Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. august 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27. august 2008 4 2008 »Allir tollarar og synd­arar hild­u seg nær hjá Hon­ um, at hoyra Hann.« Luk. 15.1. Millum annað het­ ta ørind­i í Bíb­li­ uni, er orsøkin til held­ur for­vitnisli­ ga navnið hjá b­ólkinum, Tollar­ ar og synd­arar FjarðaFestivalur 08 Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo T.O.S. er bólkur úr Eysturoynni, mannað­ur við­ fýra leirvíkingum, einum fuglfirð­ingi og einum glyvramanni. Teir hava spælt sam­ an síð­ani í marsmánað­i, tá Bárð­ur á Lakjuni, sum mest er kendur úr sangbólkinum Salt, tók stig til at mann bólkin. ­ Hinir vóru beinanvegin við­ uppá tað­, og vit hava vant umleið­ eina ferð­ um vikuna, sigur Bárð­ur á Lakjuni. Hann greið­ir frá, at bólkurin ikki er stovnað­ur til Fjarð­afestivalin, men hann heldur tað­ vera eitt gott tiltak at arbeið­a framímóti. Víð­ari sigur hann, at tað­ heldur var tilfarið­, hann lá inni við­, sum hann vildi nýta til okkurt. Álvarlig klokkuspøl og klarinettir Bólkurin nýtir nøkur heldur óvan­ lig ljóð­føri í popprokki, sum er tað­ nærmasta Bárð­ur á Lakjuni, kann koma til eina lýsing av tónleiki­ num bólkurin spælir. Umframt gittarar, trummur, bass, sang og ljómborð­, nýtir bólkurin eisini klokkuspæl, klarinett og floytu. Tónleikurin hjá bólkinum er nógv í valstakt, og íblásturin til tekstirnar er í høvuð­sheitum funn­ in í Sálmunum og orð­um Jesusar. ­ Alt vit spæla er í moll, men summi av løgunum kunnu vónandi fáa fólk at smílast. Tó er tað­ so, at álvari altíð­ er í tekstunum, sum ikki eru lovsangir, men altíð­ er ein boð­skapur. Júst sum í øllum øð­rum tónleiki, sigur Bárð­ur á Lakjuni. Røkka víða Bárð­ur á Lakjuni metir, at bólkurin kann hava fjepparar í nógvum aldursbólkum og í nógvum um­ hvørvum. Hann dugir eisini væl at ímynda sær, at bólkurin spældi til fleiri ymisk tiltøk, ikki bara andalig. ­ Kemur onkur seriøs konsert og bið­ur okkum spæla, so gera vit tað­ nokk, men til dans høvdu vit nokk ikki tíma at spælt. Tá lurta fólkini nóg illa at tónleikinum allíkavæl. Onki reyp T.O.S. vilja ikki ordiliga breggja sær av sínum royndum, hóast teir flestu hava spælt nógv, t.d. í bólki­ num Visible Fish. ­ Ikki reypa ov nógv um okkum, vit vilja bara hava fólkini at koma at lurta eftir okkum, so kunnu tey sjálvi avgera, hvat fyri tónleik vit spæla, og um teimum dáma tað­, tey hoyra, leggur Bárð­ur á Lakjuni dent á. Limirnir í bólkinum eru frá 27 til 34 ára gamlir, nakrir teirra hava familjur, og eina rúgvu av børnum, sum Bárð­ur á Lakjuni nevnir tað­. ­ Konan plagar at flenna at okkum, tí vit eru so gamlir at byrja ein bólk, men tíbetur flennir hon bara at okkum, heldur enn at missa tolið­, sigur orð­­ og lagskriv­ arin í bólkinum, sum heldur seg at Jesusi. FjarðaFestivalur 08 Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Í mong, mong ár hava The Isaacs ferð­ast og hava eisini nógvar útgávur á baki. Tey hava roynt og blandað­ saman blue­grass, gospel og country, men tá teirra útgáva nummar 30 skuldi inn­ spælast, gjørdu tey av at søkja óroyndar leið­ir og at vísa, hvat tey veruliga duga til. Og útgávan BIG SKY, ið­ er tann næsta hjá teimum í Gaither høpi, sigst eisini vera bergtakandi, elektrisk og eitt njótilsi. Kent Føroyingar flestir minnast send­ ingarnar í sjónvarpinum, har sonevnda Gaither familjan fekk stór gospel nøvn á vitjan og at syngja. At sleppa innar í Gaither kringin boð­ar frá, at góð­skan er sum hon skal. Og tað­ er eisini júst góð­ska, ið­ eyð­kenir familjubólkin The Isaacs. Vitjar ein t.d. heimasíð­u teirra, so eru upptøkur at síggja, har ein fær at vita, hvat ein kann vænta sær. Og ein skilir, hví hesin bólkurin ikki smæð­ist við­ at boð­a frá, hvat konsertvitjandi kunnu vænta sær. Bólkurin er ein familja av ómetaliga vælleikandi tónleikar­ um. Hvørki meira ella minni! Óivað­ fer bólkurin at leika okkurt av nýggja tilfarinum av BIG SKY útgávuni. Men hóast gingið­ verð­ur óroyndar leið­ir, sigst, so fjalist ikki, at røturnar eru í country og ikki minst blue­grass tónleikinum. Og júst hesin tónleikurin hevur verið­ høgt mettur í Føroyum og hevur enn fjepparar. Hetta einafal­ da, ið­ ljóð­ar so væl og lætt, men sum kunnugt er tað­ einfalda ofta tað­, ið­ krevur mest, um tað­ skal nytta nakað­. Og her koma The Isaacs til sín rætt. Um kantin Óivað­ verð­ur tað­ spennandi á Fjarð­afestivalinum at hoyra hesar úrmælingarnar. At eyð­merkja bólkin og tónlekin er ikki so lætt, eftir tí, ið­ er atr finna á netinum, men talan er í øllum førum um ein bólk av glað­um tónleikarum, sum leikandi lætt spæla á palli, og koma langt útum pallkantin, so fjøldin slepp­ ur at liva við­, tá guitari, violin, mandolin og onnur ljóð­føri leika. At talan er um bólk við­ 30 út­ gávum á baki, sigur eitt sindur, og at bólkurin er við­ í Gaither høpi er nakað­ tað­ sama, sum at hava skjalprógv uppá dygd. Bólkurin er ein familja av ómetaliga vælleikandi tónleikar­ um. Hvørki meira ella minni! The Isaacs Navnið er kent í Gaither høpi, og tað í sær sjálvum sigur, at her er talan um góðsku. The Isaacs er familjub­ólkur, ið spælir og sameinir veruligt b­lue­grass við gospel og country. Bólkurin hevur eini 30 út­ gávur á b­aki T.O.S. Bárður á Lakjuni metir, at bólkurin kann hava fjepparar í nógvum aldursbólkum og í nógvum umhvørvum.