Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. august 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Nr. 163 • 27. aug. 2008 3. partur Í seinasta parti var greitt frá, tá ið eg fekk tvíburar í 1961. Hetta broytti sjálvandi nógv í mínum lívi. Pápi teir báðar Jákup og Jóhannes var sjálvsagt fegin um, at synirnir á hendan hátt komu undan. Sjálvir áttu teir eina heilsystir og fleiri hálvsystkin, sum teir framvegis hava samband við. Pápan høvdu teir eisini samband við. Teir vóru tó ikki gamlir, tá ið hann doyði. Eg kann eisini siga, at eg havi alt gott at bera fólkinum í Konso. Hvat enn ið kann sigast um teirra mentan, so kann eisini sigast, at grundleggjandi lá í teimum ikki at stjala. Tí kom tað frá fyrstu tíð ikki fyri, at nakað var stjolið hjá mær. Men tá ið fólkið seinni fór at fáa neyðhjálp í samband við hungursneyðir broyttist hetta nakað. Her var tað, sum so ofta er, at hann ið fær vil altíð hava meira. Tá kundi henda, at lutir hvurvu. Blíðskapurin hjá fólkinum var eisini einastandandi. Tá komið varð inn á gólvið var altíð boðið at eta. Men tað kundi taka tíð, tí maturin skuldi gerast til frá byrjan av. Kanska skuldi eitt kríatúr slaktast og síðan skuldi kaffi gerast. Hetta tók eisini sína tíð. Her kann fyrst sigast, at kaffi er tjóðardrikkur í Etiopia og er eisini en stórur partur av framleiðsluni hjá landinum. Kaffi kemur av fyrstu tíð fram í Etiopia í 13. og 14. øld og kemur til Europa seinast í 16. øld. Ein landspartur í Etiopina eitur eisini Kaffa. Sagt verður, at kaffi upprunaliga varð uppdagað í Etiopia á tann hátt, at komið varð fram á nakrar garvillar geitir. Hildið var, at tær vóru besettar, men tá høvdu tær etið kaffibønir. Kaffi er tískil ein húsarhalds­ planta hjá nógvum húsum. Tá ið boðið verður til kaffi skulu frukt­ irnar fyrst takast av kaffiplant­ unum. Síðan skulu berini fáast úr teimum. Aftaná skal kaffið brennast, síðan knúsast, áðrenn komið verður so langt sum hjá okkum øðrum, sum keypa kaffi í handlinum. At hetta tók tíð gjørdi einki, tí so mikið meira av tíð var at práta saman. Jarðarmóðir og tannlækni Eg virkaði eisini sum jarðarmóður. Flestar konur eiga heima, men tað doyggja alt ov nógvar konur í barnferð. Vit royndu at fáa konurnar at koma til kanningar, meðan tær gingu við børnunum. Hetta gekk striltið at byrja við, men gekk síðan betri og betri. Hetta hevur bjargað mongum børnum og mammum. Tá ið tær komu var tað tí, at okkurt var galið í samband við føðingina. Kvinnurnar kundu hava ligið í fleiri dagar við verkum, og barnið kom ikki. Tær vóru ofta illa fyri. Stundum var lívmóðurin skrædnað. Men tá var ikki nógv, ið eg kundi gera. Eg var jú ikki lækni og kundi ikki operera. Hetta var eitt tað ringasta, eg kundi koma út fyri. Tá vóru konurnar stundum meira deyðar enn livandi, tá teir komu við teimum. Nógvar blivu kortini bjargaðar, júst tí tær komu. Tað vóru tó nakrar sum doyðu, tí tað var eingin vón. Nógvar fingu hjálp av ymiskum slag, so tað var ein undurfull tænasta at standa í. Ein uppgáva hjá mær var eisini at trekkja tenn. Ein lækni, sum eina ferð var komin framvið, vísti Elsa Jacobsen: Øðrvísi lív í einum øðrvísi landi Ta tíðina Elsa var í Etiopia skrivaði hon javnan brøv heim til Kirkjuligt Missiónsblað. Her greiðir hon eisini frá lívinum, har hon arbeiddi, og frá hendingum, sum teimum barst fyri. Brot út hesum brøvum saman við munnligari frásøgn geva eina góða mynd av einum samfelagi, sum er sera nógv øðrvísi enn tað, sum vit kenna til. Tí er hetta eisini spennandi og forvitnisligur lesnaður. Hetta er so ein partur av lýsingini av virkseminum hjá Elsu og hennara starvsfeløgum í Etiopia. Framvegis er Elsa í Konso Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Elsa hevur fingið vitjan av Doris Heinesen, sum frá 1971 eisini virkaði í Etopia Jóhannes, annar av tvíburunum hjá Elsu, vísir teppi, sum bæði er dýna, dagligt plagg og líkverjan, tá ið tann tíðin kemur