Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. august 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 164 - 28. august 2008 tíðindi Gongst sum ætlað, verður FC Amager part­ ur av risastórari stadi­ on­ætlan á Amager. Nýggj multiarena við 50.000 sitiplássum er nú í umbúna Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Líka síðani Todi Jónsson saman við øðrum íleggj­ar­ um keypti sær ræði á Frem­ ad Amager, sum nú er part­ ur av FC Amager, hevur verið tosað um at byggj­a nýtt stadion á donsku høv­ uðsstaðaroynni. Fyri nøkrum mánaðum síðani eydnaðist eisini at seta Brian Mollerup í stj­óra­ stólin í nýggj­a felagnum, og nú tykist veruligt kj­ørt vera komið upp á ætlanirnar. Berlingske Tidende skriv­ ar í morgun, at nýggj­a felag­ ið hevur í umbúna at byggj­a eina sonevnda multi­arena við 50.000 sitiplássum úti á Amager. Enn er einki upp­ lýst um kostnaðin av ætlan­ ini, men Kommunan í Keyp­ mannahavn hevur sagt, at teir vilj­a veita eitt stuðulslán upp á 200 milliónir sum part av fígginginin. Og í september skal avgerð ætl­ andi takast um, hvør verk­ ætlan skal fáa stuðulslánið. Todi Jónsson, stj­óri í FC Amager, sigur seg illa kunna gera nakrar ítøkiligar viðmerkingar til ætlanina, men hann sigur, at tey avgj­ørt vóna at gerast partur av ætlanini. ­ 50.000 fólk er ikki akk­ urát tað, sum vit síggj­a fyri okkum í FC Amager her og nú. Men vónandi kunnu vit fáa fleiri fólk inn til dystir í framtíðini, so hvørt sum fel­ agið veksur. ­ Men tað er greitt, at FC Amager einsamalt ikki hevur nakran møguleika at bera eina slíka ætlan. Tað er eisini tí, at hetta eitur multi­ arena. Tað fevnir rættiliga breitt, og tí er talan um hóp­ in av øðrum tiltøkum, sum ætlandi skulu hýsast har, uttan at eg tó fái sagt ítøki­ liga, hvørj­i onnur tiltøk tal­ an kann verða um, sigur Todi Jónsson. Sum skilst, so eru tað fleiri, sum eru um boðið at fáa atgongd til tær 200 milli­ ónirnar. Verður tað tykkara proj­ekt, sum fær endaligu góðkenningina. Fara tit so alt fyri eitt víðari í tykkara ætlanum? ­ Tað er ætlanin. Nú hava vit arbeitt rættiliga intenst við hesum seinastu tíðina, so sj­álvandi vóna vit, at vit nú veruliga kunnu seta turbo á arbeiðið, sigur Todi Jónsson. Byggja stadion til 50.000 fólk Rás2 kundi, sum fyrsti miðil, bera tíðindini um, at mentamálaráðharrin, Kristina Háfoss leggur frá sær í dag POlItIKKur Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað eru persónligar orsøkir sum gera, at eg havi tikið avgerð um at leggj­a frá mær sum mentamálaráðharri, sig­ ur Kristina Háfoss. Hon kunnaði starvsfólk­ ini um avgerð sína klokkan eitt í dag, og klokkan tvey varð so almannakunngj­ørt, at hon leggur frá sær. Øll tingmanningin og landsstýrismanningin í Tj­óðveldinum helt fyrra­ partin fund um málið, men einki var avgj­ørt, tá blaðið fór til prentingar. Vit fara at halda okkum frá at gita, um tað eru aðrar orsøkir enn tær persónligu, sum ávrika avgerðina hj­á Kristinu Háfoss, men tað er eingin loyna, at tað hava verið trupulleikar í Menta­ málaráðnum. Fyri kortum fór aðalstj­órin, Petur Peter­ sen, frá, og bleiv fluttur í Løgmannskrivstovuna í Tinganesi. Tað hevur annars verið ein stórur gj­øgnumtrekkur av mentamálaráðharrum, serliga hj­á Tj­óðveldi hesi seinastu árini, sum talvan eisini vísir. Enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvør tekur við eftir Kristinu Háfoss. Kristina Háfoss takkar fyri seg Kristina Háfoss hevur lagt frá sær eftir bert sjey mánaðum sum mentamálaráðharri Gongst sum ætlað skal nýtt risa-stadion byggjast í Ørestad. Todi Jónsson er ein av stig- takarunum til ætlanina, sum skal kunna hýsa øllum landsmonnum hansara, gerst tað neyðugt um mentamálaráðharrar síðani 15. mai í 1998: 04.02.08 - 28.08.08 Kristina Háfoss 03.02.04 - 04.08.08 Jógvan á Lakjuni 05.12.03 - 03.02.04 Annfinn Kalsberg 17.09.03 - 05.12.03 Annita á Fríðriksmørk 06.04.03 - 17.09.03 Høgni Hoydal 04.04.03 - 06.04.03 Annfinn Kallsberg 06.06.02 - 04.04.03 Annlis Bjarkhamar 14.06.01 - 06.06.02 Óli Holm 21.07.00 - 14.06.01 Tórbjørn Jaocbsen 28.03.00 - 21.07.00 Høgni Hoydal 15.05.98 - 28.03.00 Signar á Brúnni FAKTA