hósdagur 28. august 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 164 - 28. august 2008
31
tíðindi
Á Trucker Festivalinum,
sum hesaferð verður í
Klaksvík, verður eins og
undanfarin ár kappast
í ymiskum bólkum um
flottasta bilin. - Slitin
dekk, sprekkur í rútunum
og so framvegis telja
niður í kappingini, sigur
Leif Eliasen, stigtakari
og samskipari av Trucker
Festivalinum.
Fyriskipari
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
- Hesa ferð er Trucker
Festivalurin í Klaksvík. Hetta
kemst mest av, at vit nú hava
fingið ein nýggja
samstarvsfelaga. Vit høvdu
nakrar fundir við Føroya Shell,
og felagið vísti seg at verða
alsamt meira áhugað í okkum.
Hesir fundir endaðu við, at vit
gjørdu avtalu um at samstarva,
og við at økið rundanum Shell í
Klaksvík, varð valt til festivalin,
greiðir Leif Eliasen frá.
Sambært Leifi Eliasen er eisini
ætlanin at vaksa um tiltakið
hesaferð, í mun til undanfarin ár.
– Seinast vóru 68 bilar við, og
ætlanin er at hava einar 100 við í
ár. Talan er um allar stórar bilar í
øllum aldri.
Stór kapping
Einasta treyt fyri melda bilin til,
er at hann er reinur, men í
kappingini spælir eisini nógv
annað inn.
- Týdningarmesta grundin til,
at Trucker Festivalurin er til, er
sjálvandi, at bilførarar sleppa at
hugna sær saman, men kappingin
um at hava snøggastu bilarnar
hevur eisini ein stóran leiklut á
festivalinum, leggur Leif Eliasen
dent á.
Dømingin verður í
høvuðsheitum gjørd á sama hátt,
sum tá bilar eru til sýn, har slitin
dekk og sprekkur í rútunum telja
niður. Men annað hevur eisini
nakað at siga, tað er til dømis,
hvussu bilurin er lakeraður, um
hann hevur motivir ella bara er
einslittur. Eisini kann telja upp,
um bilarnir kunnu okkurt serligt.
Klassik bilar
Onkuntíð hevur verið nevnt, at
tað bara eru spildurnýggir bilar,
ið hava møguleika at vinna
nakað av steypunum, ið verða
latin, men tað er eisini ein
klassik bólkur, har bilar frá 1992
og eldri kunnu vera við.
- Vit halda tað sjálvandi eisini
vera stuttligt, um bilarnir verða
væl hildnir, og her er tað, at
klassik bólkurin kemur upp í
myndina. Tað eru dømir um bilar,
sum í veruleikanum eru yvir
tíggju ára gamlir, men síggja út
til at vera tvey ára gamlir, sigur
Leif Eliasen.
Fleiri tiltøk
- Av tí at Shell er við í myndini
og skipar fyri nógvum av tí
praktiska, hava hinir fyrireik-
ararnir størri møguleikar at gera
nøkur ting, ið annars ikki høvdu
verið gjørlig, sigur Leif Eliasen.
Av hesum tingum verður helst
hugsað um bilboksing, gokart og
koyrivenjing.
Koyrivenjing er ikki nakað, ið
hevur verið við fyrr, men hetta er
vanligt aðrastaðni. Talan er ikki
um eina kapping, men meira ein
táttur at stytta sær stundir við.
Koyrivenjing er, sum navnið
sigur, at mann venur nakrar av
møguleikunum mann hevur við
bilinum.
Sentralur útjaðari
Klaksvík er ikki líka atkomulig
sum Runavíkin, har tiltakið
vanliga hevur verið, men hetta
sær Leif Eliasen ikki sum nakran
trupulleika.
- Tað kann gott vera, at
Klaksvíkin er hinumegin
Leirvíksfjørð, men vit halda hesa
loysn vera góða, tí Klaksvík er
sum heild ein forvitin býur, og
tað er ikki langt til Klaksvíkar.
Sjálvandi er eisini ein stór grund
til, at Klaksvíkin er staðið vit
halda festivalin, at Shell í
Klaksvík hevur eitt so stórt øki
rundanum. Vit halda tað eisini
vera sera stuttligt, at Klaksvíkar
sløkkilið kemur at stuttleika sær
eitt sindur saman við okkum.
- Av tí at Shell er við í myndini og skipar fyri nógvum av tí praktiska, hava hinir fyrireikararnir størri møguleikar at gera nøkur ting, ið annars ikki høvdu verið gjørlig, sigur Leif Eliasen
Mynd: Magnus Gunnarsson
Slitin dekk telja niður