Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-27, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. august 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 163 - 27. august 2008 Ole Wich hevur í Sosial­ inum tann 19. august undir heitinum ”Fejlfortolkning af undersøgelsen af det færøske demokrati” viðmerkingar til mína grein um medborgaraskap og politiska mentan í Føroyum í Dimmalætting tann 15. august 2008. Sambært Ole Wich so eri eg ikki bara óvitandi um føroysk viðurskiftir, men eg eri eisini subjektiv og politisk í mínum tulkingum av hesum úrslitum. Ole Wich vil vera við, at eg yvireksponeri týdningin av ríkisrættarligu støðu Føroya í mínum tulking­ um. Spurningurin er um tað ikki er Ole Wich, ið yvireksponerar partin í greinini, ið snýr seg um ríkisrættarligu støðu Føroya. Ole Wich kemur í síni viðmerking eisini við síni egnu alternativu teori, sum eg ikki ætli mær at gera viðmerkingar til. Greinin hjá mær í Dimmalætting er bert ein lítil samanumtøka av greinini, sum eg havi skrivað saman við Jens Hoff, professara, í Scandi­ navian Political Studies. Í greinini í Dimmalætting var dentur lagdur á at lýsa nøkur av úrslitunum í kanningini, og tískil varð ikki í nóg stóran mun greitt frá, hvussu vit eru komin fram til nevndu niðurstøð­ ur, og annars hvørjar avmarkingar eru, bæði í mun til kanning og tulking av úrslitum. Tað vil eg hervið bøta um. Kanningin spyr ikki um hví Ein kvantitativ samrøðu­ kanning gevur eina breiða yvirskipaða mynd av tí, sum verður kannað, men ein tílík kanning spyr ikki um ”hví”, og tískil kann tulkingararbeiðið vera eitt sindur av eini avbjóðing. Teoretiska útgangsstøðið fyri hesi kanning sigur tó (skandinaviska medborgar­ skapstraditiónin), at væl­ ferðarsamfelagið við sosial­ um javnaði og nógvum institutionellum møguleik­ um fyri at ávirka politisku skipanina viðførir breiða og virkna demokratiska luttøku millum fólk. Við støði í kanningini meta vit at kunna staðfesta, at hesin samanhangur er galdandi í mun til úrslitini um, at føroyingar eru politiskt áhugaðir, demokratiskt virknir, politiskt álítandi og demokratiskt tilvitaðir. Oman fyri nevnda ástøði kann tó ikki forklára lægri politiskt sjálvsálit millum føroyingar, minni nøgd­ semi við demokratiið, vantandi brúk av nýggjum luttøkuhættum sum polit­ iskt forbrúk, vantandi kvinnuliga umboðan í politisku skipanini og vánaligu úrslitini í mun til Fólkatingið. Tað ber sostatt ikki til statistiskt við støði í kanningini at koma við frágreiðingum í mun til hesi frávik. Ymiskar politiskar mentanir Men neyðugt er at geva eitt boð uppá, hví hesi frávik eru. Tað hava vit so gjørt við støði í ástøði hjá Almond og Verba frá 1963. Hesir hava við støði í kann­ ingum av politiskum ment­ anum í ymiskum londum gjørt tríggjar myndir fyri politiskar mentanir. Við støði í hesum og úrslitun­ um í kanningini eru vit so komin fram til, at føroyska politiska mentanin tykist at vera eyðkend við eini virknari luttøku mentan – eins og nevnt oman fyri, eini lokalari mentan (paro­ chialism) og eini undir­ givnari mentan (subject culture/koloni mentan). Lokal mentan Við tað at Føroyar liggja so avsíðis, og at føroyska samfelagið er so lítið, so kann væntast, at talan er um eitt meiri traditionelt, tætt bundið samfelag, og at politiska mentan er merkt av hesum (lokala/paro­ chial). Eyðkennir við tílík­ um mentanum kunnu vera viðurskiftir sum, at rák aðra staðni frá hava longri um at koma fram, at fam­ iljumynstrini eru meiri traditionel, størri sosial kontroll, og at átrúnaður og etisk mál hava størri týdning. Tað ber tó ikki til við støði í kanningini at staðfesta um og í hvønn mun øll hesi fyribrigdi gera seg galdandi í Føroy­ um. At Føroyar liggja so avsíðis kann tó verða ein frágreiðing uppá, at føroy­ ingar í minni mun virka sum politiskir