hósdagur 28. august 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 164 - 28. august 2008
Fyri fyrstu ferð nakrantíð
verður Truckerfestivalurin
ikki hildin í Runavík. Í
staðin hava fyrireikararnir
valt at flyta festivalin til
Klaksvíkar, har býráðið
tekur ímóti teimum við
opnum ørmum
truckerfestivalurin
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Klaksvíkar býráð hevur í ár
skipað fyri rættiliga nógvum
mentunartiltøkum gjøgnum várið
og summarið, og nú kunnu teir
gleða seg til enn eitt spildurnýtt
tiltak, sum klaksvíkingar kunnu
fara til. Í ár verður Truckerfesti
valurin nevnliga hildin í Klaks
vík ístaðin fyri í Runavík, har
hann hevur verið hildin øll und
anfarin árini.
Dávur Winther, leiðari á
mentanardeildin hjá Klaksvíkar
Býráði, fegnast um at enn eitt
nýtt og øðrvísi tiltak er komið til
Klaksvíkar, sum vendir sær til
ein annan málbólk enn tann, sum
onnur tiltøk frá fyrr í ár hava
vent sær til. Tískil heldur hann
eisini, at tað ikki verður ov mikið
hjá klaksvíkingum við øllum
tiltøkunum, sum hava verið og
verða í ár.
Ymiskir málbólkar
Sjómenn eru eitt, og bilar eitt
annað. Vit hava Summarfestival
in, sum vendir sær til familjuna
og tey ungu. Síðani hava vit
Sjómannadagarnar, sum er fyri
sjómenn og familjur. Nú hava vit
so eisini Truckerfestivalin, sum
er fyri lastbilaførarar og tey, ið
hava áhuga fyri bilum. Hetta er
eitt triðja upplegg, og tað eru
ikki tey somu fólkini, sum fara
til øll hesi tiltøkini, greiðir Dávur
Winther frá.
Alt várið og summarið hava
nógv tiltøk verið, og Dávur
Winther staðfestir at tað grør um
gangandi fót í Klaksvík. Hann
metir at hesi nógvu og ymisku
tiltøkini eru við til at seta veru
ligt lív í býin.
Góð íløga
Tá mentunartiltøk eru í Klaksvík,
er vanligt at kommunan rættir
eina hjálpandi hond til fyrireikar
nar við ymiskum praktiskum
viðurskiftum. Klaksvíkar Komm
una hevur eisini játtað at hjálpa
til við ymsikum tá Truckerfesti
valurin kemur til Klaksvíkar.
Vit kunnu bjóða teimum eitt
stórt og gott øki at vera á, og vit
koma so eisini at fríðka um økið
kring har við ljósperum. Vit taka
okkum eisini av øðrum praktisk
um viðurksiftum so sum flagg
ing, og um neyðugt eisini at
skipa ferðsluna, vísir Dávur
Winther á.
Tá kommunan soleiðs rættir
eina hjálpandi hond, er tað ikki
heilt ókeypis fyri hana. Men
Dávur Winther er sannførdur um,
at tað er ein góð íløga at stuðla
mentanartiltøkum.
Tað sigst, at ein króna sett í
mentan gevur fýra innaftur. Men
tað er ikki í kommunukassan at
hetta fer, men hesir pengarnar
fara út til borgaran, í handlar og
annað. Eitt tiltak, sum dregur
nógv fólk til sín kastar sjálvsagt
eisini okkurt av sær til býin og
vinnulívið her, og tí haldi eg at
hetta er ein góð íløga, tá Klaks
víkar Býráð velur at rætta eina
hjálpandi hond til mentanina,
staðfestir Dávur Winther, leiðari
á mentanardeildini hjá Klaks
víkar Býráði.
Nátúrligt at koma
til Klaksvíkar
Í Klaksvík hevur søguliga altíð
verið nógv virksemi, serliga við
fiskivinnu. Soleiðs er enn, og
nógvur fiskur kemur upp á land í
Klaksvík. Hesin fiskurin skal so
flytast til Havnar ella aðra havn,
haðan hann verður fluttur av
landinum. Hetta merkir so at
rættiliga nógv lastbila og
trailaraferðsla er í Klaksvík, og
afturat tí kemur so øll tann tunga
ferðslan frá Føroya Bjór og
byggivirksemi. Og til seinast
hevur Skipafelagið eisini nógv
virksemi har, og tískil er talan
um sera nógva tunga ferðslu í
Klaksvík.
Spurdur um tað er nakað
samband millum tað, at tað
vanliga er so nógv ferðsla har, og
so tað at Truckerfestivalurin
kemur til Klaksvíkar, svarar
Dávur Winther, at hevur tað
samband við hvørt annað.
Tá so nógvir lastbilar og
trailarar hvønn dag eru í og
rundanum Klaksvík, er tað einki
annað enn nátúrligt at ein
truckerfestivalur verður hildin
har, sigur Dávur Winther at enda.
Truckerfestivalurin vælkomin
til Klaksvíkar
Dávur Winther, leiðari á Mentanardeildini hjá Klaksvíkar býráð, sum sjálvur eina fortíð sum lastbilaførari, sigur, at tað er heilt nátúrligt at Truckerfestivalurin er í Klaksvík, tí flutningsbilarnir hava
sera stóran týdning fyri býin
Mynd: Magnus Gunnarsson