Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. august 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 163 - 27. august 2008 tíðindi Onkur hevði kynt bál inni í Hvannasunds­ tunlinum gjáranátt­ ina, og tað kundi havt kostað 18 ára gamla Absalon Absalonsen av Viðareiði dýrt. Í kjaftsvarta tunlinum rendi hann bilin fast­ an og sá sær ongan annan útveg, enn at trilva seg út í fríska luft HERVERK Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað er ófatiligt, hvat fólk kunnu finna upp á. Soleiðis mátti løgregla og brandfólk heilar tvær ferðir í Hvanna­ sundstunnilin mánanáttina at sløkkja kynd bál. Ein, sum kundi komið heilt illa fyri av hesum beistagerðum, er 18 ára gamli Absalon Absalonsen. ­ Tá eg kom inn í tunnilin varnaðist eg, at nógvur royk­ ur var inni. Nú er tað einki óvanligt, at gass er inni í einum tunli, so eg hugsaði ikki so nógv um tað, sigur Absalon Absalonsen. Men komin miðskeiðis inn í tunnilin varnast hann, at onkur hevur kynt eitt bál inni í tunlinum. ­ Hetta var inni á einum møtiplássi. Eg veit ikki reiðiliga, hvat tað var, sum fest var í, men eg haldi, at bildekk vóru millum lutir­ nar, sum brendu, sigur Absa­ lon Absalonsen. Komin framvið bálinum gjørdist roykurin so tjúkkur, at tað sást ikki fram um nøsina. ­ Eg visti ikki hvat eg skuldi gera. Tað sást einki, hvørki frameftir ella aftur­ eftir. Eg havi bara havt koyrikortið í ein mánað, so eg hættaði mær ikki at fara at bakka allan vegin út úr tunlinum aftur, so eg helt frægast var at royna at halda fram við at koyra móti tunn­ ilsmunnanum norðantil, sigur Absalon Absalonsen. Hann so gjørdi, men tað var ikki lætt. Hann sá einki, hvørki til høgru ella vinstru ella fram eftir. Og tá umstøð­ urnar eru soleiðis, má tað næstan enda galið. ­ Áðrenn eg visti av, tók eg í eitt av refleksunum, sum standa út úr tunnilsvegg­ inum. Hetta var í høgru síðu. Eg gjørdist kløkkur og rætt­ aði bilin upp aftur, men tá eg einki sá, visti eg yvirhøvur ikki, hvussu eg vendi, sigur Absalon Absalonsen. Úrslitið var eisini, at áðrenn hann varnast, rennur hann bilin inn í tunnilsveggin á vinstru hond. Kjaftsvart ­ Eg gjørdist sjálvandi kløkk­ ur av hesum. Bilurin stóð inn móti tunnilsvegginum í vinstra borði við tí úrsliti, at eg fekk ikki førarahurðina upp. Eg tók tá ta avgerð, at fara úr bilinum og royna at ganga út úr tunlinum tað strekkið, sum var eftir, sigur Absalon Absalonsen. Allur tann svarti roykurin gjørdi, at Absalon hevði lítla hóming av, júst hvar í tunlinum hann var staddur, og kundi tí heldur ikki vita, hvussu langur vegurin var út í fríska luft. ­ Eg sá snøgt sagt einki. Tað vísti seg seinni, at eg hevði rent bilin fastan inn í eitt møtipláss, men tað hevði eg ongan møguleika at vita nakað um tá, sigur Absalon Absalonsen. Í bølanyðju inni í einum vanliga myrkum tunli, á miðaru nátt, og hartil í tjúkkum royki frá millum annað bildekkum, var ikki lætt at orientera seg. ­ Einki samband er til far­ telefonina inni í tunlinum, so eg fekk heldur ikki givið boð frá mær. Men tíbetur hevur fartelefonin hjá mær ljós, so eg fekk nýtt hana sum lykt. Kortini var so myrkt, at eg mátti bukka meg niður fyri at síggja koyribanan, sigur Absalon Absalonsen. Tískil var ikki hugsingur um bara at ganga. Har var neyðugt at taka aðrar hættir í nýtslu. ­ Eg mátti trilva meg fram við tunnilsvegginum. Eg hevði sjálvandi onga hóming av, hvussu langt var út til tun­ nilsmunnan, men