forbrúkarar. Eisini meta vit, at vantandi kvinnuliga umboðanin í politikki kann hava sína orsøk í nevndu eyðkenn­ um. Tað skal tó viðmerk­ jast, at ástøðir um sambandið millum demo­ krati og samfelagsstødd eru mótstríðandi, og vit hava tí heldur ikki nakra greiða niðurstøðu hesum viðvíkjandi. Undirgivna mentan Eisini eru vit komin fram til, at politiska mentanin í Føroyum er merkt av eini undirgivnari mentan. Ein tílík mentan er eyðkend við eini virknari orienter­ ing móti einum parti av politisku skipanini, men við eini passivari orienter­ ing móti einum øðrum parti av skipanini saman við eini avmarkaðari kenslu av politiskum sjálvsáliti. Tað er við støði í hesum, at vit meta, at samanhangur kann vera millum úrslitini við lágum politiskum sjálvsáliti, vánaligu úrslitini í mun til Fólkatingið og størri ónøgd við demokratiið í Føroy­ um. Tann mest sannlíka forkláring uppá hesi úrslit meta vit er konfliktfulla sambandið millum Føroyar og Danmark. At føroyingar í meira enn 50 ár hava verið grundleggjandi ósamdir um hesa støðu, eins og nógvar veljara­ kanningar kunnu staðfesta, stuðlar eisini hesari niðurstøðu. Niðurstøðan hjá mær um, at politiska mentanin í Føroyum tykist at vera merkt av ríkisrættarligu støðu Føroya skal ikki samantvinnast við politiska støðutakan til spurningin um loysing ella samband, og eg dugi als ikki at síggja nakað samband millum hesa niðurstøðu og eina dyrkan av eini offurrollu mótvegis Dan­ mark, eins og Ole Wich vil vera við. Henda niðurstøða sigur einki um, hvørt tað er ríkisrættarliga støðan í sær sjálvum, sum hevur ávirkan, ella tað møguliga er støðan við politiskum ósemjum og hørðum orðadráttum, sum hevur týdning. Tørvur á fleiri kanningum Eisini vil eg leggja dent á, at vit tosa um eina møgu­ liga frágreiðing. Eg billi mær heldur ikki inn, at vit havi funnið ”tann forkrom­ aða sannleikan” um polit­ isku mentanina í Føroyum. Henda kanning gevur ikki eina fullfíggjaða mynd av medborgaraskapi og polit­ iskari mentan í Føroyum. Tørvur er á fleiri kanning­ um, soleiðis at samanberast kann yvir tíð, og tørvur er á kanningum av eitt nú politisku skipanini, leiklut­ inum hjá føroysku fjølmiðl­ unum, men eisini týdning­ inum av átrúnaði og rætt­ indum til minnilutar. At enda vil eg endurgeva síðsta brotið í vísindaligu greinini, har hetta verður staðfest: ”While the study undertaken here has hope­ fully given a nuanced picture of the unique mix of the participant, paro­ chial and colonial (subject) cultures, which together makes up political culture in the Faroe Islands, and gives citizenship its local distinctness, it is important to stress that it does by no means give a full picture of neither political culture, nor citizenship and demo­ cracy. In order to provide this, studies of macro­ political structures, further studies of political attitudes concerning especially moral issues and minority rights, as well as longitudinal studies of the issues treated here, are necessary”. Politisk mentan í Føroyum – aftursvar til Ole Wich stjórnmálafrøðingur Hallbera Fríða West Samgongan boðaði hátíðar­ liga frá í samgonguskjalin­ um, at eitt av endamálun­ um hjá hesi samgongu var at reka ein ábyrgdarfullan fíggjar­ og búskaparpoli­ tikk, har lagt verður upp fyri sveiggjum í búskapin­ um. Eisini var semja um, at øll politisk átøk hjá sam­ gonguni eru bundin at búskaparstøðuni, og taka væl flestu føroyingar undir við slíkum sjálvfylgilig­ heitum – hetta er beinleiðis skylda hjá eini og hvørji stjórn at hava sum mál, at føra ein skilagóðan fíggjar­ og búskaparpolitikk. Nú eru fyrireikingarnar til fíggjarlóg fyri 2009 í hæddini, og vegna ótryggu støðuna, sum valdað hevur í ár við ongari fíggjarlóg í ½ ár, óstabiliteti í politisku skipanini, dýru oljuni, hækkandi matvøruprísum, hækkandi rentu v.m., so kemur fíggjarmálaráð­ harrin