hósdagur 28. august 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 164 - 28. august 2008
Trucker Festilavurin hevur verið
eitt afturvendandi tiltak síðan
2003. Hóast astigtakarin til
Trucker Festivalin er
klaksvíkingur, hevur festivalurin
higartil verið hildin í Runavík.
Men í ár er verður Klaksvík
karmur um festivalin.
Nógvir eigarar og bilførarar av
lastbilum hava luttikið á Trucker
Festivalunum, og hevur hetta ført
til eina ávísa kapping um at hava
teir flottastu og mest væl hildnu
bilarnar. Steyp verða givin í
teimum ymisku sløgunum av
stórum bilum.
Í hesum tíðum verður gjørt
burtur úr at verja umhvørvið, og
tað hevði kanska verið upp á sítt
pláss at eisini at kappast um at
koyra so umhvørvisvinarligt sum
yvirhøvur møguligt.
Í øðrum londum verður nógv
gjørt burtur úr innanhýsis
kappingum á fyritøkum sum t.d.
hava fleiri lastbilar ella bussar.
Allir bilarnir í fyritøkuni fáa ein
sonvendan PDA (Personal Digital
Assisent) ísettan, so bilførararnir
alla tíðina kunnu fylgja við
oljunýtsluni. Úrslitini verða
skrásett inni á fyritøkuni, og
hvønn mánað verða tey hongd
upp á eina talvu, so bilførararnir
sjálvir kunnu fylgja við í hvør
koyrir reinast og brúkar minst olju
fyri hvønn kilometur. Bilførarar
nir, sum luttaka í slíkum
kappingum, hava verið á
koyritekniskum skeiði í
økonomiskari koyring.
At stór tøknilig framstig eru
hend í sambandi við minking av
dálkani útláti frá bilum á
evropeisku vegunum, vísir ein
nýgg ESumhvørviskanning.
Hóast ferðslan á evropeisku
vegunum er størsta orsøkin til
luftdálking, dálka nýggir lastbilar
munandi minni í dag enn fyri
bara fimm árum síðan.
Ein ES umhvørviskanning vísir
nevniliga, at CO2 útlátið frá
ferðsluni á vegunum í Evropa
minkaði við 32 prosentum frá
2002 til 2006, meðan NOx
útlátið (heilsuskaðiligum køvi
evni) í sama tíðarsekiði fall við
16 prosentum.
Trucker Festivalurin er eitt frálíkt
tiltak, ið hevur stóran sosialan
týdning fyri tey sum dagliga
starvast við stóru
flutningstólunum kring alt
landið.
Góðan Trucker Festival.
mg
Oddagrein:
Nógvir møguleikar við Trucker Festivalinum
Við einum sonvendum PDA (Personal Digital Assisent) kunnu bilførararnir alla tíðina kunnu fylgja við oljunýtsluni
Neyðug
skelti verða
sett upp