Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-26, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. august 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 162 - 26. august 2008 Stutt Sagt Cheney til Georgia Amerikanski varaforsetin, Dick Cheney, boðaði í gjár frá, at hann fer til Georgia fyrst í næsta mánað. Cheney skal eisini vitja Ukraina, Aserbajds­ jan og Italia, men tað er serliga vitjanin í Georgia, sum Hvítu Húsini leggja dent á, tí Georgia hevur júst verið í vápnaðum stríði við Russland. Sambært amerikonsku fjølmiðlunum fer varafor­ setin úr Washington tann 2. septembur. Enn ein fløga frá Berlusconi Italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, er sum kunnugt ein fjølbroyttur maður, og nú skriva ital­ sku fjølmiðlarnir, at tann umstríddi stjórnarleiðarin er í ferð við at leggja sein­ astu hond á eina tónleika­ fløgu, sum ætlandi skal koma út til jóla. Blaðið La Republica veit at siga, at Berlusconi ger løgini, og at sangarin Mariano Apicella leggur rødd til. Sangarin sigur við blaðið, at teir báðir arbeiða av lívsins kreftum fyri at fáa fløguna út upp undir jól. Hetta er aðru ferð, at ein fløga við tónleiki hjá Silvio Berlusconi kemur út. Tann fyrra kom í 2003, og tað var eisini Mariano Apicella, sum sang ta ferðina. Sum ungur var italski forsætisráðharrin sangari umborð á einum ferðamannaskipi. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Tað, sum hendi í Suðurossetia, vísir, hvussu vandamikið tílíkt er, og hesum eiga onnur at læra av Dmitrij Medvedev útlond Edward Kennedy, senatorur, helt eina sera kensluborna røðu, tá demokratiski flokk­ urin í USA fór undir tann endaliga uppstillingarfund­ in í gjárkvøldið. Kennedy hevur livað illa í seinastuni og varð lagdur undir skurð í vár. Men hann tykist vera komin fyri seg aftur, og í røðuni lovaði hann at vera hjástaddur á Capitol Hill, tá næsti forsetin verður tikin í eið í januar. ­ Eg lovi tykkum, at eg verði á Capitol Hill, tá Obama verður tikin í eið sum forseti, segði Edward Kennedy, sum hevur verið senatorur í 46 ár. Kona Barrack Obama, Michelle, helt eisini røðu í nátt, og onnur, sum skulu hava orðið, eru millum annað Hillary Clinton, Joe Biden og sjálvandi Barrack Obama. - Vit hava fyrireikað okkum til at taka ta avgerð, sum verður neyðug, segði russiski forsetin, Dmitrij Medvedev, eftir ein fund við russiska NATO-sendimannin, Dmitrij Rogozin, í gjár Russiski forsetin segði, at spenningurin millum Russ­ land og NATO­londini kann enda við, at Moskva kennir seg noytt til at kvetta alt samband við NATO. Hann segði, at tað verður ikki lætt at taka eina tílíka avgerð, men hann legði afturat, at sambandið við NATO er viknað munandi orsakað av ósemjuni um tað, sum hendi í Suðurossetia. Í gjár hitti Dmiotrij Medvedev forsetan í Mol­ dova, Vladimir Voronin, og sambært russiskum keldum nýtti Medvedev høvi til at ávara Moldova ímóti at brúka hermegi ímóti einum landsluti, sum vil sleppa úr ríkinum, eins og Georgia gjørdi í Suðurossetia. Russ­ iski forsetin sipaði við hes­ um til moldoviska lands­ lutin Transdnjestr, sum vil sleppa at leggja saman við Russlandi. ­Tað er rætt av okkum at tosa um støðuna í Trans­ dnjestr longu nú, og eg haldi, at vit hava góðar møguleikar at loysa knútin, segði Dmitrij Medvedev aftan á fundin við moldov­ iska forsetan. Russland kann kvetta við NATO og hóttir Moldova Svenska ákæruvaldið krevur, at ein týsk kvinna skal fáa lívlangt fongsul, tí hon beindi fyri tveimum børnum Tann 32 ára gamla kvinnan er ákærd fyri at hava lopið á eina 23 ára gamla kvinnu og børn hennara í svenska býnum Arboga tann 17. mars í ár. Mamman og børnini vórðu flutt á sjúkrahús, men læknarnir fingu ikki hjálpt teimum báðum børnunum, sum doyðu a sjúkrahúsinum. Mamman slapp harafturímóti livandi frá álopinum. Týska kvinnan hevur viðgingið, at hon var í Arboga tann 17. mars, men hon noktar seg seka í ákæruni. Ákæruvaldið er harafturímóti ikki í iva um, at hon er sek. Kvinnan búði fyrr saman við sambúgvanum hjá teirri 23 ára gomlu kvinnuni, skrivar svenska tíðindastovan TT. Krevja lívlangt fongsul fyri tvey barnamorð Kennedy helt kensluborna røðu Dick Cheney er amerikan- skur vara- forseti Mynd: Polfoto Silvio Berlusconi fyllir 72 um nakrar dagar Mynd: Polfoto