Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-25, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. august 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 161 - 25. august 2008 35 Akstovan | Hoyvíksvegur 57 | Postsmoga 3206 | FO-110 Tórshavn Tel +298 35 04 00 | Fax +298 35 04 01 | www.akstovan.fo | akstovan@akstovan.fo SKRIVSTOVUFÓLK Søkt verður eftir málsviðgera til Akstovuna at byrja skjótast til ber. Talan er um parttíðarstarv. UPPGÁVAN Uppgávan fevnir m.a. um: · Telefonavgreiðslu · Avgreiðslu av viðskiftafólki · Sýnsumsiting FØRLEIKAKRØV Vit hugsa okkum ein persón við skrivstovuút- búgving, HH ella samsvarandi lærdómi og arbeiðsroyndum á skrivstovu. Dentur verður lagdur á, at ein hevur góð samstarvsevni og er fyrikomandi og tænastuhugaður. Kunnleiki at arbeiða við teldu er eisini ein treyt. SETANARTREYTIR Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fígg jar- mála ráðið og Starvsmannafelagið. Starvssetanin hoyrir undir Vinnumálaráðið við tilhoyrandi stovnum, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur aðalráð. UMSÓKNIR Umsóknir við prógvum og møguligum viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 2. september 2008. Upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Búgva Apol, deildarleiðara, á telefon 350 400. Akstovan er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur sum endamál at fremja akfaratøkniligar kanningar og akfaraeftirlit, stíla fyri koyriroyndum, útvega fólki koyrikort, umsita skráseting av koyrikortum og umsita akfaraskráseting, skrásetingargjøld og vegskatt. Umframt høvuðsdeildina í Tórshavn, hevur Akstovan sýnsdeildir um alt landið. Á Akstovuni starvast 21 fólk. PETERSEN CONTRACTORS Hevur tú hug at gera tunnil? So er møguleikin her, tí vit hava brúk fyri arbeiðsfólki til tunnils- arbeiði í Eysturoynni. Góð løn verður latin, og møguleiki er fyri upplæring. Verkætlanin er partur av EIÐI2 vatnorkuútbyggingini hjá SEV, og umfatar atkomuveg og uml. 2,6 km av tunnilsgerð. EIÐI2 Konsortiet Hoydalsvegur 42 FO-100 Tórshavn Hevur tú hug at verða við, so fæst meira at vita við at ringja til Hilbert Elisson á tel. +298 585014, e-mail: hie@mth.dk foroyaprent.fo EIÐI2 KONSORTIET Hoyvíksvegur 59 · Postsmoga 3118 · 110 Tórshavn Tel. 31 45 55 · fax 31 80 26 · info@foroyaprent.fo Føroyaprent søkir miðla grafikara lærling Droymir tú um at arbeiða innan grafiska økið, er læru pláss sum miðlagrafikari nakað fyri teg. Tær dámar at gera eitt arbeiði við stórum neyvleika og høgari góðsku, og tú trívist at arbeiða við tíðarfreistum. Við eini útbúgving sum miðlagrafikari fært tú førleika, vitan og royndir, sum geva nógvar møguleikar, bæði á arbeiðsmarknaðinum og til víðari útbúgving. Sum miðla grafikara lærlingur lærir tú at brúka tíni kreativu evni, saman við nógvum tekniskum snildum. Tú arbeiðir bæði við at menna hugskot, sniðgevur hesi, og sendir hesi víðari til aðrar framleiðslur. Men tú lærir eisini nógv um teg sjálvan, og hvussu tú skalt fyrihalda teg til tað fakliga, til arbeiðsplássið og til starvsfelagarnar. Útbúgvingin bjóðar annað enn drúgvar bøkur og tímalangar undirvís ingar dagar Sum lærlingur á Føroyaprent sleppur tú beinanvegin at royna teg í einum livandi arbeiðs lívi við ábyrgd. Tú ert undir útbúgving, men eisini longu í ferð við at fáa tær arbeiðs- royndir á størstu grafisku fyritøku í landinum. DROYMIR TÚ UM AT ARBEIÐA SUM MIÐLAGRAFIKARI? Vilt tú vita meira far inn á heima síðu okkara www.foroyaprent.fo/net Umsókn við CV skal verða okkum í hendi seinast 15. sept. 2008. N O R Ð U R L E N D S K T U M H V Ø R V I S M E R K I 5 4 1 7 0 5 Renault Laguna til sølu Bilurin er frá desember 1998. Hevur fløgu- spælara og el-rútar. Bilurin er enskur, men er skrásettur í Føroyum og er góður at koyra. Verður seldur SERA BÍLIGA vegna flyting. Áhugaði kunnu ringja á tel. 222081 Bíliga til sølu