hósdagur 28. august 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 164 - 28. august 2008
tíðindi
- Eg havi ikki roynt nakað
annað, so eg veit ikki um
nakað betur, er svarið
Tummas Súni Joensen
kemur við, tá hann verður
spurdur, um hann ikki
hevði havt hug til at royna
okkurt annað. Tummas
Súni er partur av triðja
ættarliðnum av truckarum
hjá P/F Hans Egil Joensen
og synir
Bilførarar
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Uppi á Grind á Eiði stendur ein
maður og hyggur at einum
gomlum grønum Austin lastbili.
Hann prátar eitt sindur meðan vit
bíða eftir hinum fýra, Sosialurin
hevur avtalu við.
Síðani koma teir, ein fyri og
annar eftir. Menninir eru Hans
Egil Joensen, Jóhan Kallsoy
Joensen, Trúgvi Kallsoy Joensen
og Hans Egil Trúgvason Joensen.
Prátið um leyst og fast heldur
fram til seinasti maðurin, Tumm
as Súni Joensen, kemur út úr
smiðjuni.
At teir allir eita Joensen er ikki
av tilvild. Teir eru allir í familju,
og til felags hava teir, at teir allir
arbeiða í familjufyritøkuni, Hans
Egil Joensen og synir. Hóast fyri
tøkan eitur Hans Egili Joensen og
synir, eru teir seinast nevndu,
Tummas Súni og Hans Egil yngri,
abbasynir hjá 70 ára gamla Hans
Egili Joensen, sum hóast sín aldur
arbeiðir hvønn dag.
Man kan ikke lave pæne
billeder af grimme skorter, er tað
fyrsta Hans Egil eldri sigur, tá
tosað verður um at taka eina
mynd av teimum øllum. Men
myndirnar verða tiknar og prátið
flutt inn á loftið í smiðjuni, teir
hava uppi á Grind, sum tað
verður kallað.
Fyrstu árini
Eg keypti fyrsta bilin í 1959,
tað var ein Morris við 63 hestum,
og hann hevði eisini krana. Grøni
bilurin uttanfyri er júst sum
hann, men tað er ein Austin. Áðr
enn eg keypti bilin, sigldi eg í
Grønlandi, men eg hoyrdi at tað
fór at vera okkurt at gera. Vit
gjørdu veg til Gjáar og Loranstøð
in á Eiði skuldi eisini gerast.
Fyrsta bilin hevði eg til í 1961, tá
eg skifti bilin út, greiðir Hans
Egil frá.
Eg hevði koyrikort til bil,
men onki krav var um koyrikort
til stórar bilar. Lógarkravið kom
eini tíggju ár aftaná, men tey
góvu mær bara koyrikortið.
Frá 1966 var ikki so nógv virk
semi innan flutningvinnu, so
Hans Egil fór at rógva út,
umframt at koyra bil.
Synirnir, sum eru við hetta
kvøldið, Jóhan og Trúgvi, byrj
aðu at hjálpa til, so skjótt teir
megnaðu, og byrjaðu fast í 1982,
tá teir báðir vóru lidnir við
skúlan og høvdu verið nakrar
túrar til skips.
Ein dagin í 1971 vóru bilurin
og sjey ára gamli Trúgvi burtur,
og sama dag spurdi onkur meg
um Trúgvi hevði fingið koyri
kort, flennir Hans Egil, tá hann
greiðir frá, hvussu grammir synir
nir vóru at arbeiða við bilum.
Fram til 1998
Í 1980unum keyptu teir fleiri
bilar, og tá var, sum hjá teimum
flestu í flutningsvinnuni, ov
mikið at gera.
Vit arbeiddu meira enn 12
tímar um dagin, og tað gav væl.
Tað er kanska tí, eg ikki skilji, at
menninir byrja at hyggja at
klokkuni klokkan 16, sigur Jóhan
Joensen.
Í endanum av 80unum og í
byrjanini av 90unum, gjørdist tað
hjá teimum flestu, torført at hava
virksemi, og í eitt tíðarbil í
90unum, høvdu teir bara 3 bilar.
Alt vendi, tá Edmund bleiv
løgmaður, og tað kann gott skriv
ast, sigur Trúgvi flennandi, og
letur ongan iva vera um, hvar
hendan familjufyritøkan stendur
politiskt.
Í 1989 var fyritøkan eisini
skipað í partafelag, og síðani tá
er Hans Egil eisini farin frá sum
stjóri. Tó megna synirnir og
Hans Egil illa at semjast um nær
hann fór frá, men at enda blíva
teir samdir um árið 1998, tá
Trúgvi gjørdist nevndarformaður
og Jóhan stjóri.
Triðja ættarlið
Í 1998, tá abbin fór frá sum stjóri,
hevði 21 ára gamli Tummas Súni
Joensen longu fingið sín fyrsta
lønarseðil frá fyritøkuni, og hann
sigur seg minnast, at hann sum 6
ára gamal var við til at krøkja í og
úr, tá teir landaðu onkrar bátar.
Hans Egil Trúgvason Joensen,
hevur eisini hjálpt til leingi.
Tummas Súni, hevur síðani
tíggjunda flokk arbeitt fulla tíð í
felagnum, og koyrt síðani hann
fekk koyrikortið. Hans Egil yngri
hevur verið fast í fyritøkuni í
umleið eitt ár.
Eg havi ikki roynt nakað ann
að, so eg veit ikki um nakað er
betur, er svarið Tummas Súni
kemur við, tá hann verður spurd
ur, um hann ikki hevði havt hug
at royna okkurt annað.
HEJ á Trucker Festivali
Fyri nøkrum árum síðani, vunnu
Hans Egil Joensen og synir tvey
steyp og eina medalju á festival
inum, men teir halda at størsta
grundin til, at teir vunnu, var at
teir bjóðaðu øllum á økinum
pylsur. Men hesi steyp syrgdu
fyri, at teir sama ár vóru við í
starvsfólkablaðnum hjá Volvo í
Svøríki. Hetta kom í lag á eini
vitjan teir gjørdu á verksmíðjuni
hjá Volvo.
Vit eru ikki bara við fyri at
kappast. Vit eru mest við, tí tað
er stuttligt og hugnaligt. Í ár taka
vit av okkara 11 bilium, einar
tríggjar við á festivalin, tí vit fáa
ikki tíð til at vaska so nógvar, og
vit hava eisini annað at gera,
greiðir Tummas Súni frá.
Eisini eru teir fegnir um, at
festivalurin er fluttur til Klaksvík
ar, tí teir meta býin vera so nógv
hugnaligari enn Runavíkina.
Trý ættarlið av bilførarum
Hjá Hans Egil Joensen og synum arbeiða í løtuni 14 fólk. Á myndini eru Hans Egil Joensen, synirnir Jóhan og Trúgvi Joensen og abbasynirnir Tummas Súni
Joensen og Hans Egil
Fyrsti lastbilurin, sum Hans Egil Joensen keypti, var ein Morris við krana
Grøni Austin lastbilurin, sum stendur uttanfyri, er næstan sum fyrsti bilurin
Hans Egil Joensen keypti