Karsten Hansen í fjølmiðlarnar, og fyrsta hann boðar frá, er, at nú verður farið undir at yvir­ taka serforsorgina fyri 117 mill. kr., meðan allir almennir stovnar rópa í kór um vantandi játtanir! Hetta var so Karsten’sa svar til sjúkrahúsini, skúlarnar, almannastovuna o.s.fr. Ófatuligt! Einasti lands­ stýrismaður sum fekk játtað heili 14 –15% í meirjáttanin á verandi fíggjarlóg, meðan hini ráðini fingu “allernådigst” 1 – 3%, var fyrrverandi vápanfelagin hjá Karsteni, Høgni Hoydal. Og játtanin skuldi brúkast til sokallað­ ar “ambasadur” í New York, Moskva og Tokyo – eg sigi sum skálvíksingurin segði “har eru grundstykk­ ini ikki tey bíligastu” – og tá talan er um at pynta sokallaða “uttanríkisráð­ harran” við lántum fjarð­ um, tá tróta pengarnir ikki! Nyttuna tosi eg ikki um. Førdu miðflokkafólk seg ikki annars fram í valstríð­ num, ja, haldið tykkum fast, við slagorðinum, um “at fáa hjartað” inn aftur í føroyskan politikk – hann hevur ikki gjørt annað, síðani hann kom út á Argir, enn at mótarbeitt Hans Paula Strøm, landsstýris­ manni, í hansara ótroytti­ liga stríði fyri at bøta um almanna­ og heilsumálini í hesum landi – eykajáttanin upp á 30 mill. til øll trý sjúkrahúsini er ikki komin upp á pláss enn, við teim­ um ógvusligu fylgjum, hetta fær og fer at fáa fyri tey, sum tørva hjálp, takkað veri Karsteni!! (Jenis tegir og samtykkir?!) Øll tekin í sól og mána vísa, at búskapargongdin er okkum ikki til vildar í løtuni – og tí er sjálvandi neyðugt, at hugt verður sera neyvt eftir samlaðu búskaparstøðuni, og at vit royna at koma so nøkur­ lunda av høga aldukambi­ num, sum vit hava riðið á í nøkur ár, og royna at konsolidera okkum sum frægast. At vit eru á veg niður í aldudalin er væl ongin í iva um, ella? Fíggjarmálaráðharrin, sum stendur á odda í grund­ leggjandi arbeiðinum at snikka eina fíggjarlóg til til næsta ár, hann er sum sagt komin við einum einasta politiska boðskapi, og tað er at skerja fíggjarlógina við 117 mill! Eg, sum helt, at vælferðin var fremsta mál hjá hesi samgongu, allir flokkar høvdu bleytu virðini fremst á skránni til valið fyri ½ ári síðani, men nú er loysnin at skerja blokkin, og so mega allar hinar kontoirnar á fíggjar­ lógini laga seg (les: skerast niður!) sambært niðurskurð­ inum! Og so gloyma vit alt um bleyt virði í navni nationalismurnar! At minka um inntøkusíðuna á fíggjarlógini, sum í høvuðs­ heitum bert hevur skatt, toll og blokk at líta á, og har blokkurin er konstant­ ur, meðan bæði tollur og skattur eru fyri niðurgang­ andi, tað er loysn fíggjar­ málaráðharrans. Arbeiðir maðurin bert fyri einum systemi sum er = loysing, og hevur púrasta gloymt, at mannalagnur, stovnar o.a. eru aftan fyri hvørja einastu konto á fíggjarlógini? Somu loysingarfólk gleðast annars um studning úr ES til gransking í Føroyum! Óskiljandi og ólogiskt. Gleðiligt at Javnaðar­ flokkurin ressast við og minnir á at reka ein ábyrgdarfullan politikk. Javnaðarflokkurin hevur eina søguliga skyldu at verja borg á vælferðarøk­ inum – vit kunnu og eiga ikki lata um okkum ganga, at sosialdemokratiska vælferðarsamfelagið, sum vit hava skapt, verður knúst av einari eirindarleys­ ari nationalismu, sum er asosial í hvørjum skapi, hon enn fjalir seg. Asosiala nationalisman JoHan samuelsen Torbjørn má fáa minnilu­ tasigling í lag við fólkaflokkin og sambandsflokkin og møguliga er annar kapteynur enn Jóannes (sum má í fíggjarmál nú). Tann rætti úr javnaðarflokkinum at tosa við tær borgarligu Føroyar og vinnuna og flokkarnar hjá teimum A og B? Jú, rætt hugsað, javnaðarflokkurin má hava tveir løgmenn og Andrias Petersen er betri at fáa minnilutastyrki breitt enn Jóannes. Eing­ in ivi um tað. Og Tor­ bjørn má tala við Klaks­ vík gjøgnum A og B og báðar løgmenn úr C. Javnaður má hava 2 løgmenn - eina stund Gøta sJúrður Hansen viðmerkingar