fyri mær tóktist tíðin sum ein ævin­ leiki at koma út í fríska luft, sigur Absalon Absalonsen. Á sjúkrahús Tað er ikki bara at siga tað soleiðis at trilva seg fram í tjúkkum brandroyki. Tað er langtfrá vandaleyst at ganga í slíkum royki. ­ Eg hugsaði sjálvandi um, hvussu vandamikil royk­ urin var. Men har var einki at gera, eg mátti bara royna at ganga so skjótt, sum umstøðurnar loyvdu, og so royndi eg at anda so lítið, sum gjørligt. Royndi at hála T­shirtina upp um nøsina og anda gjøgnum hana, sigur Absalon Absalonsen. Tað sigur seg sjálvt, at tað var ógjørligt hjá honum at orientera seg, men hann royndi at nýta allar sansir. ­ Tað regnaði eitt sindur, og tað renna áir við tunnils­ munnan, so eg royndi at lurta eftir áunum fyri at vita, hvussu nær eg var munnanum, sigur Absalon Absalonsen. Men eitt var vandin við at ganga í so tjúkkum royki, eitt annað er vandin fyri at verða ákoyrdur. ­ Kom nakar bilur, so hevði hann ongan møgu­ leika at síggja meg. Eisini tí helt eg meg heilt úti við tun­ nilsveggin, sigur Absalon Absalonsen. Roykurin heykk allan vegin út gjøgnum tunnilin, og ikki fyrr enn Absalon kom út úr honum, fekk hann fríska luft og sá aftur fram fyri seg. ­ Komin út úr tunlinum ringdi eg beinanvegin til mammu mína. Hon ringdi síðani til løgregluna og boð­ aði frá eldinum í tunlinum, og síðani kom hon eftir mær, sigur Absalon Absalonsen. Mamman koyrdi síðani sonin á sjúkrahús, men hetta mátti bíða, til ráðiligt aftur var at koyra gjøgnum tunnilin. ­ Vit bíðaðu, inntil løg­ reglan ringdi og segði, at koyrandi var gjøgnum tunn­ ilin. Síðani koyrdi mamma mín meg á sjúkrahúsið. Læknin segði seg ikki rokna við, at eg hevði fingið nakr­ an skaða av roykinum, men hann gjørdi av at hava meg til observatión náttina av, sigur Absalon Absalonsen. Tveir eldar 18 ára gamli drongurin var sjálvandi skakkur av hend­ ingini, men róligur aftur, tá vit tosaðu við hann eftir døgurða í gjár, stutt eftir at hann var útskrivaður av sjúkrahúsinum í Klaksvík. ­ Men tað var ikki bert hesin eini eldurin í Hvanna­ sundstunlinum hesa nátt­ ina. Ein eldri bróður mín, Kristian, fór úr Klaksvík til Viðareiðis um hálvgum tvey tíðina, og tá logaði eitt bál í seinasta møtiplássinum áðrenn tú kemur út úr tunl­ inum Hvannasunds megin, sigur Absalon Absalonsen. Kristian Absalonsen ringdi og boðaði løgregluni frá, og hon kom á staðið saman við sløkkiliðsbili, sum sløkti tann eldin. Men ótangarnir vóru ikki lidnir, tá tá Absalon Absa­ lonsen um trítíðina um nátt­ ina koyrdi heim til Viðar­ eiðis, brendi sum longu nevnt á einum møtiplássi miðskeiðis í tunlinum. Á løgreglustovuni í Klaks­ vík verður váttað, at løg­ regla og sløkkilið tvær ferðir vóru í Hvannasunds­ tunlinum í sambandi við eldáseting. Í fyrra førinum var talan ikki um so álvars­ liga hending, men í seinna førinum, tá Absalon Absa­ lonsen kom gjøgnum tunnil­ in, var eldur settur á nøkur bildekk. Og øll vita, hvussu ógvusligan royk brennandi gummi elvur av sær. Hesin roykurin er sam­ stundis vandamikil, so tað var væl, at Absalon Absa­ lonsen slapp frá hendingini snikkaleysur. Hvør hevur sett eld á hesi dekkini gjáranáttina er ikki greitt enn, men løgreglan í Klaksvík sigur, at hon hevur spor at ganga eftir. Beistagerðir kundu fingið álvarsligar avleiðingar Absalon Absalonsen hevur bert havt koyrikort í ein mánaða, og er júst byrjaður á studentaskúlanum á Kambsdali Mynd: Álvur Haraldsen