mikudagur 27. august 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27. august 2008
14
2008
FjarðaFestivalur 08
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Tá Eyðun Jacobsen verður spurd
ur, um tað er rætt at nevna hann
sitgtakara og høvuðsfyrireikara,
so svarar hann, at hóast hann
hevur verið nógv í miðlunum, so
er talan um ein bólk, ið telur seks
persónar, ið mugu metast sum
stigtakarar og høvuðsfyrireikarar.
Tað byrjaði sum felagið
Adore Music í 2001, ið hevði til
endamáls at skipa fyri konsert
um við andaligum tónleiki,
men við í ætlanini tá var eisini
ein festivalur. Vit sóu ein tørv.
Konsertir við andaligum tónleiki
høvdu verið i Havn í Norðurlanda
húsinum, men bert eitt kvøld, so
vit fóru undir at skipa fyri, greiðir
Eyðun Jacobsen frá.
Hetta var so spírin, sum
seinni gjørdist til stóra tiltakið
Fjarðafestivalurin, sum er í og
kring Kelduna í Skálabotni.
Opið fyri øllum
Men hvør er tað so, ið stendur
aftanfyri?
Tað eru fólk úr samkomuni
Kelduni, ið byrjaðu Fjarðafesti
valin, men nú er onkur lagstur
afturat fyrireikingarbólkinum, ið
er úr aðrari samkomu. Og vit hava
alla tíina miðað eftir, at tiltøkini
eru fyri øll, at opið er fyri øllum
og at øll eru vælkomin, leggur
Eyðun Jacobsen dent á.
At skipa so stórum tiltaki,
sum Fjarðafestivalurin er, krevur
nógv, men meta fyrireikararnir, at
festivalurin hevur ment seg?
Ja, vit meta, at tað hevur
gingið rætta vegin. Fyrsti
festivalurin var góður, og tað
var tann næsti eisini, og hann
verður ikki minni góður í ár,
við teimum nøvnum, ið eru á
skránni. Hann gerst betri og
betri. Og vit hava eisini ment
festivalin til at fevna um eitt
sindur meira, enn hann gjørdi
í byrjanini. Vit hava pallarnar
úti og inni, men umframt hava
vit ein sal, ið tekur á leið 300
fólk, har ein lítil pallur verður til
meira spontanar framførslur, og
á tjaldingarplássinum er eisini
møguleiki at framføra. Hetta er,
um onkur heldur seg hava okkurt
spennandi at framføra, og hevur
hug til, at onnur skulu hoyra ,
greiður Eyðun Jacobsen frá.
Við Báti
Og sum nakað nýtt, so er nú
eisini møguleiki at vitja Fjarða
festivalin við báti, tí bátahylurin
er klárur at taka ímóti festival
gestum, og umstøðurnar eru
góðar, sigur Eyðun Jacobsen.
Hetta er eisini ein liður í
menningini av Fjaráfestivalinum,
sigur Eyðun Jacobsen.
Okkurt til øll
Fjarðafestivalurin er festivalur við
andaligum tónleiki. Umframt at
vera pallur, har føroyskir bólkar
fáa góðar umstøður at framføra,
so eru útlendsku nøvnini sjálvsagt
spennandi, og draga í stóran mun
fólk.
Og ikki bara er Fjarðafestival
urin øðrvísi, enn aðrir festivalar í
Føroyum. Hesaferð er hann eisni
øðrvísi enn undanfarin ár, tí nógv
sera spennandi er á skránni. Ikki
minst bíða mong óivað spent eftir
nøvnum, ið eru kend í Gaither
høpi.
Festivalurin er tónleikaliga
øðrvísi í ár. Vit fáa 3 nøvn, ið eru
kend í Gaither høpi, og kunnu t.d.
bjóða veruligt og ektað blue
grass, sigur Eyðun Jacobsen
fegin.
Vit hava roynt at náa ein
breiðan hóp og at hava ymiskan
tónleik at bjóða. Vit royna at
hava okkurt til øll; til børn, til
tey ungu og til tey tilkomnu,
og tónleikaliga royna vit at fáa
fjølbroyttan tónleik á festivalin,
sigur Eyðun Jacobsen.
Størri og betri
Hvørjar eru ætlanirnar hjá fyri
reikarunum, ella hava teir við
Fjarðafestivalinum, sum hann er
nú,, nátt síni mál?
Málið er altíð at víðka, at
gerast størri og betri. Vit hava
ymsar ætlanir, men onki alment
er á borðinum enn, sigur Eyðun
Jacobsen.
Men hann avdúkar tó, at longu
nú hava teir samband og avtalur
við fleiri kendar bólkar, ið ætlandi
koma at vitja Fjarðafestivalin
komandi ár.
Og tað er eisini kunngjørt, at
komandi ár verður festivalurin
fluttur, og verður hildin 5., 6.,
og 7. juni. Men hví hava fyrireik
ararnir tikið hetta stig?
Ja, fyrst og fremst er tað jú
veðrið. Veðrið er ofta betri í juni,
enn nú. Og so er tað eisini so,
at fleiri av stóru festivalunum í
Europa eru hasa tíðina, og tískil
gerst lættari hjá okkum at fáa
fatur á bólkum, um vit eisini hava
festivalin tá. Men tað gerst ikki
bert lættari, men eisini bíligari.
Tað sigur seg sjálvt, at tá vit,
sum hesaferð, fáa eini 28 ella 29
persónar beinleiðis úr USA, so
er hetta nakað, ið kostar okkum
pening, sigur Eyðun Jacobsen,
ið sum fyrireikari veit, hvar hann
verður at finna hesa vikuna,
tí á festivaløkinum er nokk at
takast við, nú tað styttist, til
Fjarðafestivalurin 2008 verður
hildin.
Málið er altíð
at gerast størri
og betri
Eyðun Jacobsen er ein av stigtakarunum og fyrireikarunum av
Fjarðafestivalinum, sum um vikuskiftið verður fyri 3. ferð. Tað, sum
byrjaði sum eitt felag, ið skipaði fyri konsertum, er í dag endað við einum
stórum festivali, har andaligur tónleikur er á breddanum, og fyrireikararnir
arbeiða støðugt við at víðka og betra festivalin