førdi eisini til, at
hesin bólkur bleiv bjóðaður at spæla á Fjarðafestivalinum 2007, og teir skuffaðu ikki,
men høvdu eina framførslu, sum setti seg fasta í minnið hjá mongum sum lýddu á,
skriva fyrireikararnir av Fjarðafestivalinum í tíðindakrivi. Aftur í ár verður møguleiki at
hoyra Humble Cry á Fjarðafestivalinum, teir havva júst verið uttanlands og spælt.
Spennandi verður at hoyra, hvat er hent við bólkinum seinasta árið. Humble Cry fara á
pallin seint fríggjakvøldið ella skal man tíðliga leygarnáttina.
Nú, eitur báturin
Polar Bear, og siglir
við ævintúrhugaðum
gestum til lond norð
anfyri, men skipið
var at byrja við, eitt
kappsiglingarskip, í
røðini, » Challange
Fleet«. Talan var um
kappsigling kring
knøttin. Í dag lá hetta
seglskip í Vágsbotni.
Ævintýrhugur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Í morgun lá eitt stórt og
stásiligt seglskip í Vágs
botni. Toppurin á mastrini
er eina 100 føtur uppiyvir
vatnskorpuni, og skipið er
ikki minni enn 72 føtur
langt. Skipið var bygt í ár
2000, og núverandi eigarin,
Phil Richardson, hevur átt
skipið í tvey ár.
Manningin telur í løtuni
6 mans. Hálvi danin Lars
Lippuner, sum kallar seg
sveitsara, og sum nú býr í
Ongland, er skipari. Reiðar
in er við á ferðini sum dekk
ari, og afturat teimum báð
um eru fýra aðrir. Tveir
bretar, ein sveitsi og ein úr
Ný Sælandi.
Verið í íshavinum
Skiparin greiðir frá, at skip
ið nú er ferðamannaskip
fyri ævintýrhugaði, og á
hesi ferð, sum byrjaði í
Newcastle í Onglandi mitt í
maimánaði, hava upp til 13
ferðandi verið við. Talan
hevur mest verið um skotar,
og eitt av málunum við at
fara eina tílíka ferð, er at
sigla við kajakkum.
Við á ferðini hava teir
nakrar kajakkir, men tær
eru hvørki grønlendskar
ella úr glasfibri. Tær eru til
at koyra luft í. Hetta kemst
av plásstroti umborð, og tí
tað hevði verið torført at
havt sokallaðu plastkajakk
irnar á dekkinum í veðrinum
Íshavið hevur at bjóða.
Ferðin byrjaði mitt í mai
mánaði, og hava teir siglt til
Noregs, upp til Lofoten og
til Svalbards eisini.
Vit sigldu so leingi vit
høvdu hav frammanfyri
okkum og onki var eftir, tá
vit komu til 88 stig norður,
greiðir reiðarin frá, og
meinar helst við, at tá raktu
teir polarísin, og sluppu
ikki longur.
Sjálvt um hetta kann
sýnast sum ein møguleiki
bara rík hava, er tað ikki
nógv kostnaðarmeiri enn
nógv annað.
Tað er heldur ikki so øgi
liga dýrt at koma við Polar
Bear, tí tað kostar 850 pund
um vikuna, fyri hvønn ferð
andi, og tað meta vit ikki
verða so nógv, tá talan er
um so nýtt og snotiligt skip
sum hetta, sigur Lars Lip
puner, skipari.
Hvíldarstað
Polar Bear hevur verið í Før
oyum í fimm dagar, og fer
av landinum aftur í dag.
Mær dámar sera væl
her, og eg royndi lunda í
gjár. Tað er eitt tað besta eg
havi roynt, sigur Phil Ric
hardson.
Ætlanin var ikki at koma
til Føroyar, men av tí, at
ættin var, sum hon var, lá
best fyri at gera ein steðg í
Føroyum.
Manningin
sum
er
umborð nú, er í veruleikan
um bert við til heimferðina,
og seinasta mannin taka teir
umborð í Lerwick. Síðani
sigla teir beinleiðis til New
castle, har seglskipið er
heimahoyrandi.
Challange Fleet
Í 2000, vóru 8 systirskip
bygd. Tey skuldu sigla kapp
kring knøttin, og var hetta
gjørt tvær ferðir. Skipið,
sum í dag liggur á Havnini
var kallaðist tá, Challange
40, og var næsta skipið,
sum var bygt.
Eftir at skipini høvdu tænt
sínum endamálið sum kapp
siglingarskip, og høvdu siglt
tvær ferðir kring knøttin.
Valdi kvinnan, Dee Caffari,
at royna at sigla uttan steðg
vestureftir runt um Jørðina.
Hetta fullførdi hon uppá 178
dagar, og gjørdist higartil
einasta kvinnan at fullføra
hesa ferð. Tað eru bara fimm
fólk í Heiminum, ið hava
siglt vesturum knøttin uttan
steðg í seglbáti, so talan er
um eitt megnarbragd, hetta
seglskip hevur verið partur
av.
Tríggjar ferðir
kring knøttin
Manningin sum er umborð nú,
er í veruleikanum bert við til
heimferðina, og seinasta mannin
taka teir umborð í Lerwick. Síðani
sigla teir beinleiðis til Newcastle,
har seglskipið er heimahoyrandi
Reiðarin fekk plátu við merkinum
hjá Tórshavnar havn
Hálvi danin Lars
Lippuner, sum kallar
seg sveitsara, sum býr
í Ongland, er skipari.
Reiðarin er við á ferðini
sum dekkari, og afturat
teimum báðum eru
fýra aðrir. Tveir bretar,
ein sveitsi og ein úr Ný
Sælandi